mikudagur 9. mai 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
15
hvønn týdning broytingarnar í
arktiska økinum væntandi fáa fyri
Føroyar. Útgreiningin fekk heitið
“Føroyar – eitt land í Arktis. Møgu
leikar og avbjóðingar” og var hon
liðug á vári 2013.
Ein teirra, ið sat í serfrøðinga
bólkinum, ið veitti aðalráðnum ráð
geving og leiðbeining í sambandi
við útgreiningina, var Marita Ras
mussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Sum forkvinna í Vinnuhúsinum
er hennara hugsan ikki broytt tey
síðstu árini. Møguleikarnir fyri
føroyska vinnuna í sambandi við
nýggju siglingarleiðirnar eru stór
ar.
- Tær broytingarnar, ið man
sær í Arktis og tær, man væntar
fara at koma, fara sannlíkt at hava
serliga stórar broytingar fyri flutn
ingsmynstrið í heimshøpi. Broyt
ingarnar í flutningsmynstrinum
koma at skapa nakrar møguleik
ar fyri serliga maritimu tænastu
vinnurnar at bjóða seg fram, ið aft
ur fara at geva eitt stórt spinoff til
restina av føroysku tænastuvinn
uni, sigur Marita Rasmussen.
Tænastudepil
Tað er serliga økta skipaferðslan
framvið og nærhendis Føroyum,
ið stjórin í Vinnuhúsinum sær
vinnuligar møguleikar í. Føroyar
skal vera ein Service hub ella tæn
astudepil fyri útlendsku skipa
ferðsluna, ið fer framvið Føroyum.
- Tað er serliga maritima vinnan
og tær vinnurnar, knýttar at henni,
ið fara at fáa vinning burtur úr
broytingunum í Arktis. Tað, sum
man arbeiðir við í vinnuni, er at
bjóða seg fram sum ein Service
hub. Tá koma allar møguligar
vinnugreinar inn í spæl. Ikki bara
tað maritima men allar veiting
arvinnur, sum í dag liggja undir
ali- og fiskivinnuni. Tær verða
eftirspurdar í sambandi við ym
iskar tænastur til hendan partin
av skipaferðsluni, sigur Marita
Rasmussen og remsar nakrar teirra
upp.
- Her er talan um skipasmiðjur,
byggi- og handverksvinnu av ym
isku slagi, handilsvinnu, veiting av
provianti, flutningsvinnu av fólki
til og frá landi, ferðavinnu, nýggjar
útbúgvingar o.s.fr. Ein slíkur tæn
astudepil er sum ringar í vatninum
og smittar av á aðrar vinnur, sigur
Marita Rasmussen.
Harumframt hava føroyskir
sjómenn ríkar royndir frá teimum
farleiðum, ið fleiri feløg nú ynskja
at sigla á.
- Eins og okkara grannalond, so
hava vit førleikarnar at reka vinnu
í truplum umstøðum. Vit hava
royndir at føra skip í avbjóðandi
veðurumstøðum. Tað verður ein
eftirspurdur førleiki í framtíðini,
so har eru nakrir møguleikar, ið
vit kunna gagnnýta, sigur stjórin
í Vinnuhúsinum.
Er longu til staðar
Eitt av tí, ið talar fyri, at føroyska
samfelagið megnar at lofta hesari
uppgávu, er, at allar umstøðurnar
eru longu til staðar. Tær tænastur,
ið eru í einum slíkum tænastudepli,
veita longu tænastur til fiski- og
alivinnuna.
- Tá ið man tosar um menning
av vinnulívi, so er tað ein øgiliga
stórur fyrimunur, um man kann
byggja á okkurt, ið longu er har,
ella halda fram við at menna eina
tænastu, ið man mentanarliga ella
vinnuliga hevur fingist við øgiliga
leingi. Tá hevur man longu nakrar
førleikar innbygdar í fólkinum, og
vinnan skilir, hvat krevst av henni,
sigur Marita Rasmussen.
Marita Rasmussen vísir á før
oyskar fyritøkur, ið arbeiða innan
oljuvinnuna, sum eitt dømi um, at
tað er eingin orsøk at bíða við at
koma í gongd.
- Um vinnan klárar at bjóða seg
fram, so fer hon alla tíðina at vaksa.
Vit síggja tað viðvíkjandi føroysku
oljuvinnuni. Tá føroyingar í nítiár
unum fóru at tosa um olju, mentist
ein veitingarvinna til oljuvinnuna,
hóast vit ikki útvinna olju. Ein
vinna, ið klárar seg í dag. Tað er
ikki klassiskt búskaparligt ástøði,
ið sigur, at tað ber til. Hon sigur, at
tað er út frá tí, man hevur, at man
mennir seg. Her hava vit klárað at
ment eina vinnu, uttan at høvuðs
vinnan yvirhøvur er virkin í Føroy
um, sigur Marita Rasmussen.
