Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018 SOSIALURIN 53 8 lærarastættin og miðlarnir hava alla ábyrgdina av, at hetta ikki verð­ur gjørt. – Ístaðin hevur man valt at gera tað øvugta - at dyrka sam­leika­pol­ it­ikk. Bæði í skúlum, miðlum og í tinginum. Og tí at tey fólkavaldu og miðlarnir ikki eru sína uppgávu vask­in, er einki fantilsi á, hvussu fólk uppfata nógv av hesum hug­ tøk­um, sigur hann. – Nær í himmalsins navni er tað blivð løgtingsins uppgáva at skula kjakast um og definera kynslívið hjá fólki. Hvat er hetta fyri tvætl. Jabba og sjabba tað sama møsnið upp í fleiri ár, og tað fær ongan enda. So er tað gudhjálpitúmær #metoo rørslua, vit skulu hoyra um nú dag út og dag inn. Hvør film­ stjørna hevur følt upp á hvønn, og hvør filmsframleiðari hevur klípt hvønn hvar. Hann náði tú meg, sig­ ur Gunnar Breckmann. Demokratiskur rættur Tá Eikin søkti lýsti eftir goymslu­ manni, tók kjak seg upp á facebook um, at søkt varð eftir manni held­ ur enn fólki. Stutt eftir setti for­ mað­urin í Javnstøðunevndini seg í sam­band við Eikina og bað tey broyta starvslýsingina, tí hon var brot á javnstøðulógina. – Eg segði nei. Eg dugi ikki at síggja, at mín demokratiski rættur at reka mína fyritøku, soleiðis sum eg haldi vera best, skal takast frá mær. Konufólk eru sum sagt so nógvar ferðir betri til so nógv, men akkurát í hesum førinum er tal­an um hart kropsligt arbeiði frá morgni til myrkurs hvønn einasta dag. Gunnar segði nei til at broyta starvs­lýsingina. Hann sigur seg ikki duga at síggja nakað endamál við at søkja eftir goymslufólki, tá hann í hesum føri hevði kent seg noydd­an at sæð burtur frá møgu­ lig­ari umsókn frá konufólki. – Og tað haldi eg, er at halda fólk fyri tað turra spott. Tað er nið­urgerandi, sigur Gunnar, sum ong­antíð hevur upplivað, at ein kvinnuligur umsøkjari hevur søkt starv á goymsluni hjá Eikini. Hann greiðir frá, at talan er um sera tungt innbúgv, og at tað javn­an er sera torført at koma inn í húsini við tí. Ofta skulu fleiri hundrað kilo lyftast og berast upp gjøgn­um smalar trappur ella fáast inn gjøgnum okkurt vindeyga. Fittness Tá málið var fyri í rættinum, kom fram, at viðhvørt er neyðugt við fleiri monnum at bera eitt nú granitt­plátur, sum kunnu viga oman­fyri 300 kilo. – Tá ein ikki skilur, hvussu ræðu­liga tungar flestu av dag­ligu upp­gávunum hjá okkara goymslu­ fólki eru, so má tað vera tí, at ein ikki veit, hvat tað snýr seg um. Er tað ein í røðini av okkum, sum bera, ið ikki orkar, so kann skaði henda. Vit hava eisini kundar og trygdina hjá arbeiðsfólki at hugsa um. – Hvat siga kundarnir, um granitt­plátan, sum kann viga upp í 200-300 kilo, sum teir skulu hava, verð­ur mist, ella stóra óformliga sof­an, sum skal upp gjøgnum ein stiga upp á aðru hædd og inn gjøgn­um eitt vindeyða datt í túnið, tí goymslu­fólkini ikki orkaðu at bera hana, spyr Gunnar. Hetta er eisini galdandi fyri menn, ið søkja. Tað eru avgjørt ikki allir, ið hava likamligu styrkina til hetta slagið av arbeiði, sigur hann. Hann heldur eisini lítið um, at ákærin í rættinum fleiri ferðir spurdi eina kvinna, ið arbeiðir í Eik­ini, um hon vandi fittness sum um, at so átti hon at klára at lyft tað, hon hevði hug til. Formaðurin í javn­støðunevndini nevndi annars í rættinum, sum sikkurt rætt er, at hann visti um nógvar kvinnur, sum eru sterkari enn hann, sigur Gunn­ar. – Og næstu ferð vit søkja eftir fólki til goymsluna, skal eg so við­ merkja, at eg søki eftir monnum ella eftir kvinnum, sum ganga til fitness? Hvat so við teimum kvinn­ un­um, sum ikki ganga til fitness? Tí hevði eg helst eisini komið í trupul­leikar av, sigur Gunnar. Hann heldur lítið um hesa ovur­ um­sorgan og sigur, at í stríðnum fyri at beina burtur ójavnan millum kynini, eru við endað í einari støðu, sum er líka ring um ikki verri og als ikki nøkrum til fyrimunar. Menn hava mist sigarstovuna Gunnar Breckmann fegnast