Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Kappingin um Løgmanssteypið. Tað er styttsti vegurin til milliónirnar í Evropa. Fimm dystir og tú stendur við einum atgongumerki til Europa League, sum eisini gevur milliónir til felagið. Fyri feløg sum Skála, EB/Streym, Suðringar og AB, so er hetta einasti møguleikin at vinna seg í evropesiska dreymalandið, men gongdin seinastu árini hevur verið, at tað eru tey stóru, ið møtast í finaluni. Frá 2012 til 2015 fór Víkingur avstað við Løgmanssteypinum, meðan steypavinnararnir seinastu tvey árini hava verið KÍ og NSÍ. Síðani 2014 eru tað bara B68 og Skála, sum hava bjóðað teimum stóru av í hálvfinaluni. Tá var vegurin hjá Skála til hálvfinaluna bara ein sigur á Giza Hoyvík. Longu nú er greitt, at AB ella EB/ Streymur koma í hálvfinaluna, meðan bæði Skála og Suðringar hava møguleikan, hóast liðini eru á útivølli móti einum av teimum stóru. B71, sum hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið í 1.deild, hevur eisini møguleikan, men tað er ivasamt hvussu nógv teir klára at gera við HB í Gundadali. AB – EB/Streymur MIKUDAGIN KLOKKAN 18 Dómari: Petur Reinert Hvørki argjamenn ella sundalagsmenn standa ella fella við útfallinum á Argjum. Sorin Anghel, venjari hjá AB, hevur ein tunnan hóp í ár. Hesa ferð situr Mikkjal Hentze uttanfyri við leikbanni, eftir at hann fekk tvey gul kort í grannauppgerðini móti HB, sum AB tapti 5-0. -Vit skulu reisa okkum aftur. Eg tími ikki at brúka so nógva tíð upp á tað, sum er farið. Vit mugu bara koma víðari. Vit møta einum liði, sum er á einum eitt hægri stigi enn vit, men í steypakappingini hevur tú altíð ein møguleika. Tað er stuttligt at spæla í steypakappingini, og tað er ongin vanlukka um vit tapa, sigur Sorin Anghel. Argjamenn hava eina ferð fyrr verið í hálvfinaluni í steypakappingini. Tað var í 2009, tá teir samanlagt taptu 5-2 fyri júst EB/Streymi. EB/Streymur var tiltikið steypalið frá 2007 til 2012, men síðani hevur einki staðið til. Nú hevur liðið møguleikan at vinna seg í hálvfinaluna aftur. -Vit spældu ein vánaligan fyrra hálvleik móti suðuroyingum. Hetta er ein møguleiki hjá okkum at fáa spælt ein ordiligan dyst. Vit koma at spæla við sterkastu manning og vilja vinna, men eg veit eisini væl, at tað kann koma at kosta í landskappingini. Tí er tað ongin vanlukka, um vit tapa, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi. Allir mans eru tøkir hjá sundalagsmonnum. B36 – Skála HÓSDAGIN KLOKKAN 14 Dómari: Lars Muller Á Skála er talan um helst einasta møguleikan at koma í Evropa. Eyðun Klakstein, venjari hjá Skála, ásannar at talan er um torføra uppgávu, men ætlar sær til Havnar at bjóða av. -Vit eru glaðir fyri at vit eru í fjórðingsfinaluni, men vit hava fingið ein krevjandi dyst móti einum formsterkum liði. B36 er eitt topplið og eisini favorittur at vinna, men í steypakappingini kann alt henda. Vit fara til Havnar við øllum sum vit hava og vilja vinna, sjálvt um vit hava landskappingardyst tríggjar dagar seinni. Sjálvandi hava vit ein dreym um at koma allan vegin, sigur Eyðun Klakstein. Venjarin hjá B36, Jákup á Borg, átekur sær leiklutin sum favorittur, men veit eisini at tað kann ganga skjótt, tá tað er steypakappingin. -Í løtuni gongur tað væl og lagið í hópinum er avbera gott. Vit gleða okkum at sleppa á vøllin aftur, og vilja sjálvandi sleppa so langt sum gjørligt í steypakappingini. Vit vita eisini, at Skála kann hótta okkum og tí skulu vit verða fyrireikaðir, men eg skal geva Eyðuni Klakstein rætt. Vit eru favorittar og verða skuffaðir, um vit ikki koma víðari, men í steypakappingini kann alt henda, sigur Jákup á Borg. B36 hevur framvegis fleiri spælarar uttanfyri, men eitt nú Eli F. Nielsen kom á vøllin sunnudagin, eftir at hava sitið uttanfyri. Víkingur – Suðringar HÓSDAGIN KLOKKAN 15 Dómari: Alex Troleis Í Gøtu og Leirvík umhugsar venjarin, um hann skal til at skifta eitt sindur runt í liðuppstillingini. Víkingur spældi málleysan javnleik móti júst suðuroyingum fyri kortum. Fjórðingsfinalurnar: FÓTBÓLTUR Mikudagin og hósdagin verða fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum. Sermerkt er, at steypavinnararnir seinastu tvey árini, NSÍ og KÍ, eru ikki við GYLTA ATGONGU­ MERKIÐ HJÁ TEIMUM SMÆRRU Ikki við: Mikkjal Hentze (leikbann, 1.dyst), Hørður Tórsson (Økslin farin úr lið, 2 vikur), Absalon Eliasen (knæið, 2 vikur) Ikki við: Jónas Tór Næs (økslin, langtíðarskaddur), Christian R. Mouritsen (fóturin, langtíðarskaddur), Róaldur Jakobsen (fóturin, langtíðarskaddur), Robert Heðin Brockie (lærkirik, 1-2 vikur), Rói M. Hentze (virus) Ikki við: Jóhan Hendrik Lydersen (langtíðarskaddur, fóturin) Allir tøkir Ikki við: Sebastian Pingel (knæið, óvist um hann skal undir skurð) Ivasamir: John Frederiksen (baklærið) LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR B71