Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52 Mánadagin 14. mai verður pápi mín, Bjørn Jo­han Finnsson, 90 ár. Dagurin verð­ur hildin sunnu­ dagin 13. mai kl. 14:00-18:00 í Gott í Salt­ang­ ará. Øll eru hjart­ aliga vælkomin Hálvfems er ein høgur aldur, men pápi er væl fyri og nýt­ ir sína pensjónisttilveru í Kví­vík, har hann, saman við kon­uni Ann Elisabeth, sum er ætt­að haðani, hevur búð sein­astu 23 árini. Sjálvt um hann býr í Kví­ vík er pápi enn lambamaður um ein háls, tá eg nú skal siga tað sjálvur. Søgurnar um lívið á Lamba, tá hann var barn og ungur, til fjals og fjøru og á havinum, har hann hev­ur balst bróðurpartin av sín­ari tíð; í Grønlandi, á Hal­a­ num ella á redini í Lagos, eru mangar. Hesar fáa vit ofta tíð­ina at ganga við, tá eg vitji í Kví­vík. Hann greiðir frá og eg lurti. Betri stundir skal tú leita leingi eftir her í lívinum. Ættaður av bóndaslagi og út­róðr­ar­monnum úr Lamba, Tór­s­havn, Oyndarfirði og av Skaga­strond í Íslandi og vaks­in upp í bóndabygd hevur pápi havt nógv við land­búna og sjógvin at gera. Og raskur hevur hann verið sum fáur. Pápi er føddur 14. mai 1928 í Tórs­havn, sonur Christian Finn­ur Finnsson, ættaður úr Havn og Elisabeth Mar­ iu, fødd Johannesen, úr Lamb­a. Í faðirlegg var abbin Bjørn Finnsson, ættaður av Skaga­strond í Íslandi og omm­an Johanne Petrine, fødd Christ­i­ansen, úr Havn. Í móð­ir­legg var abbin Óli Jo­han­nesen, nevndur Óli á Sýn­uni, úr Oyndarfirði og omm­an Súsanna Malena, fødd Clementsen, dóttir navn­frama Gamla Klæmint úr Lamba. Sum 3 ára gamal fluttu pápi og restin av familjuni til Lamba. Pápin, Finnur, var skipari og átti skip og deks­bát. Seinni sigldi hann eis­ini úti í europafart. Sjáld­ an var pápin heima, hevur pápi greitt frá, men tá hann kom heim hevði hann gáv­ ur við til alla familjuna, systr­ina Signhild (1925-1989) og beiggjan Óla (1930-2016). Mamm­an var um heimið og børn­ini og hjálpti til á fað­ir­s­ garð­i­num. Barnaárini í Lamba hev­ ur pápi ofta fortalt mær frá. Børnini spældu í áar­lið­a­num, floyttu bátar, fang­aðu síl og vóru annars við í vanliga arbeiðnum, sum hoyrdi bygdalívinum til. Skúla­ gongdin var lítil. Lærarin var aðru­hvørja viku í Lamba og so annars í hinum bygdunum í sókn­ini. So tað var lívsins skúli fyri rest. Hugurin hjá pápa lá longu tá meira út á vík­ina, har bátarnir úr skúla­ gar­ð­inum kundi síggjast fara til út­róðra­r, enn til bøkurnar. Alt fær sín enda og barna­ árini hjá pápa fingu eisini ein brá­an enda í 1940, tá hann, 12 ára gam­al, misti pápan, sum doyði av tuberklum. At missa for­syrgj­arin tá á døgum var ein ikki serliga góð støða at koma í, men mamman tók um endan og við hjálp frá børn­u­num gekk eisini tað. Hetta var áðrenn hug­ tak­ið ungdómur var upp­ funn­ið. So skjótt drongurin var nóg vaksin var farið til ar­beið­is. Pápi var onki und­ an­tak í so máta. Ágrýtin, sum hann altíð hevur ver­ið, fór hann 13 ára gamal til ar­ beiðis at stoypa tang­ar­nar í Søldarfirði, har bret­ar bygdu