Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 10. november 2004 23 Nýtt fótbóltsfelag í Vágum Umleið 60 fólk vóru komin saman á fundi í skúlanum á Gilja- nesi mánakvøldið. Endamálið við fund- inum var at stovna nýtt fótbóltsfelag FÓTBÓLTUR Edvard Joensen Vágar: FS Vágar er farið í søguna. FS Vágar er risið uppaftur og fer at luttaka í lands- kappingini komandi kapp- ingarár. Eitt sindur ørkymlandi kanska, men ikki verri enn tað plagdi at vera, tá for- sætrisráðharrin fyrr boðaði frá, at kongaskifti hevði verið: »Kongen er død. Kongen længe leve«, plagdi hann at rópa. Í kjalarvørrinum á tí málinum, sum verið hevur um lutøkuna í aðru deild, eftir at samstarvið millum SÍF og MB er slitnað, varð stevnt til fund á Giljanesi til tess at fáa nýtt felag strovn- að, so meldast kundi til landskappingina komandi, áðrenn freistin er úti tann 19. november. Ymsar fyriskriftir skulu haldast, og tí var átrokandi neyðugt at arbeiða skjótt. Felagið varð stovnað eftir galdandi reglum. Tí syrgdi løgfrøðingur fyri. Fyribils nevnd varð vald, sum fekk álagt at fáa endaligu við- tøkurnar og tað, sum harvið fylgir, klárar fyrst í kom- andi ári. Fundurin var fjølmentur, og hann samtykti einmælt ta arbeiðsgongd, sum ein arbeiðsbólkur legði fram. Nýggja felagið eitur Fót- bóltssamtakið Vágar, stytt FS Vágar ella FSV, og hev- ur heimstað í Miðvági. Felagið fer at leggja seg eftir at luttaka í øllum kappingum í vaksnamanna- deildunum hjá bæði kvinnum og monnum niður til unglingar ella dreingir. Tey smáu fara at leika í bygdarfeløgunum. Felagið er ætlað at fevna um Vesturøkið, sum er Vágar og vestursíðan á Streymoynni. Og at áhugi er hinumegin Vestmanna- sund eisini, sást av, at eisini fólk haðani var á fundi, og ein kvívíkingur varð eisini valdur í fyrstu nevndina hjá nýggja FS Vágum. Eitt tað fyrsta, nevndin i nýggja felagnum fer at gera, er at søkja felagum limaskap i Fótbólssam- bandinum. Fjølmenti stovningarfundurin tók einmælt undir við at stovna nýggja fótbóltsfelagið FS Vágar Mynd: Edvard Joensen Føðingardagurin er 9. desember, men longu komandi vikuskiftið verður felagið á Torg- inum í SMS FIMLEIKUR tíðindaskriv Fríggjadagin verður tom- bola og hugnabásur. Leyg- ardagin verður tombola, hugnabásur, saltokapping, og stafettkapping á hond- unum millum fimleika- feløgini. Havnar Fimleika- felagi hevur boðið hinum fimleikafeløgunum í land- inum av, í einari saltokapp- ing og í stafett á hondun- um. Eisini verður møguligt at vinna ein ferð við Atlantic Airways, um tú svarar spurnarblaðnum, sum fæst á torginum. Hugnabásur og tombola Havnar Fimleikafelag fer at vísa nakrar gamlar og nýggjar myndir, umframt at felagið fer at hava nakrar upplýsingar um felagið hesi árini, so sum hvørjir formenn hava verið og hvørji mannaði fyrstu nevndina. Eisini verður møguligt at seta seg niur og fáa eitt prát við kend andlit úr felagnum. Afturat hesum verður tombola á skránni. Kappingar á torginum Leygardagin kl. 12.00 leygarmorgun verður ein saltokapping sett í gongd. Felagið hevur sett hinum fimleikafeløgunum í land- inum stevnu og skulu tey í 2 minuttir, vita hvørt felag klára at gera flest saltoir. Feløgini fáa møguleika at nýta 3 fimleikarar. Bæði gentur og dreingir kappast. Eisini verður stafettkapp- ing. Hendan kemur at ganga fyri seg soleiðis, at fimleikararnir skulu ganga kapp á hondum. Vinnarar- nir fáa gávukort frá Bow- linghøllini. Myndainnsavning Felagið er farið í holt við at gera sær eitt myndasavn. Endamálið