mikudagur 9. mai 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
17
Føroyar eru portrið til Arktis
- Vit hava eina langa siðvenju at vera í hesum økinum og hava troytt
høvini í tí arktiska økinum, áðrenn nakar annar gjørdi tað. So eitt natúrligt
tilknýti hava vit, sjálvt um vit liggja í útjaðaranum av arktiska økinum, og
ikki kunnu kalla okkum arktisk á sama hátt sum Grønland og Kanada. Tað
sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
P
oul Michelsen, lands
stýrismaður í uttanríkis-
og vinnumálum, var
saman við fyrrverandi ís
lendska forsetanum Ólafur Ragn
ar Grímsson, ið nú virkar sum for
maður fyri Arctic Circle, vertur fyri
stóru Arctic Hubs ráðstevnuni í
Norðurlandahúsinum, har yvir 100
útlendskir gestir vóru savnaðir at
viðgera evnir, ið eru viðkomandi
fyri londini í arktiska økinum.
Hóast Føroyar ikki hava eitt
eins sterkt tilknýti til Arktis, sum
til dømis Grønland hevur, so vísir
landsstýrismaðurin á, at Føroyar
hava eitt natúrligt tilknýti til hend
an partin av heiminum.
- Vit hava eina langa siðvenju
at vera í hesum økinum og hava
troytt høvini í tí arktiska økinum,
áðrenn nakar annar gjørdi tað.
So eitt natúrligt tilknýti hava vit,
sjálvt um vit liggja í útjaðaranum
av arktiska økinum, og ikki kunnu
kalla okkum arktisk á sama hátt
sum Grønland og Kanada. Tey
hava eina aðra støðu, men vit
liggja á kantinum og eru portrið
til Arktis, sigur Poul Michelsen.
Eins og Marita Rasmussen,
stjóri í Vinnuhúsinum, vísir á aðra
staðni í blaðnum, so metir lands
stýrismaðurin, at tað serliga er
økta skipaferðslan í norðurhøvum,
ið eru viðkomandi fyri Føroyar.
- Um man hyggur eftir skipa
ferðsluni, og hvussu hon fer at
mennast í framtíðini, so er eingin
ivi um, at vit í framtíðini kunna
fáa gagn av tí tænastustigiði, sum
vit sum samfelag eru før fyri at
veita. Vit koma at liggja væl fyri,
óansæð um man siglir eystanfyri
Grønland niður gjøgnum sundið
ella vestanfyri norðurum Kanada,
sigur Poul Michelsen.
Muga taka fyrilit
Hóast broyttu umstøðurnar í
Arktis lata dyrnar upp fyri fleiri
møguleikum, so ávarar Poul
Michelsen eisini um, at tað eisini
hevur við sær nakrar vandar, ið
arktisku londini muga taka í álvara.
- Vit muga vera vakin og ansin
við tí búskapi, sum fer at virka
her í framtíðini við fleiri ymiskum
aktørum og londum, ið gera íløgur.
Tað er eisini ein javnvág millum at
ásanna, at tað eru møguleikar til
nýtt virksemi, men samstundis
viðurkenna, at vit eru uppi ímóti
stórum náttúruavbjóðingum við
teimum avleiðingum, ið ísbráðn
ingin hevur. Vit fylgja væl við tí
og veita okkara íkast til gransking
innan tað, sigur Poul Michelsen.
Tað, at altjóða fyritøkur og onn
ur lond hava stóran áhuga í at gera
íløgur í arktiska økinum, er eisini
nakað, ið vit muga vera ansin við,
metir landsstýrismaðurin.
- Vit muga tryggja, at vit sum
búgva í Arktis fáa eitt framtíðar
samfelag, ið verður merkt av virð
ing fyri tí at búgva her, og at vit
ansa eftir, at vit ikki liggja eftirá av
øðrum stórveldum, ið kanska hava
minni atlit til okkum, ið búgva her,
greiðir landsstýrismaður frá.
Ávirkar ikki
ríkisfelagsskapin
Stórur altjóða áhugi hevur seinni
árini verið við Grønland og tí
natúrliga ríkidøminum, ið finst í
undirgrundini, eftir at ísurin er
byrjaður at bráðna og hevur gjørt
tað lættari at virka í Grønlandi.
Men hóast stórveldir og altjóða
fyritøkur nú venda eyguni móti
norðasta partinum av ríkisfelags
skapinum, so metir Poul Michel
sen ikki, at nýggja støðan hjá
Grønlandi og Føroyum í arktiska
økinum leggur meira trýst á ríkis
felagsskapin.
- Vit hava trý trin í hasum.
Grønland er mitt í øllum og er av
náttúrugrundum arktiskt. Tey
føla, at tað eru tey, ið eiga røddina
og rættin at vera umboðað. So eru
tað vit, sum eru í útjaðarunum av
økinum, og eisini meta vit hava
rætt at vera við. Og so hevur man
danir, ið lítið og einki tilknýti hava
til Arktis, lýsir Poul Michelsen
støðuna, áðrenn hann heldur fram.
- So har er eitt sindur av spenn
ingi, tí grønlendingar síggja seg
eitt sindur kroystar afturúr, tí
Danmark umboðar okkum. Tað er
ikki nøktandi, men um tað setur
størri trýst á samstarvið í ríkis
felagsskapinum ivist eg í. Eg havi
eina grundleggjandi meining um,
at tað ger tað alla tíðina, tá vit ikki
sleppa at umboða okkum sjálvi og
hava førleikarnar til tað, men í hes
um samanhangi havi eg ikki upp
livað nakað serligt.
- Vit koma at liggja væl fyri, óansæð
um man siglir eystanfyri Grønland
niður gjøgnum sundi ella vestanfyri
norðurum Kanada
- Vit muga tryggja, at vit sum búgva í Arktis fáa eitt framtíðar samfelag, ið verður merkt av virðing fyri tí at búgva her og
at vit ansa eftir, at vit ikki liggja eftirá av øðrum stórveldum, ið kanska hava minni atlit til okkum, ið búgva her