Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018 SOSIALURIN 53 7 MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO – Í hesum førinum var javnstøða yvir­høvur ikki viðkomandi. Veru­ leikin er, at starvið á goymsluni krevur ein krútsterkan mann, sum eisini hevur kunnleika til timbur- og monteringsarbeiði, og sjálvandi átti privata fyritøkan hjá okkum at havt loyvi til at søkt eftir honum. At vit so verða meldað fyri brot á javnstøðulógina, tí vit søkja eftir goymslumanni heldur enn goymslufólki, er eitt greitt tekin um, at politiska korrektheitin er farin fullkomiliga av sporinum. Tað sigur Gunnar Breckmann, sum arbeiðir í fyritøkuni Eikini, og sum í vikuni varð dømd í Føroya rætti fyri brot á javnstøðulógina. Fyri­tøkan fekk 1.000 krónur í bót, tí hon í starvslýsing søkti eftir goymslu­manni. Dómarin metti, at fyritøkan var sek í at gera mismun millum kyn­ ini, tá søkt varð eftir manni, tí tað ber ikki til at siga, at kvinnur ikki megna at røkja starvið, hóast talan er um tungt arbeiði. – Eg veit sjálvandi ikki, um ein kvinnuligur, eysturtýskur kúlu­ varp­ari frá sjeytiárunum ella átta­ ti­ár­unum hevði orkað arbeiðið. Tað skal eg ikki kunna siga, sigur Gunnar Breckmann. Hann leggur afturat, at ein lóg er ein lóg, og at tað, at fyritøkan er dømd, er, sum tað er. Eisini vísir hann á, at lógargreinin, ið tey eru dømd eft­ir, er neyðug í nógvum øðrum sam­an­ hang­um. Kvinnur og menn eru lukkutíð ikki líka Hann leggur áherðslu á, at tað er umráðandi at hava eina javn­støðu­ lóg, tí tað er neyðugt at verja ávís øki og tryggja, at vit øll hava somu møguleikar í almenna rúminum og á øllum arbeiðsplássum. Tað er púra klárt, sigur hann. Hann vísir eisini á, at javnstøða so sanniliga valdar í Eikini, har helvtin av starvsfólkunum eru kvinn­ur og helvtin menn. – Og Gud havi lov fyri tað. Kvinn­ur eru so nógv dugnaligari enn menn á so øgiliga nógvum økj­um. Tað eru vit allir samdir um herúti. Men tað er farið alt ov langt í tráanini eftir at javnseta kvinn­ur og menn kropsliga. Vit eru tíbetur ikki líka, staðfestir Gunnar Breckmann. So kunnu vit eins væl fara at seta spurnartekin við ítróttar­ kapp­ingar, sum eru býttar sundur í kvinnu­deild og mansdeild. Skulu tær so eisini leggjast saman? – Tað er ein kropsligur munur á okkum menniskjum, og tað skal tað eisini vera, sigur Gunnar og leggur afturat, at hann fyrr í vikuni við stórum áhuga las grein í miðlunum um knætrupulleikar hjá kvinnum í hørðum ítróttargreinum. – Hetta starvslýsingarmálið hev­ur so lítið upp á seg. Ongin hev­ur verið fyri órætti, og ongin skaði er hendur. Fyri 95 prosent av fólkinum er hetta málið full­ komi­liga óáhugavert. Rætturin átti at havt onnur álvarsligari mál at tikið upp, heldur enn at spilla hart tjentar skattakrónur uppá so­vorðið tvass, heldur Gunnar. Nekarakyss og Pippi Gunnar heldur, at í heila tikið eru vit farin av sporinum við so nógv­ um her í samfelagnum. Einki er loyvt longur, og ongin má siga nakað, heldur hann. Hann nevnir sum dømi, at allar hansara dagar hevur tað verið púra nátúrligt at siga til dømis nek­arakyss. Sigur ein nekarakyss í dag, verða fólk rættað við einum moralsk­um peikifingri og fáa at vita, at