um, at javnstøða valdar hvønn einasta dag á teimum flestu økjunum. Men í ávísum samanhangum er tað farið ov langt. – Javnstøðustríðið er langt síð­ ani liðugt. Nú situr maðurin í ein­ um blomstrutum heimi við blond­ um, og alt er kritahvítt. Har verður hann sitandi sum ein sekkur, til hann verður varpaður út, tí hann ikki longur er tann maðurin, sum kon­an gifti seg við, sigur Gunnar skemtandi. Hann vísir á, at vit skulu minn­ ast til, at maðurin, sum konan gifti seg við, er uppaldur av einari aðrari kvinnu. – Tað fyrsta konan ger, er at royna at broyta mannin. Men tá tey so sjálv fáa synir, so uppalir kvinn­an synirnar á júst sama hátt, sum ver­mamman uppaldi mannin. Syn­irnir verða so aftur giftir við kon­um, sum royna at broyta teir, og so koyrir tað í ringrás. – Talan er um skuggaboksing, og eg áni ikki hvør tað er, sum berjist móti hvørjum, sigur Gunnar. Bejast vit ímóti pápunum, synunum ella kanska manninum? Eg veit ikki, hvat alt hetta gongur út uppá, sigur Gunnar. – Dreingir og vaksnir menn eru nógv hjálparleysari í dag enn fyrr. Teir duga ikki longur at lata seg í hos­urnar, uttan at teir rópa eftir mamm­uni. Teir rópa eftir øllum. Hvar eru hosurnar, hvar er sápan, hvar eru gaggurnar, hvar er hetta og hatta. Tað einasta teir finna eftir­hondini er fartelefonin. Hinvegin, so heldur Gunnar, at menn mugu taka seg saman, og tá hugsar hann ikki um kynsstríð. – Vit mugu so absolut traðka í karakter og veksa við uppgávuni. Læra at klára “hinar” uppgávurnar á jøvnum føti við kvinnurnar. Hetta er einasti vegur til fríheit. Men hetta mugu mammurnar eisini læra at hjálpa dreingjabørnunum við øll barna- og ungdómsárini. Curling­halløjsið má simpulthen halda uppat, so tað hvílir eisini ein stór ábyrgd hjá teimum á hesum øk­inum. Hann sigur, at samstundis sum alt hetta politiskt korrekta gongur fyri seg í almenna rúminum, bjóða vit nýggjari mentan inn í sam­ felagið. Einari mentan, sum avgjørt ikki byggir á javnstøðu. – Hvussu ætla vit at takla tað stríðið, spyr hann. Hvussu ætla vit at samansjóða eina damu í burku og “Linse fra Bryggen”? Tað stríðið vinna vit so ikki, tað er púra vist. Dýnulyfting Gunnar heldur, at tað, at eitt slíkt mál sum hetta, endaði í rættinum, vísir týðiliga, hvussu langt av leið vit eru farin. – Demokratiið hevur útlivað seg sjálvt. Alt ov nógv ráðandi fólk sleingja um seg í almenna kjak­inum við háfloygdum candy­ floss­tosi, og brúka fleiri orð enn neyð­ugt fyri at siga meir, enn tey vita. Øll skulu fram at at siga sína hugs­an, sum so aftur ger, at absolut einki hendir. Hetta ber simpulten ikki til og heldur ikki í longdini. Vit hava tað so gott, at alt er bara flánað út. Vit finna bara alla tíðina upp á nýggjar trupulleikar, sum als ikki eru trupulleikar men reinir luksus­trupulleikar, sigur hann. – Vit mugu læra at seta prís upp á tað, vit hava fingið givið upp í hendurnar, og á skynsaman hátt bera tað víðari til næsta ættarlið. Tað gera vit best við at leggja tað besta í børnini og ungdómin. Og tá hugsi eg ikki um eina charterferð, merkis­vørur og nýggjasta Iphone­ modellið, sigur Gunnar. Hann heldur, at tað verður farið alt ov nágreiniliga fram eftir lógar­ innar bókstavi, og at vit mugu ansa eftir, at vit í hesum teldu- og skriv­ stovutíðin ikki missa sam­bandið við tað harða arbeiðs­lívið. – Nógv fólk stríðast og skræða ein vissan afturpart sundur hvørja viku fyri at fylla landskassan, sum so í stóran mun verður oyðslaður burtur. Eingin verður drigið til svars fyri oyðsl á fleiri hundraðtals milliónir. Tað verður bara flent býtt og sagt, at soleiðis er tað bara. Men at hála eina lítla fyritøku í rættin fyri eina starvslýsing, tað fær øll upp úr stólinum. Hví fær alment oyðsl ikki avleiðingar, spyr Gunnar Breckmann. – Alt ov nógv hava mist sam­ bandið við arbeiðslívið. Alt snýr seg um dýnulyfting, og fólk sita bara og tveita um seg við lógargreinum, sig­ur hann. PERSÓNSØGA