Muga bjóða okkum fram
Um tað skal eydnast føroysku
vinnuni at gera seg galdandi í teim
um nýggju møguleikunum, ið arkt
iska økið hevur at bjóða, so muga
føroyskir politikarar, vinnulívsfólk
og onnur verða klár at taka av
møguleikanum og bjóða seg fram.
- Um vit ikki halda okkum fram
at, um man politiskt ikki luttekur
á røttu støðum, og um vinnan ikki
bjóðar seg fram, so er møguleiki
fyri, at hesin møguleikin gleppur
okkum úr hondum. Men um vit
politiskt og vinnuligt eru klár at
átaka okkum hesar avbjóðingar,
so eru vit á rættari kós. Føroyskt
vinnulív er tiltikið fyri at vera
fleksibult og duga at gagnnýta
møguleikar, so eg vænti at før
oyska vinnulívið skal klára tað.
Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri
í Vinnuhúsinum, um nýggju vinnu
ligu møguleikarnar í Arktis.
Marita Rasmussen vísir á, at
føroyska vinnulívið longu hevur
klárað fyrstu royndina og prógva,
at hon er før fyri at veita teir før
leikar og tænastur, ið altjóða fyri
tøkur krevja. Tað gjørdi hon, tá
oljupallurin West Hercules var á
Skálafjørðinum til umvælingar.
- Vinnulívið prógvaði, at tað er
klárt, tá tað megnaði uppgávurnar
í sambandi við umvælingarnar
av West Hercules. Tað eydnaðist
ómetaliga væl og vóru tað ein ør
grynna av fyritøkum kring alt
landið, ið luttóku í verkætlanini,
sigur Marita Rasmussen.
Viðvíkjandi tí politiska arbeið
inum, so letur stjórin í Vinnu
húsinum eisini væl at tí, ið
starvsfólkini í Vinnu- og Uttan
ríkisráðnum gera.
- Tað hevur týdning, at man
fylgir væl við í gongdini, so man
veit hvat gongur fyri seg. Tað er
mín fatan av støðuni, at tað gera
starvsfólkini í Uttanríkis- og
Vinnumálaráðnum. Tey fylgja væl
við og tað er ráðstevnan í vikuni
eitt gott dømi um, sigur Marita Ras
mussen.
Tilbúgvingin er avbjóðingin
Meðan stjórin í Vinnuhúsinum sær
stórar møguleikar í at menna ver
andi vinnur í Føroyum í sambandi
við øktu skipaferðsluna, so er hon
eisini varug við, at økta skipaferðsl
an setur nøkur eyka krøv til før
oysku tilbúgvingina.
- Tað er ein avbjóðing hjá okkum,
men tað er sanniliga eisini ein av
bjóðing hjá grannalondunum. Tað
verður nógv kjakast og arbeitt við
tí millum londini í Arktis. Tað er
ein sannroynd, at tað er neyðugt
við eini góðari tilbúgving bæði her
á landi og í grannalondunum, tí um
ein vanlukka hendir, so muga vit
vera før fyri at handfara tað skila
gott, so bæði náttúran og fram
leiðslan hjá okkum ikki kemur í
vanda, sigur Marita Rasmussen.
Men aftur her metir Marita Ras
mussen, at politiski myndugleikin
tekur uppgávuna í álvara og ger sítt
til at fyrireika føroyska samfelagið
til øktu skipaferðsluna.
- Vit hava eina ávísa tilbúgving
í Føroyum, og í fjør setti Fíggjar
málaráðið ein tilbúgvingarleiðara
í starv. Harumframt hava vit
tyrlutænastuna og bjargingar
skipini, men avbjóðingin er at fáa
skipanirnar at tosa saman, so tær
er klárar, um okkurt gongur galið,
sigur Marita Rasmussen.
- Tá ið man tosar um menning
av vinnulívið, so er tað ein
øgiliga stórur fyrimunur, um
man kann byggja á okkurt, ið
longu er har, ella halda fram við
at menna eina tænastu, ið man
mentanarliga ella vinnuliga
hevur fingist við øgiliga leingi.
- Vinnulívið prógvaði, at tað er
klárt, tá tað megnaði uppgávurnar
í samband við umvælingarnar
av West Hercules. Tað eydnaðist
ómetaliga væl og vóru tað ein
ørgrynna av fyritøkum kring alt landið, ið luttóku
í verkætlanini
NNAN ER KLÁR