er fyrst og fremst at ogna sær myndir- nar, men um 5 ár, á 100 ára degnum felagsins, er ætl- anin at hava stóra mynda- framsýning, og er felagið tí áhugað at fáa so nógvar myndir sum gjørligt. Um onkur liggur inni við mynd- um, eru tey vælkomin at koma niðan á torgið við teimum. Felagið syrgir fyri at taka avrit av myndunum, so eigarin fær sína mynd aftur. Havnar Fimleikafelag fyllir 95. Annfinn skal venja MB MB hevur gjørt avtalu við Annfinn Danielsen, um at hann skal verða ung- dómsvenjari hjá fel- agnum. Annfinn Danielsen hevur seinastu árini verið í starvi hjá KÍ, har hann somuleiðis hevur tikið sær av yngru deildunum. Undan hesum var hann í drúgt áramál venjari hjá yngru deildunum í B36, har hann eisini sat í ung- dómsnevndini í fleiri ár. -jm Bara fimm møttu upp Henrik Gerster kundi helst ynskt sær eina betri byrjan, nú hann skal taka sær av A-landsliðnum í manshondbólti. Fyrstu venjingarnar vóru um vikuskiftið, men av teimum 21 leikarun- um, sum høvdu fingið boð, møttu bara fimm leikarar upp. Útvarpið visti mána- dagin at siga, at øll av- boðini tó vóru sambært avtalu við venjaran. Antin tí leikarar vóru skaddir, ella tí teir vóru burtur- staddir. -jm Wenger undir ákæru Arsenal-venjarin Arsene Wenger verður nú ákardur av enska fótbóltssam- bandinum FA fyri ósport- sligan atburð í sambandi við rokdystin millum Manchester United og Arsenal herfyri, sum United vann 2-0. Eftir dystin fanst Ar- senal-venjarin hvassliga at hollendska áleyparan- um hjá United, Ruud van Nistelrooy, serliga fyri eina takling á Ashley Cole hjá Arsenal. Nistelrooy hevur fingið tríggjar daga leikbann fyri hesa takling, men Wenger hevði eisini at atburðinum hjá Van Nistelrooy sum heild. Tá ið málið móti Arsene Wenger er avgreitt, er síðsta orðið í sambandi við rokdystin eisini sagt, verður sagt úr enska fót- bóltssambandinum. -tn Joel í Tottenham Tað er nú greitt, at hol- lendingurin Martin Jol tekur við sum venjari í enska felagnum Totten- ham eftir franskmannin Jacques Santini, sum í farnu viku segði seg úr starvinum av persónligum orsøkum. Enskir miðlar hava gitt, at orsokin til uppsognina hjá Santini var trupul- leikar í samstarvinum við ítróttarstjóran í Totten- ham, danan Frank Arne- sen, men hetta hevur dan- in víst aftur. Martin Jol var hjálpar- venjari hjá Santini, og nú hevur leiðslan í Totten- ham so avgjort, at hol- lendingurin skal taka við eftir fransktannin. -tn 23 Við sigri á Fleyr syrgdu sørvingar fyri, at tað fyrst og fremst eru teir, sum skulu taka dystin upp við klaksvíkingar FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Einki er at siga til, um teir á besta mansliðnum hjá Fleyr iðraðu seg sunnudagin. Teir høvdu so dyggiliga havt takið á SÍ, og við 2-0 leiðslu tóktust stigini ikki vera í vanda. Men sørving- ar megnaðu at koppa øllum á høvdið, soleiðis at talan gjørdist um 3-2 sigur til gestirnar. Dysturin varð sagdur at vera tann, sum skuldi gera av, hvat av feløgunum skuldi verða avbjóðarin hjá Mjølnir. Klaksvíkingarnir hava higartil í ár vunnið heimadystir móti bæði SÍ og Fleyr, men enn eru so tríggjar uppgerðir móti hvørjum parti eftir. Og hesaferð vórðu tað so teir í SÍ, sum komu betri frá uppgávuni. Sum sagt, so hevði Fleyr takið. Og kanska skuldu teir havt vunnið. Men SÍ vildi ikki geva skarvin yvir. Sjálvt tá tað sá svartast út, so stríddust teir fyri hvørjum bólti, og tað gav eisini úrslit at enda. Í botninum hittust Fram og ÍF, og her varð staðfest, at ÍF í løtuni