tað er eitt rasistiskt orð, sum er bannlýst. – Hvat er galið við orðinum nekarakyss? Tað hava vit altíð sagt, líka til orðið “flødebolle” knapp­ liga bleiv meir politiskt korrekt. Mær vitandi hava vit ong­antíð sagt nekarakyss í einari nei­ligari merking. Nú er tað orðið brád­liga ein trupulleiki. Nú eitur tað róma­ bolli, men tað er væl eisini eitt ókvæmisorð, um tað verður mis­ brúkt, heldur Gunnar. Hann sigur, at tað sama ger seg til dømis galdandi við bókunum um Pippi Smokkulegg hjá Astrid Lind­gren, sum annars var ímyndin av einum kvinnuslóðbrótara. Nú eru barnabøkurnar, sum eru víða­ kend­ar kring allan heimin, ikki pol­it­iskt korrektar longur, sigur hann og sipar til, at tá bøkurnar um Pippi Smokkulegg vórðu end­ urprentaðar fyri nøkrum ár­um síðani, hevði pápi Pippi fingið annað navn. Upprunaliga navnið, sum var nekarakongurin, er í nýggju útgávuni broytt til suður­ havs­kongurin. – Tað, sum var púra nátúrligt at siga, og sum als ikki varð sagt í einari neiligari merking, er ikki í lagi longur. Alt er blivið ein trupulleiki, sigur Gunnar, sum ikki skilir, hví børnini hjá okkum í 2018 skulu verða áløgd at hava ringa samvitsku av eitt nú trælahaldi, sum var fyri fleiri øldum síðani, ella at orðið nekarakyss er eitt ókvæmisorð, sum børnini ofta yvirhøvur ikki skilja ella vita nakað um. – Trælahald er eitt myrkt kapittul. Tað er tað væl neyvan nak­ar, ið setur spurnartekin við. Lærið børnini so tað, og kom so víð­ari. Eg var ein sightseeing sigli­túr í Nyhavnini einaferð, og minn­ist meg rætt, greiddi ferða­ leið­arin ferðafólkunum frá, at svensk­ir trælir hava bygt partar av Nyhavnini. Mær vitandi gongur eingin svenskari súrur av tí orsøk í dag. So kom víðari. – Um vit ynskja at gera mun, bæði tá talan er um líkarætt og onn­ur átroðkandi øki, so er nokk at tríva í úti í stóru víðu verð. Tað sokallaða stríðið her heima er til alla lukku langt síðani vunnið, og tíverri eisini koppað í hina grøvina, sigur hann. Summi kunnu siga alt Hann fýlist eisini á, at munur verður gjørdur á, hvør hevur loyvi til at siga hvat. – Tey, sum hoyra til ein so­ nevnd­an minnilutabólk, kunnu siga tað, sum teimum lystir. Bara tað er politiskt korrekt, so kanst tú siga, hvat tú vilt. Onnur “ørvitis­ hugs­andi” skulu bara akta og tiga, sig­ur Gunnar. Hann sigur, at fólk, ið eru nóg gløgg til at síggja tingini úr ein­um víðari sjónarhorni, hava sam­felags­ skyldu at upplýsa fyri fólki, hvat ein kann loyva sær og ikki. Serliga at upplýsa okkara ungu borgarar, sum kanska ikki sjálvir eru førir fyri at skapa sær eina mynd av, hvussu tingini hanga saman. – Eisini millum annað tað, at húð­arlitur, kyn ella kynsligur sam­leiki er ikki orsøk til at kalla øll “hini” fyri rasistar, homofobar, mann­chauvinistar, ella hvat man í hes­um døgum nú einaferð gongur runt og tveitur um seg og gremur seg um, sigur Gunnar Breckmann. – Hetta kemur undir sam­ leika­politikk, har samleikin er argu­mentið í sær sjálvum, og sam­leikin verður brúktur til at til­ tuska sær “minniluta” fyrimunir í samfelagnum, antin tí tú hevur ein ella annan huðarlit, kyn ella, hvussu títt kynslív er. Gunnar sigur, at tey fólkavaldu, ASTRID POLITISK Framhald á síðu 8