oljuterminal. Kon­ferm­a­tión­ klæði­ni keypti og betalti hann sjálv­ur og tað sum leyp av fekk mamm­an at halda hús fyri. Tað bleiv tó ikki á land­ jørðini, at pápi koma at hava sítt arbeiðslív. Hugurin hevði frá barnsbeinið ligið til sjógv­in. Bæði pápin og abb­in í Havn vóru úti­sigl­ arar og barnaárini í Lamba fekk hann holla upp­lær­ing at vera í báti. Gomlu út­róðr­ ar­menn­ir­nir í Lamba, sum neyv­an fáa nakran minn­is­ varða, lærdu teir ungu, sum teir høvdu lært frá sínum for­fedr­um. Útróðurin var liv­andi tá og mangir eru lamb­a­menn­i­nar, sum pápi plag­ar at minnast afturá, at hava verið saman við í báti: Abb­in, Óli á Sýnini, mammu­beiggin, Johannes Nón­klett, Christian bóndi, Niels í Bønhúsmørk, Jákup bóndi, Magnus hjá Jákup, Kinna Jákup, Hans Jákup og Magnus í Lyngbrekku, Hald­ or í Byrgisheygnum og Jóan Jakku á Fløtunum. Bert fyri at nevna nakrar. Hesir eru langt síðani farnir undir grønu torvu, men teir fáa aft­ ur lív: draga bát, kasta, and­ øva, draga og fortelja søg­ur frá farnum tíðum, tá eg og pápi sita saman um ein kaffi­ munn í Kvívík. Hann greiðir frá og eg lurti. Sjógvurin, sum hevur giv­ ið mongum so nógv, bleiv lívs­leiðin hjá pápa. Fyrst við slupp; við vaðbeini og lippukassa, síðani við trol­ara og seinni við nóta- og farm­ a­skipi. Fyrstu árini var pápi við lamba­sluppini “Lítlu Emmu”, sum Andrias í Dali­num átti. Manningin var mest lamba­ menn. At verða á skipsdekki og sjó­mans­skap lærdi pápi frá hes­um monnunum og hann minn­ist bert gott aftur á hesa tíð­ina. At verða við deyð­sig­l­ara var slett ikki so gal­ið. Í 1955 giftust mamma og pápi. Mamma mín, Maria, fødd Jacobsen (1934-1990) var ætt­að úr Norðragøtu. Tey bú­sett­ust í Lamba og fingu syn­ir­nar: Eyð­finnur, Eliesar, Egil, Sjúrð­ur og Bergmann. Fyrstu árini búðu tey har heim­ið í bygdini har tey inn­ rættaðu gomlu smiðj­una hjá Gamla Klæmint, Stein­ stovuna, til íbúðarhús og seinni, í 1966, bygdu tey sær hús mitt í bygdini. Mamma var fyri tað mesta heim­a­ gangandi, tók sær av børnum og húsi. Eisini var hon virkin í fel­ags­lívinum í bygdini og hevði m.a. sunnudagskúla fyri lamb­a­børnum í mong ár. Pápi fór ungur uppá skúla og tók skiparaprógv. Í fimti­ ár­u­num, tá fiskivinnan og sam­f­elagið lá í andaleypi í Før­oyum, sigldi hann við ís­ lendsk­um og týskum trol­ar­ um og tá gongd aftur kom á samfelagshjólini í trýss­u­num sigldi sum stýrimaður við tátíðar modernaðu trol­ar­u­ num: Brandi Sigmundarsyni og Magn­usi Heinasyni. Túrarnir vóru langir og stutt varð steðgað heima. Meir enn eina ferð hevur pápi hildið jól á Halanum. Á miðj­um vetri, langt heimani frá, sam­an við monnunum, sum bygdu súlurnar undir okk­ara samfelag í dag. Spyrt tú pápa um onkrar sam­fel­ ags­lig­ar hendingar í hesum tíð­ar­skeið­num er meir enn so, at hann svarar: “Tað minn­ist eg onki til. Eg man ikki hava verið heima tá.” Í sjeyti- og áttatiárunum sigldi pápi nógv úti. Nógvar eig­ur hann túrarnar á heims­ ins høvum: á Miðj­ar­ð­a­r­hav­i­ num, í Biscayavíkini, við