Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018 SOSIALURIN 53 9 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Navn: Anna Margretha Otthamar Bústaður: Hoyvík Yrki: Toymisleiðari, Fyrisitingartoymið á SEV Útbúgving: Fíggjarakademisk útbúgving Hví Miðflokkurin? Tí kristna lívsáskoðanin er besta grundarlagið fyri einstaklingin og samfelagið, og vit hava bestu loysnirnar www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN CITAT Merkisvert er tó, at av teimum sjúklingum, ið ikki fáa játtað ein fylgjara frá heilsuverkinum, eru 22 procent, ið rinda úr egnum lumma fyri at fáa ein fylgjara við (Sosialurin 4. mei 2018) Vangamynd Míni hjartamál: • Skúlamál • At skipa pensjónsøkið á einfaldan og gjøgnumskygdan hátt • Liviligari umstøður fyri okkara eldru • Góðar og tryggar karmar fyri vinnuna • Burðardyggar orkuloysnir • Lægri avgjøld og eykaskattir, so sum kringvarpsgjald og vegskatt • At fáa prístalsjavnan inn aftur í sáttmálarnar Tryggleiki sjúklingsins í hásæti! Í stórari greinarøð í sosialinum h. 4. mei verða úrslitini av kanning, um álitið føroyskir sjúklingar hava á ávikavist føroysk og útlendsk sjúkrahús, viðgjørd. Áhugavert er, at tvey av teimum uppskotum, sum krabbameinsfelagið metur eiga at verða sett í verk fyri at bøta um støðuna, hevur Miðflokkurin longu havt á Løgtingi. Krabbameinsfelagið eftirlýsir, at sjúklingasamskipari verður settur at verða bindilið millum sjúklingin og skipanina. "Han er umboðið hjá sjúklinginum, heldur skil á tingunum, samlar træðrirnar, og er sjúklingurin í iva um svar ella annað, so kann sjúklingasamskiparin fáa fatur á røttu fólkunum ella kanna í skipanini og fáar svar. Hetta kann hjálpa uppá kensluna hjá sjúklinginum at verða í tryggja hondum og ikki at vera sleptur uppá fjall", siga tey. Uppskot um hetta legði Miðflokkurin fyri Løgtingið i 2009, men tað varð tíverri felt h. 17. apríl 2009 við 9 atkvøðum fyri og 12 ímóti. Sum er fáa 54% av teimum sjúklingum, sum verða sendir av landinum, fylgjara við sær, men 22% av teimum, ið ikki fáa pening játtaðan til at fáa ein fylgjara við sær, rinda sjálvi fyri slíkan. "Sum felag halda vit", sigur krabbameinsfelagið, "at øll skulu fáa tilboð at fáa fylgjara. Tað eru fleiri orsøkir til at tað er neyðugt, m.a. tí at man kann vera illa fyri av viðgerðini og at tað kann vera ótrúligt ringt at fata boðini, ið verða søgd eftir og áðrenn viðgerðina. Tað er ikki bara tí, at tað er á einum øðrum máli, men mangan er man so bangin, at man yvirtulkar ella undirtulkar boðini. Tí er gott at hava onkran við sær". Uppskot Miðfloksins um sjúklingafylgjara til øll varð lagt fyri Løgtingið h. 4. nov 2016, men tað varð felt h. 14. dec. sama ár við 14 atkvøðum fyri og 14 ímóti. Útskiftingarnevndin fyri Kvívík hevur á fundi 27. mars 2018 viðgjørt kæruna um góðsku- metingina av jørðini. Nevndin staðfesti góðskumetingina, ið var løgd fram á útskift- ingarfundi í Glæmuni í Kvívík 8. februar 2018 við hesum broytingum: Kunngerð frá útskiftingarnevndini fyri Kvívík matr.nr. 148a lutur nr. 737 broyttur til 30 % matr.nr. 173a lutur nr. 1002 broyttur til 30 % matr.nr. 234a lutur nr. 1250 broyttur til ovara helvt óvelt 30 % og niðara helvt velt 60. matr.nr. 424 lutur nr. 688 broyttur til 0 % matr.nr. 421 lutur nr. 987 broyttur til 0 % Eftir §51 í lóg nr. 147 frá 27. mars 1939 um útskifting við seinni broytingum verður góðskumetingin latin til serskilda ákæru. Kort og eigaralistar liggja frammi á kommunu- skrivstovuni í Kvívík og á Umhvørvisstovuni. Dagførd metkort eru at finna á kortal.fo. Kærufreistin er 3. mánaðir frá 14. mai 2018 at rokna. Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stílast til Yvirútskiftingar- nevndina, Sorinskrivarin, C. Pløjensgøta 1, postboks 28, 110 Tórshavn. Kærur skulu vera Sorinskrivaranum í hendi í seinasta lagi tann 14. august 2018. Eigarar hava møguliga at seta fram ynski um hvar teir vilja hava sína jørð lagda. Eisini hava eigarar møguleika at seta fram ynski um broyting av garðahaldi. Ynskini skulu sendast til Útskiftingarnevndina innan 3. september 2018, Traðagøta 38, postboks 2048, 165 Argir ella á us@us.fo Arnold Thomassen, útsk. form. Umhvørvisstovan, Traðagøta 38 Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400 us@us.fo · www.us.fo Dreymastarvið finnur tú á in.fo