mikudagur 9. mai 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
12
- Vit vita, at áhugin fyri Arktis og tær broytingar, ið eru í arktiska umhvørvinum,
fara grundleggjandi at broyta okkara samfelagsviðurskifti. Tað er tað eingin ivi um.
Bæði innan politikk, innan vinnulív, umhvørvi, sosiala lívið o.s.fr. Talan er um stórar
broytingar, ið eru á veg, og sum longu hava gingið fyri seg í longri tíð. Tað sigur Gestur
Hovgaard, samfelagsfrøðingur og deildarleiðari á lærda háskúlanum í Grønlandi
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
E
in teirra, sum í mong ár
hevur fylgt gongdini í
Arktis við stórum áhuga,
er Gestur Hovgaard, sam
felagsfrøðingur, sum í dag er leiðari
á deildunum fyri samfelag, búskap
og journalistikk á Ilisimatusarfik,
ið er lærdi háskúlin í Nuuk í Grøn
landi, eftir at hann í fleiri ár var
lektari á Søgu- og Samfelagsdeild
ini á Fróðskaparsetri Føroya.
Hann var eisini millum luttak
ararnar á einum pallborði á Arctic
Hubs ráðstevnuni týsdagin, har
hann saman við Nafisa Yeasmin,
PhD-lesandi á lærda háskúlanum
í Lapplandi, Hanna Kelm úr lærda
háskúlanum í Krakow og Kevin
Anthony Perry, professari úr lærda
háskúlanum í Grønlandi, viðgjørdi
evnið 'Arktisk fólk í framtíðini: At
byggja dynamiskar búskapir og
burðardygg samfeløg.'
Við teimum royndum og vitan,
ið hann hevur, er hann ikki í iva, tá
hann skal lýsa hvørjar broytingar
standa fyri framman, nú veður
lagsbroytingar hava birt undir ein
størri áhuga fyri Arktis millum
arktisku londini, men eisini onnur
lond, ið kunnu verða ávirkað ella
fáa gagn av tí.
- Heilt yvirordnað kann man
siga, at Føroyar finna seg í einum
meldri ella broytingartíð, ið vit ikki
rættiliga kenna avleiðingarnar av
enn. Men vit vita, at áhugin fyri
Arktis og tær broytingar, ið eru
í arktiska umhvørvinum, fara
grundleggjandi at broyta okkara
samfelagsviðurskifti. Tað er tað
eingin ivi um. Bæði innan politikk,
innan vinnulív, umhvørvi, sosiala
lívið o.s.fr. Talan er um stórar
broytingar, ið eru á veg, og sum
longu hava gingið fyri seg í longri
tíð, sigur Gestur Hovgaard.
Hann vísir víðari á, at tann stóri
áhugi, sum hevur verið fyri Arktis
seinnu árini, og sum ikki tykist
at minka, hongur tætt saman við
globaliseringini. Heimurin verður
eitt minni og minni stað og lond,
mentanir og fólkasløg, ið áður vóru
fjar frá hvørjum øðrum, hava nú
alsamt meira við hvønn annan at
gera.
- Tað sæst aftur í teimum lond
um, ið eru áhugað, arbeiða og virka
í Arktis í hesum døgum. Tí tað eru
ikki bara tey arktisku londini, ið
vísa áhuga, men eisini lond sum
Korea, Singapor og Kina, vísir Gest
ur Hovgaard á.
Eystur – vestur
Tað føroyska samfelagið hevur í
fleiri hundrað ár verið eyðmerkt
av sambandinum við Danmark og
Norra. Tað er eitt samband, ið er
undir framhaldandi broyting og
hevur havt ymisk skap gjøgnum
øldirnar, har ríkisfelagsskapurin
millum Grønland, Føroyar og
Danmark er nýggjasta skapið.
Men broytingarnar, sum nú eru í
Arktis, kunnu vera við til at flyta
verandi ríkisfelagsskapin inn í eina
nýggja tíð.
- Eitt tað mest eyðsýnda fyri
vanliga borgaran verður tey nýggju
sambondini og samgongurnar,
ið fáa eitt annað skap enn tað, ið
vit eru von við. Vit eru mest von
við at hugsa um okkara samband
við Danmark, tá vit hyggja út um
landoddarnar, men rákið er nú at
hyggja meira eftir eystur-vestur
samstarvinum, sigur Gestur Hov
gaard.
Hann vísir á, at hesar broytingar
longu eru sjónligar, tá hugt verður
eftir tí tvørtjóða samstarvinum,
ið føroyingar luttaka í, so sum
Útnorðurráðið.
- Áður hevur man tosað um Út
norðurráðið í einum eitt sindur
negativum tóna og kallað tað fyri
ein kaffiklubba. Men tað sam
starvið mennist nú við rúkandi
ferð. Tað er eisini partur av tí, sum
hendir í Arktis, og innanfyri nøkur
ár kann tað gerast meira vanligt at
hugsa um eystur-vestur samstørv
heldur enn tað vanliga norður-
suður samstarvið við Danmark,
sigur Gestur Hovgaard, ið tó leggur
afturat, at tað merkir ikki, at ríkis
felagsskapurin verður upploystur.
- Bara tí tað eina veksur, so
merkir tað ikki, at hitt minkar. Tað
arktiska samstarvið fer at vaksa
óansæð ríkisrættarligu støðuna.
Ríkisfelagsskap 2.0
Tað er tó eingin loyna, at tað hev
ur verið ein ávísur ófriður inn
an ríkisfelagsskapin seinnu ár
ini viðvíkjandi sambandinum
hjá bæði Føroyum og Grønlandi
við útheimin. Í grønlendska val
stríðnum fylti ríkisrættarliga
støðan, arbeiðið við nýggju stjórn
arskipanini og samstarv við kin
esarar rímiliga nógv, meðan før
oyskir myndugleikar seinnu árini
hava ligið í tvídrátti við danir um
stjórnarskipanararbeiðið, sam
TEMA
Føroyar og Arktis
STÓRAR BRO
ERU Á VEG
- Bara tí tað eina veksur, so merkir
tað ikki, at hitt minkar. Tað arktiska
samstarvið fer at vaksa óansæð
ríkisrættarligu støðuna.
- Tað fara altíð at vera nakrir vansar.
Veðurlagsbroytingar er eitt, sum vit
í nógv størri mun enn higartil muga
seta á dagsskránna.