strend­ur Afriku og í Mið- og Fjar­eystri. Ikki al­tíð man hava verið líka tesp­i­ligt, at halda vakt fyri ó­frið­ar­kropp­ um á redini í Lagos í Nigeria ella í vandasigling í Persiska golf­i­num í 1980 árunum. Á landi hevur pápi eis­ ini verið virkin. Ofta var boð eftir honum til ar­beið­is millum túrar, m.a. í grót­brot­ i­num á Lambareiði. Trøin, seyð­u­rin­, eplavelting og út­ róð­ur­in fyltu eisini nógv, tá hann var heima. Seinast í sjeyt­iár­unum sat pápi eitt skeið í Runavíkar kommunu, har hann, saman við øðrum, m.a. var við til at leggja grund­ar­steinin undir IRF. Pápi bleiv einkjumaður í 1990 og í 1995 møtti hann nú­ver­andi konuni, Ann Elis­ a­beth, fødd Danielsen, úr Kví­vík. Tey bæði settu búgv í Kví­vík, og har hava tey haft tað gott. Tey hava ferðast sam­an, fingist nógv við heim­a­virk­ing og pápi hevur róð út til hann kom væl upp í ald­ur­in. Eftir at pápi legðist upp á land hevur hann gjørt nógv við hondverkið, ser­ liga træarbeiði, har tað al­tíð hevur ligið væl fyri hjá hon­ um. Mangir eru stólarnir, borð­ini og tjógvini, hann hevur latið úr hondum. Tað eru valaverk úr hansara hond­um og tað kemur ikki frá fremmandum. For­fedr­ar­ nir í Lamba og í Oyndarfirði vóru tiltiknir valamenn og smið­ir. Tá vit sita í Kvívík og tosa, feðg­ar­nir báðir, fellur prátið ofta á farn­ar tíðir. Tað er so, tá tann eldri veit og hin yngri spyr. Tó pápi livir á ong­an hátt í fortíðini. Hann he­vur ein livandi áhuga fyri tí sum gongur fyri seg í sam­ felagnum í dag, lesur tíð­ind­ a­port­alarnar hvønn dag og fylg­ir annars væl í tí sum fyri­ferst her á landi og úti í heimi. Tá familjan kemur fram­við í Kvívík er hann sum oftast í telduni, lesur tíð­indi ella tekur eitt talv, sum hon­ um dám­ar so væl. Bil koyr­ir hann enn og er fast­ur fúsur, saman við Ann Elisa­beth, til føðingardagar og fam­ ilju­veitsl­ur annars. Al­tíð er hugnaligt at fáa tey á vitj­an og ofta hava vit eisini sit­ ið væl í Kvívík inni hjá Ann Elisabeth og hennara fam­ ilju. At enda vil eg vegna fam­ ilj­una; synirnir, abbabørn og lang­a­bbabørn ynskja tær, pápi, hjart­a­liga tillukku á 90 ára deg­num við vón um nógv og góð ár framyvir. Bergmann SYNGIÐ VIÐ Í VESTURKIRKJUNI Syngið við kvøld verður í Vestur­ krkj­uni Kristi Himmalfarðadag 10. mai klokkan 20. Luttøka við Har­ mon­ik­u­vinum. Nógvir góðir gamlir miss­i­óns­sangir. Bjørn J. Finnsson 90 ár Bjørn J. Finnsson er føddur 14. mai 1928 í Tórs­havn, sonur Christian Finn­ur Finns­ son, ættaður úr Havn og Elisabeth Mar­iu, fødd Johannesen, úr Lamb­a GONGU SKJÓTARI Á HVÍTANESI Í síðstu viku høvdu teir sprongt 5.215 metrar av teimum tilsamans 11.250 metrunum, ið Eysturoyartunnilin verður til longdar. Hvíta­nes­meg­in hava teir sprong 85 metrar. Tilsamans eru nú sprongdir 2.570 metr­ar av Hvítanesi. Frá rundkoyringini móti Hvítanesi eru til­samans sprongdir 607 metrar og sprongdi toymið í síðstu 48 metr­ar. Frá rundkoyringini móti Rókini blivu sprongdir 33 metrar og eru til­sam­ans 413 metrar sprongdir har.