mikudagur 9. mai 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
11
var týðiligt, at eftir nøkur ár, har
áhugin fyri Føroyum ikki hevur
verið so stórur, so er tað í fer við
at broytast aftur.
- Vit skulu bara eitt ár aftur, tá
ein bretsk fregatt var í Føroyum.
Tað er fyrstu ferð síðani kalda
kríggið, at eitt bretskt hernaðarskip
vitja Føroyar. Tað er eitt signal um,
at viðurskiftini eru í fer við broyt
ast. Stórveldini byrja at fáa áhuga
fyri Arktisk og Føroyum aftur,
segði Jens Christian Svabo Just
inussen við in.fo í 2016.
Seinasta dømið í røðini er
stóra ráðstevnan Arctic Hubs, ið
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
skipaði fyri saman við Arctic
Circle, og sum varð hildin í vikuni
í Norðurlandahúsinum. Fleiri
enn hundrað útlendskir gestir,
harímillum ráðharrar, tinglimir,
borgarstjórar, vinnulívsfólk, pro
fessarar, granskarar, miðlafólk og
leiðandi embætisfólk úr 20 lond
um, luttóku í ráðstevnuni, ið við
gjørdi evnir, ið eru viðkomandi fyri
tey arktisku londini.
Vinnuligir møguleikar
Fyri føroyingar eru tað serliga
nýggju siglingarleiðirnar, ið hava
stóran áhuga, tí tær kunna lata
dyrnar upp fyri nýggjum møgu
leikum hjá føroyskum vinnulívi.
Tað, at ísurin smeltar, hevur
gjørt tað lættari hjá skipum at
sigla í arktiska økinum, og eru
tað tríggjar siglingarleiðir, ið
hava serligan áhuga. Tær eru
Landnyrðingsleiðin, Útnyrðings
leiðin og Miðleiðin.
Av hesum er Landnyrðingsleiðin,
ið er farleiðin í arktiska økinum
norðanfyri Russland, í løtuni tann
mest áhugaverda siglingarleiðin.
Kina og Russland hava nevniliga
stórar ætlanir um, at hendan sigl
ingarleiðin skal gerast tann nýggi
silkivegurin fyri vørur úr Asia til
Evropa.
- Okkara mál er at gera sigl
ingarleiðina til eina globala og
kappingarføra flutningsleið, segði
Vladimir Putin, russiski forsetin,
við russiska parlamentið í mars,
sambært tíðarritinum Foreign
Policy, ið eisini upplýsir, at russ
iskir myndugleikar meta, at flutn
ingurin eftir nýggju siglingarleið
ini fer at tíggjufaldast næstu sjey
árini.
Siglingarleiðin ger tað nevniliga
munandi skjótari at sigla millum
Asia og Evropa. Mett verður at
Landnyrðingsleiðin er 40 prosent
styttri samanborið við núverandi
siglingarleið úr Fjareystri til Norð
urevropa gjøgnum Suesveitina.
Vanliga hevur ikki borið til at
siglt hesa leiðina uttan við hjálp frá
ísbrótarum, men í 2017 megnaði eitt
serligt bygt russiskt oljutangaskip
at sigla úr Hammerfest í Norra til
Suðurkorea.
Tað er serliga hendan økta
skipaferðslan, ið fer at sigla
framvið og møguliga gjøgnum
føroyskt sjóøki, sum føroyingar
hava vónir um, kann geva nakrar
nýggjar møguleikar. Bæði Marita
Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum,
og Poul Michelsen, landsstýrismað
ur í uttanríkis- og vinnumálum,
vísa aðrastaðni í blaðnum á, at
Føroyar kunnu gerast ein Service
Hub ella tænastudepil, ið kann
veita ymiskar tænastur til skipini,
ið frameftir fara at sigla framvið
Føroyum.
INGARLEIÐIR
STÓRVELDUM
Hvat er Arktis
- Arktis er eitt ómetaliga stórt øki, ið fevnir um 30 milliónir
ferkilometrar. Fýra milliónir fólk búgva í økinum. Økið fevnir um
partar av Kanada, USA, Russlandi, Finnlandi, Noregi og Svøríki,
og harumframt Grønland, Ísland og Føroyar.
- Arktis verður lýst á ymsan hátt. Landafrøðiliga verður lýsingin
ofta avmarkað til økið norðan fyri pólkringin ella har, ið markið
gongur suður til økið við permafrosti, ella har miðalhitin í juli
er í mesta lagi 10 hitastig. Men tá ið tað ræður um politiska
samstarvið, fevnir Arktis í roynd og veru um øll londini og fólkini
á norðurleiðum, millum annað Føroyar.
Úr útgreiningini: Føroyar – eitt land í Arktis.
- At Føroyar hava fingið ein størri
týdning sæst eisini aftur í teimum
útlendsku gestunum, ið seinnu
árini hava lagt leiðina til Føroyar.
Ikki bara er ferðavinnan voksin
við eini rúkandi ferð, aftaná at fleiri fólk hava
fingið eyguni upp fyri londunum í Arktis sum
ferðamannastøð, men hava umboð fyri útlendskar
stórveldir fleiri ferðir lagt leiðina til Føroyar
seinnu árini.