Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018 SOSIALURIN 53 10 - Siglingarleiðin ger tað munandi skjótari at flyta vørur millum Asia og Evropa sjóvegis. Mett verður nevniliga, at Landnyrðingsleiðin er 40 prosent styttri samanborið við núverandi siglingarleið úr Fjareystri til Norðurevropa gjøgnum Suesveitina HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO - Arktis er veruliga komið á dags­ skránna seinnu árini. Frá at hava verið eitt øki, sum bert hevur havt vís­indaligan áhuga, er arktiska økið nú vorðið ein miðdepil í heimspolitikki. Veðurlagið er lýggj­ari, ísurin bráðnar alt meira, og nýggj stór lond og sjóøki gerast at­komulig. Tað verður gjørligt at sigla norður um Russland og Kan­ ada munandi størri part av árin­ um enn higartil. Samstundis fæst atgongd til higartil fjaltd olju-, gass- og mineralríkidømi í und­ir­ grundini. Hesar broytingar hava stór­an týdning fyri Føroyar. Soleiðis byrjar inngangurin til útgreiningina, ið skuldi lýsa hvønn týdning broytingarnar í arkt­iska økinum væntandi fáa fyri Før­oyar, ið Uttanríkistænastan á Løg­mansskrivstovuni læt úr hond­um á vári 2013. Tað var tá­ver­ andi løgmaður, Kaj Leo Holm Jo­ hannesen, ið setti gongd á ar­beiðið at lýsa, hvussu broytta støð­an í Arktis ávirkaði Føroyar. Út­grein­ ingin fekk heitið “Føroyar – eitt land í Arktis. Møguleikar og av­ bjóð­ingar.” Útgreiningin vísti á fleiri økir, har føroyska samfelagið kann fáa gagn av teimum broytingum, ið henda í arktiska økinum í hesum árum, men samstundis vísti hon eisini á teir vansar, ið kunna fylgja við somu broytingum. Somu veðurlagsbroytingar, ið hava grundleggjandi broytt arkt­iska økið, soleiðis at nýggj landa- og sjóøkir eru atkomiliga, kunna eisini hava stórar av­leið­ ing­ar fyri lívsgrundarlagið á teim­um átjan oyggjunum í Norð­ ur­atlantshavinum. Ella sum víst verður á í útgreiningini, so hava tær nokk longu gjørt sína ávirkan galdandi. - Hitalagsbroytingar í sjónum kunnu ávirka vistskipanina og hav­streymin og harvið hav­til­ feingið . Broytingarnar, sum í løtuni fara fram í fiskastovnunum, hava helst samband við veð­ur­lags­broyt­ ingarnar. Tí er umráðandi við áhald­andi gransking fyri at skilja broyt­ingarnar betur og fyri at vit kunnu gerast betur før fyri at gera neyð­ugar tillagingar, skriv­aðu em­ bætis­fólkini á Uttan­lands­deild­ini fyri fimm árum síðan. Stórveldir og Føroyar Fimm ár eru liðin síðan útgreiningin varð handað og løgtingið hevði aðal­orðaskifti um hana, og líka síðan er áhugin fyri arktiska økin­ um bara vaksin. Í arktiskum høpi eru Føroyar at rokna sum eitt arkt­ iskt land, hóast, sum Poul Michel­ sen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, vísir á aðrastaðni í blaðnum, vit liggja í útjaðaranum av Arktis. Støðan hjá Føroyum sum eitt arkt­iskt land ger, at vit eru í sama bólki sum stórveldir sum USA og Russland og eru gjøgnum konga­ríkið Danmark umboðað í Arktiska ráðnum, har umframt tey bæði stórveldini, Kanada, Ís­ land, Finnland, Svøríki og Norra eru limir. At Føroyar hava fingið ein størri týdning sæst eisini aftur í teim­um útlendsku gestunum, ið seinnu árini hava lagt leiðina til Før­oya. Ikki bara er ferðavinnan vaks­in við eini rúkandi ferð, aftan á at fleiri fólk hava fingið eyguni upp fyri londunum í Arktis sum ferðamannastøð, men hava umboð fyri útlendsk stórveldir fleiri ferðir lagt leiðina til Føroya seinnu árini. Harímillum kunnu nevnast kin­ e­siskar sendinevndir, suður­kore­ anski sendimaðurin í Danmark, russ­iski ráðharrin fyri fiskivinnu og alivinnu, amerikanski sendi­ mað­urin í Danmark og vitjan­in hjá amerikanska herflota­ráð­harr­ an­um Ray Mabus í Føroyum fyri tveim­um árum síðan. Í sambandi við vitjanina hjá Ray Mabus segði Jens Christian Svabo Justinussen, Ph.D. í sam­ felags­vísindum, við in.fo, at tað NÝGGJAR SIGL OG VITJAN AV TEMA Føroyar og Arktis - Støðan hjá Føroyum sum eitt arktiskt land ger, at vit eru í sama bólki sum stórveldir sum USA og Russland