mikudagur 9. mai 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
13
handil við Russland, handils
boykott av ES og seinast, tá Poul
Michelsen, landsstýrismaður í
uttanríkis- og vinnumálum, undir
skrivaði ein sáttmála um samstarv
við Grønland og Ísland, ið danir
vrakaðu.
- Tað sum vit síggja er at ting
broytast. Men danir eru rímiliga
pragmatiskir og um vit hyggja at
avtaluni hjá Poul Michelsen, sum
Anders Samuelsen vrakaði, so
endaði tað við eini ella aðrari semju
kortini, vísur Gestur Hovgaard á.
Í grønlendska valstríðnum
varnaðist hann eisini, at danskir
politikarar eru farnir at tosa um ein
nýggjan leist fyri ríkisfelagsskapin.
- Eg helt tað vera ótrúliga
áhugavert undir grønlendska
valstríðnum, at Bertel Haarder
snakkaði um ein ríkisfelagsskap
2.0. Um ein felagsskap við javn
stillaðum pørtum í staðin fyri
eina stigveldisskipan við Dan
mark ovast. Tað er áhugavert, tí
danir hava altíð hildið fast um
eindarstatin, sigur Gestur Hov
gaard.
Samfelagsfrøðingurin leggur
tó dent á, at tað er eingin orsøk
at síggja nýggju tíðirnar í Arktis
sum eina avbjóðing fyri ríkisfelags
skapin, tí tað kann í eins stóran
mun síggjast sum ein møguleiki.
- Tað kemur ann upp á, hvussu
vit megna støðuna. Tingini henda
ikki dag um dag, men tað henda
nøkur ting, sum eru við til alla
tíðina at leggja press á verandi
bygnað av ríkisfelagsskapinum.
Føroyar og Grønland hava ein
størri tørv á at kunna samstarva
og handla við Kina og Russland.
Tað samstarvið er longu til staðar
í dag, so ríkisfelagsskapurin rúmar
tí, men vit eru samstundis við at
spreingja tann verandi karmin,
tí londini í Arktis eru vorðin ein
størri partur av globaliseraða
heiminum, sigur Gestur Hovgaard.
Øðrvísi frá kalda krígnum
Seinnu árini hava tey bæði størstu
stórveldini í heiminum, Kina og
USA, fleiri ferðir sent umboð
til Føroya í ymiskum ørindum,
og er tað eitt greitt tekin um, at
áhugi aftur er fyri teimum lítlu
oyggjunum miðskeiðis í Norður
atlantshavinum. Men at stórveldir
vísa áhuga fyri Føroyum, er ikki
nakað nýtt, tí eisini undir kalda
krígnum góvu amerikanarar og
NATO føroyingum ans.
Tann áhugin kann tó ikki sam
anberast við tað, ið vit uppliva í
hesum døgum, vísir Gestur Hov
gaard á.
- Í sambandi við Arktis, so
tosa øll um eina friðarliga
loysn. Kina og Russland
hava bæði boðað frá, at
hetta skal loysast við
samráðingarborðið.
So har er ein stórur
munur. Undir kalda
krígnum var talan
um tveir hernað
arligar blokkar, ið
einans høvdu hern
aðarligt samband.
Nú snýr tað seg um
vinnuliga menning,
tálma
negativu
ávirkanini av veður
lagsbroytingum o.s.fr.
Men hóast kríggj
ikki er nakað, ið londini
í Arktis nýtast at stúra
fyri, so eru tað fleiri onnur
viðurskiftir, ið føroyingar og
onnur muga vísa ans.
- Tað fara altíð at vera
nakrir vansar. Veðurlags
broytingar er eitt, sum
vit í nógv størri mun
enn higartil muga
seta á dags
skránna.
Men haraftrat eru eisini ferða
vinnan og plásstrot. Umheimurin
hevur lagt merki til, at tað finnast
lond uppi í Norðurevropa og
Arktis, og ferðamannaskip
og ferðafólk fara at økjast
í stórum tali, sigur Gestur
Hovgaard og eftirlýsir at
man tekur avbjóðingina
í álvara.
- Landið er so lítið, so
vita muga tosa saman
um, hvussu øll skulu
rúmast, men tað er ikki
fyrr enn vit nú standa í
trupulleikanum, og fólk
eru um at taka lívið av
hvørjum øðrum, at vit byrja
at tosa um tað í Føroyum.
Tað ávirkar eisini bústað
arviðurskiftini í Havnini.
Airbnb er nú bannað ella av
markað í fleiri evropeiskum
býum, tí tey lokalu fáa ikki
eitt stað at búgva í. Slík
viðurskifti má politiski
myndugleikin í Føroyum
eisini taka støðu til.
OYTINGAR