týsdagur 8. mai 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. mai 2018 · Nr. 52
-Eg ivist, um vit skulu til at
skifta eitt sindur, tí vit hava nakrar
eldri spælarar í hópinum. Vit taka
uppgávuna í størsta álvara, men
skapa vit eins nógvar møguleikar
sum seinast, so vinna vit. Vit skulu
bara halda áfram at spæla sum vit
hava gjørt alt árið, sigur Maurice
Ross, venjari hjá Víkingi.
Suðringar
vunnu
heldur
óvæntað á KÍ í fyrsta umfari
í
steypakappingini.
Teir
hava
síðani fingið stig í Gøtu, og vunnu
sunnudagin á EB/Streymi við Stórá.
Tað tykist sum at Glen Ståhl hevur
fingið fatur á rætta endanum, hóast
tað hevur tikið eitt sindur av tíð.
Er
landskappingardysturin
nakað at meta útfrá, so verður
talan um ein javnan og spennandi
dyst.
HB – B71
HÓSDAGIN KLOKKAN 17
Dómari: Bjarki Danielsen
Á Sandi er fótbóltsfebur, eftir at
B71 hevur vunnið fimm dystir upp
í slag. Fýra í landskappingini og
ein í steypakappingini. Liðið liggur
á fimta plássi í 1.deild. Spælandi
venjari er Símin Hansen, men hann
hevur eisini roynt at vunnið á HB,
sjálvt um teir vóru undirtippaðir.
Hann sipar til ólavsøkudystin í
2010, tá B71 vann 2-1 á táverandi
meistaraunum úr HB.
-Vit gleða okkum til hendan
dystin. Vit hava vunnið fimm dystir
upp í slag, og hava fyrr vunnið
í Gundadali, tá vit hava verið
undirtippaðir. Vit fara sjálvandi inn
á vøllin fyri at vinna, men vit mugu
halda nullið so leingi vit kunnu, og
hvør veit um ikki allan dystin, sigur
Símin Hansen.
Tað hevur verið eitt sindur av
rokið um dystarásetingina, tí B71
hevur ynskt at fáa dystin ein hálvan
tíma seinni, tí marathonfótbóltur er
á Sandi. Hetta fyri at fáa áskoðarar
at koma við bátinum klokkan 16.35.
HB hevur noktað fyri hesum.
-Vit royna bara at fáa so nógvar
áskoðarar til dystin sum til ber,
men HB vil ikki. Eg veit ikki um
teir eru bangnir fyri okkum, sigur
Símin Hansen við sínum
eyðkenda skálkabrosi.
Sum skilst úr HB,
so er ynski at fáa dystin
spældan so tíðliga sum gjørligt, tí
liðið skal spæla aftur sunnudagin
móti Víkingi í landskappingini.
B71 hevur at kalla allar mans
tøkar, sum hava verið á vøllinum
í ár, meðan HB framvegis er uttan
Sebastian Pingel.
-Vit vilja sleppa í hálvfinaluna.
Tí stilla vit við sterkasta liði til
uppgávuna hósdagin, sigur Rasmus
Nolsøe, hjálparvenjari hjá HB.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Ikki við: Jákup Johansen
og Jan Ingason Hansen
(langtíðarskaddir), Haraldur R.
Højgaard (lærið)
Ikki við: Ari Krosslá Poulsen
(búkskaði, ógreitt hvussu leingi)
Ivasamir: Isaac Shaze, Heri E.
Kjærbo
Allir mans tøkir
VÍKINGUR
SKÁLA
TB/FCS/ROYN
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá trimum av teimum fýra
fjóðringsfinalunum. Mikukvøldið sigur Rás2 frá
dystinum millum AB og EB/Streym. Hósdagin sigur
Rás2 frá dystunum millum B36 og Skála, sum byrjar
klokkan 14, og frá dystinum millum Víking og
Suðringar, sum byrjar klokkan 15. Til ber eisini at
fylgja gongdini í øllum dystunum á In.fo.