mikudagur 9. mai 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
19
EYÐUN KLAKSTEIN
Í
Keypmannahavn verður ein
kendur føroyskur yrkjari
funnin deyður, og stutt eftir
doyr ein føroysk mentakona
undir løgnum umstøðum. Tey
bæði kendust og doyggja dag um
dag. Hvør er orsøkin til, at tey eru
deyð, er nakað illgrunasamt áfatt,
og hvar leiða slóðirnar og træðrir
nar í teirra viðurskiftum.
Steintór Rasmussen hevur
skrivað triðju krimibókina í bindi
klubbarøðini, »Horvna rósan«, og
hesaferð stendur nógv upp á spæl
hjá høvuðspersónunum í bókini.
Umframt at lýsa eitt serstakt
mentanarumhvørvi, letur bókin
eisini nakrar lagnusøgur upp – søg
ur við kærleika, sviki og ráðagerð
um, sum í evstu avleiðing kunnu
føra til brotsverk.
Steintór Rasmussen var sjálv
ur bitin av hugskotinum og
søgugongdini, og tí kendist tað
eisini spennandi at skriva hand
ritið.
– Eg kendi meg heima í stórum
pørtum av bókini og fekk livað
meg inn í støðuna hjá fleiri av per
sónunum. Flest allir føroyingar
munnu hava eina minni dámliga
síðu. Eisini tey, sum mála vakrar
málningar ella skrivar hugtakandi
sangir, sigur hann.
– Vangamyndin sigur ikki allan
sannleikan. Soleiðis er eisini hjá
fólkum, sum sita í ábyrgdarfullum
størvum ella skulu varða av
mentanini og listini í landinum.
Frændaveldi ella ein sokallaður
vina- og kenningapolitikkur er ikki
nakað nýtt fyribrigdi í Føroyum.
Tað kann sjálvandi vera freistandi
at seta nøvn og andlit á fólkini í
søguni. Men spyrt tú meg, so er
sjálvandi talan um íspunnan veru
leika. Eg royni at lýsa eitt sam
felag og eina mentan, sum vit øll
eru við til at mynda, sigur virkni
rithøvundin í Klaksvík.
Tiltikni dropin
»Horvna rósan« er ein klassisk
krimisøga, men fyri bæði rit
høvund og lesara kann mentanar
umhvørvið, sum søgan gongur fyri
seg í, tykjast eins forvitnisligt og
dragandi sum sjálv krimigátan.
– Krimisøgum líkt er tað morð
gátan, sum skal skapa forvitni og
áhugan hjá lesaranum. Men tá
sjálvt gallaríið sprettur úr einum
kulturradikalum progressivum
umhvørvi, so er tað nógv spenn
andi at siga frá. Ikki minst tey
villu og veruleikafjaru 80’inum,
sum eg kenni væl frá mínum egna
lívi, og so tann hámentaða nútíðin,
har ávísir samfelagsbólkar hava
positionerað seg við sínum sterku
meiningum og politiskari ávirkan,
sigur Steintór Rasmussen.
– Tað, sum kortini til allar tíðir
er áhugavert, eru relatiónirnar
millum menniskju, og hvussu
tann einstaki fótar sær í sínum lívi.
Og tað veldst sjálvandi nógv um,
hvussu vit uppføra okkum yvir fyri
hvørjum øðrum.
– Solidariteturin broytir skap.
Kærleiki kólnar, og vit missa
áhugan fyri gomlum vinarløgum.
Men hvat tola vit av vónbrotum
og órætti? Tað er altíð dropin, sum
fær bikarið at flóta yvir. Orsøk skal
vera til okkara vónloysisøði. Hví
vit gerast skaðafróð, hatursfull ella
verða rakt av hevnisøku. Tá ið alt
verður tikið frá einum, er einans ill
gerðin og drápshugurin eftir, sigur
Steintór Rasmussen.
Svikaráð millum
skapandi fólk
Í bókini lýsir Steintór Rasmussen
eitt mentanarumhvørvi, sum
bæði kann tykist innbjóðandi og
spennandi, men sanniliga eisini
útihýsandi og køvandi – ja, stund
um samanetið um eliterar persón
ar, stuðulspengar og heiður.
Hvørjar tankar hevur tú gjørt
tær um hetta umhvørvi?
– Nógvar tankar og nógvar
royndir. Men tað skal kortini ikki
skiljast persónligt. Tað eru nógv
rættsinnað og dámlig fólk í tí
listaliga umhvørvinum, eisini mill
um tey fólkini, sum koma á pall í
krimisøguni. At summir samfelags
bólkar eru meiri sjálvhátíðarligir
er ikki nakað nýtt tíðarfenomen.
Men stættarstríðið í dag hevur
kanska fingið ein annan karakter.
Sjálvt millum væl útbúnar og høgt
mentaðar akademikarar verður
tosað hvønn annan eftir munni
num. Vit eru menniskju upp á
gott og ringt, óansæð hvar vit eru
hugsjónarliga ella politiskt. Eg eri
bangin fyri, at partískar primitivar
niðurstøður og svikalist eisini
trívist millum virkin og skapandi
mentafólk.
– Tað kann ikki vera forboðið
at skriva um bókmentafrøðingar,
listafólk, rithøvundar, tónleikarar.
