mikudagur 9. mai 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
16
TEMA
Føroyar og Arktis
Norðurlond standa saman
- Í Norðurlondum hevur man eina langa siðvenju fyri samstarvi. Vit hava samstarv
innan dálkingartilbúgving á sjónum, ið er fevnd av Keypmannahavnaravtaluni, og
so eru vit við í Nordred, ið er ein sokallað musketeravtala, ið inniber, at um man
ikki megnar at loysa eina uppgávu við egnum tilfeingi, so kann man fáa hjálp
frá hvørjum øðrum. Tað sigur Andrass Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipari.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
V
æntað verður, at skipa
ferðslan
g jøgnum
føroysku sjóøki fer
at vaksa munandi, tá
lættari verður at sigla eftir ver
andi siglingarleiðum í Arktis. Tað
gevur nakrar møguleikar fyri
føroyskt vinnumál, men tað set
ur eisini stór krøv til føroyska til
búgvingina, um nú ein vanlukka
hendir í føroyskum sjóøki.
Andrass Marr Poulsen, ið síðsta
árið hevur røkt starvið sum sam
skipari fyri føroysku tilbúgvingina,
upplýsir, at hóast tað ikki verður
arbeitt málrættað við at menna
tilbúgvingina í samband við, at
skipaferðslan helst fer at økjast,
so verður ymiskt gjørt við tað.
- Eg vil ikki siga tað verður ar
beitt málrættað við tí, men vit eru
tilvitað um tað. Vit hava eisini
fingið ein fyrispurning frá Norð
urlandaráðnum, har tað verður
viðmælt, at fara undir eina norð
urlendska verkætlan, har man
kortleggur og nágreinar hvat man
hevur av SAR útgerð og hjálp í
Norðurlondum og hvussu man
kann fíggja eina nøktandi SAR til
búgving, sigur Andrass Marr Poul
sen.
SAR er ein stytting fyri Search
and Rescue, og sambært føroysku
tilbúgvingarsamskiparanum, so
hava Norðurlond í fleiri ár sam
starva um slíka tilbúgving.
- Í Norðurlondum hevur
man eina langa siðvenju fyri
samstarvi. Vit hava samstarv
innan dálkingartilbúgving á
sjónum, ið er fevnd av Keypmanna
havnaravtaluni, og so eru vit við í
Nordred, ið er ein sokallað musk
eteravtala, ið inniber, at um man
ikki megnar at loysa eina uppgávu
við egnum tilfeingi, so kann man
fáa hjálp frá hvørjum øðrum, sigur
tilbúgvingarsamskiparin.
Harumframt hava Norðurlond
eisini givið hvørjum øðrum lyfti
um, at um tørvur er á tí, so skulu
tey hjálpa hvørjum øðrum.
- Norðurlond undirskrivaðu
eina yvirlýsing fyri nøkrum árum
síðan um solidaritet. Tá gav man
hvørjum øðrum hondina og lovaði
at hjálpa, um tørvur var á tí.
Tann avtalan hevur sín uppruna
í Stoltenberg-frágreiðingini frá
2009, har hann mælti til eitt betri
samstarv innan tilbúgving millum
Norðurlond, sigur Andrass Marr
Poulsen.
Eru væl fyri
Hóast Føroyar sostatt hevur av
talur og er í samstarvi við Norður
lond um okkurt skuldi hent, so er
tað óvist, um Føroyar hevur tørv
á hjálp frá norðurlendska sam
starvinum, metir Andrass Marr
Poulsen. Um ein vanlukka hendir
í Føroyum, so hevur tilbúgvingin
tvey skip, Tjaldur og Brimil, tvær
tyrlur og teir smærru bátarnar, ið
bjargingarfeløgini eiga, ið kunna
sendast avstað. Harumframt kann
tilbúgvingin heita á sivil skip, ið
eru í nánd, um at hjálpa.
- Tá vanlukkan rakar, so sendir
man alla tí hjálp, ið er í nánd, á
staðið. Harumframt hava vit eisini
samstarv við íslendingar. Um okk
urt er á vási, so kunna vit heita á
teir um hjálp og teir á okkum. Og
so hava vit donsku sjóverjuna, sum
í løtuni bara hevur verjuskip, men
sum eg havi skilt er ætlanin at fáa
eina tyrlu til Føroyar í 2020, sigur
Andrass Marr Poulsen og leggur
afturat.
- Spurningurin er um ein hend
ing kann vera so stór í Føroyum,
at tað er neyðugt við Nordred av
taluni, tí vit hava eisini eina avtalu
við Beredskabstyrelsen í Danmark,
um at teir senda hjálp og útgerð
hendan vegin um tørvur er á tí,
sigur Andrass Marr Poulsen.
Tilbúgvingarsamskiparin vísur
tó á, at um ein størri vanlukka
hendir úti við markið, so kann tað
gerast ein avbjóðing, men leggur
samstundis dent á, at tað ikki bara
er galdandi fyri Føroyar.
- Um nakað hendir á okkara øki
og tað er heilt úti við markið, so fer
tað at ganga rúm tíð áðrenn man
fær alla hjálpina út á staðið. Tað
er ein trupulleiki, ið øll lond við
stórum sjóøkjum hava, men tá hava
vit eisini avtalur við íslendingar og
bretar um at fáa útgerð og hjálp frá
teimum. So útgerðin er har, sjálvt
um alt ikki kemur frá okkum, sigur
Andrass Marr Poulsen.