tykist vera veikasta liðið í deildini. Nýtt fólk skal spælast inn, og tað hevur vanliga við sær, at úrslitini eru í lakara lagi í eina tíð, og tað mugu fuglfirðingar so smyrja seg við í løtuni. Úrslit Meistaradeild menn Fram-ÍF 3-1 (25-19, 19-25, 25-22, 25-21) Fleyr-SÍ 2-3 (25-23, 25-21, 12-25, 25-27, 11-15) Við tryggum 3-0 sigri í Trongisvági setti Mjølnir í fyrstu atløgu skápið upp á pláss FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Talan var um veruligan toppdyst í Trongisvági, tá Mjølnir kom suður á vitjan. Júst TB og Mjølnir hava seinnu árini verið støðug frammi í føroyska hond- bóltsoddinum, og undan hesum dystinum høvdu bæði eisini fult stigatal eftir fyrstu dystirnar., Bæði høvdu tey tó víst veikleikar í løtum, og tí var spurningurin kanska, hvør teirra í størstan mun hevði megnað at rudda hesar úr spælinum undan oddadyst- inum. Og til tann spurningin er svarið, at tað hevði Mjølnir helst. Klaksvíkskvinnurnar vóru snøgt sagt greitt omaná frá fyrsta bríksli. Munurin millum liðini var somikið stórur, at talan als ikki gjørdist um ta spenn- andi uppgerðina, sum mong høvdu vónað, og ikki minst mundi talan fyri mongu heimaáskoðararnar vera um stórt vónbrot. KÍF er væl fyri Tapið førdi við sær, at TB datt eitt pláss niður á talv- uni. KÍF hevur nevnliga havt góðan byrð í seinast- uni, og tær vunnu aftur um vikuskiftið. Hesaferð var tað ÍF, sum vitjaði í Hoyvíkarhøllini, og tó at tær royndu at stríðast, so fingu tær ikki gjørt stór- vegis við heimaliðið. Ein tryggur 3-0 sigur gjørdist úrslitið, og so er spurning- urin, hvørt KÍF megnar at halda dampinum uppi kom- andi vikurnar. Næsti dystur- in er á útivølli móti Mjølni, og tað kann í øllum førum gerast trupul uppgáva. Seinasti dysturin hetta vikuskiftið var á Giljanesi, har fyrsta lokaluppgerðin í bestu kvinnudeildini var á skránni hjá Drátti og SÍ. Ikki óvæntað, so var tað Dráttur, sum vann dystin. Tey bæði fyrstu settini var ikki stór- vegis at tosa um, men í triðja settinum var tó um reppið, at SÍ fekk nakað burturúr. Úrslit Meistaradeild kvinnur Dráttur-SÍ 3-0 (25-14, 25- 14, 25-23) KÍF-ÍF 3-0 (25-18, 25-15, 25-22) TB-Mjølnir 0-3 (17-25, 17- 25, 22-25) Nr. 215 • hósdagur • 4. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo SÍ er avbjóðarin Mjølnir skræddi seg avstað Borðtennisúrslit Kappingarárið í borðtenn- is byrjaði um vikuskiftið við fyrsta umfari av fimm í Grand Prix kappingini Umleið 70 leikarar møttust til kappingarnar í Tórshavn, har fyrsta um- far í Grand Prix kapping- ini varð avgreitt. Bólkavinnararnir vórðu hesir: Bólkur J: Marin Bratta- líð, TBF, Bólkur I: Rasmus Potts, TBF, Bólkur H: Magnar Hentze, TBF, Bólkur G: Tróndur Tumm- asarson, TBF, Bólkur F: Páll Heri Nólsøe, TBF, Bólkur E: Teitur Justinus- sen, TBF, Bólkur D: Rói Agnarson, TÓR, Bólkur C: Christian Mouritsen, TÓR, Bólkur B: Gunnar í Dali, TBF, Bólkur A: Peter Niclasen, TÓR Tryggingarfelagið Før- oyar og Føroya Sparikassi stuðlaðu kappingini við vinningum. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 4 4 - 0 12 3 9 8 2 KÍF 4 3 - 1 9 5 4 6 3 Dráttur 4 2 - 2 10 7 3 4 4 TB 3 2 - 1 6 4 2 4 5 ÍF 3 0 - 3 2 9 -7 0 6 SÍ 4 0 - 4 1 12 -11 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 3 3 - 0 9 1 8 6 2 Fleyr 4 2 - 2 8 6 2 4 3 SÍ 3 2 - 1 7 5 2 4 4 Fram 3 1 - 2 3 7 -4 2 5 ÍF 3 0 - 3 1 9 -8 0 Tað var ikki altíð, at TB fekk lagt eitt nóg stórt trýst á Mjølnir. Her er blokkurin í øllum førum langt burturi Mynd: Áki Bertholdsen C M Y K 22