Hesi er hvørki verri ella betri enn
bindiklubbakonan, sum arbeiðir í
fiski ella er gift einum sjómanni.
Gerandisdagurin er fullur av lyftis
brotum og mistøkum, men vanliga
klára vit at fyrigeva hvørjum øðr
um tað mesta. Meiri vandamik
ið og illgrunasamt verður, tá ið
serfrøðin tiltuskar sær vald, sum
hon onkusvegna misnýtir ella
ikki megnar at umsita. Og tá ið
persónlig áhugamál byrja at seta
dagsskránna í ráðum og nevndum.
– Í mínum krimisøgum er
tað ikki so nógv ein spurningur,
hvat eg sjálvur trúgvi ella meini
politiskt. Vinstrasinnað fólk hava
eisini egin áhugamál. Meiri enn so.
Tað finnast sjálvupptikin listafólk,
sum hugsa fyrst og fremst um seg
og síni. Nepotisma hevur til allar
tíðir verið. Helst í hvørjum fólka
ræði og sivilisatión. Fyri sovítt
eisini snobbarí. Sumt verður prís
að og viðurkent. Meðan nógvir
frálíkir málarar, rithøvundar og
tónasmiðir missa høvdið.
– Tann elitera listin verður van
liga tikin fram um ta meiri fólks
ligu. Tað snýr seg ikki einans um
skapanarhug, men eisini um játtan
ir og pengar. Oftani er tað meiri
navnið enn sjálv listin, sum hevur
týdning. Tað er spell. Fólk skulu
sjálv fáa ein møguleika at koma
við síni egnu hugsan. Tey flestu
munnu vita, hvat tykist vakurt ella
kennist gott ella rætt. Og so kunnu
vit lata tíðina vera tann hægsta
og mest rættvísa dómaran, sigur
Steintór Rasmussen.
Í bókini tykjast persónlig sam
bond at hava størri týdning enn
listin sjálv. Hvat hugsar tú um tað?
– Nei, eg veit ikki, um eg hugsi um
nakað ávíst. Tað er helst soleiðis, at
netverk, familja og vinabond hava
nógv at siga. Í summum førum
eisini átrúnaður og politikiskur
litur. Nøkur verða tikin framum
og onnur sett eftir. Tað er ov nógv
vit ella tit. Og fordómar trívast
allastaðni kring landið. Bæði á
gomlum bygdagøtum og í almenn
um glæsiligum bygningum. Men
ræðuligu avleiðingarnar av einum
dømandi og líkasælum frændaveldi
fari eg at lata lesararnir av »Horvnu
Rósuni« eiga til góða.
Hevur skrivað seg heitan
Tað eru liðin sløk tvey ár, síðani
Steintór Rasmussen skrivaði
fyrstu krimibókina, »Deyðin fer í
bindiklubb«, og í fjør kom onnur
bókin, »Hevndin úr havsins dýpi«.
Virkni rithøvundin hevur longu
gjørt triðju krimibókina lidna.
Rithøvundin heldur, at hann
hevur skrivað seg heitan, og
mongu skrivitímarnir hava kenst
hugaligir.
– Hóast tað liggja rættuliga
nógvir tímar og hampuligt stríð í at
skriva túsund síður av krimiskald
skapi, hevur gongdin hvørki verið
keðilig ella møðislig. Handlingin,
plottið og persónarnir eru komnir
til mín, tá ið eg havi sett meg við
telduna. Og eg havi notið mangan
løtuna. Tað hevur verið ólukksáliga
spennandi, men til tíðir eisini hart
og eitt sindur ræðandi. Hetta at
skula endavenda samfelagnum og
royna at koma inn um húðina á
mínum høvuðspersónum. Og alla
tíðina royna at vera erligur og bein
rakin í mínum lýsingum. Ja, og at
skula skapa og taka lív. Tað er sum
at ferðast inn í ein gudaheim. Men
so minni eg meg sjálva á, at hetta
er bara ein søga, sigur Steintór Ras
mussen.
Hann tykist ivaleysur í, at hann
er ikki liðugur at skriva krimisøgur.
– Eg fái neyvan steðgað nú.
Deyðin er neyvan heilt liðugur at
ganga í bindiklubb. So kanska ein
ella tvær bøkur koma afturat, sigur
hann.
Hvussu er lívið sum krimirit
høvundur?
– Tað skjóta svarið er spennandi.
Men framvegis kenni eg meiri til
eitt lív sum lærari. Eg havi ikki
fingið nakra starvsløn sum rit
høvundur, og sølan í Føroyum er
rættuliga avmarkað. Men eg kann
sjálvandi spæla mær við tankan, at
bøkurnar eina ferð verða týddar
ella filmaðar. So tú kanst spyrja
meg aftur um nøkur ár.
Sprotin gav tvær tær fyrstu
bøkurnar út, men ikki hesa triðju.
Hví tað?
– Ja, tað er ein áhugaverdur
spurningur. Kanska er svarið
»Horvna Rósan«.
Fordómar trívast
allastaðni kring landið.
Bæði á gomlum bygda
gøtum og í almennum
glæsiligum bygningum
Hóast tað liggja rættuliga nógvir
tímar og hampuligt stríð í at skriva
túsund síður av krimiskaldskapi,
hevur gongdin hvørki verið keðilig ella
møðislig, sigur Steintór Rasmussen
MYND: ÁLVUR HARALDSEN