Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018 SOSIALURIN 53 20 Mikudagin var eitt prinsipielt mál í Føroya rætti, har ein ungur persónur varð avhoyrd í einum máli um hóttanir móti journalisti hjá Miðlahúsinum. - Journalistar kunnu og skulu ongantíð finna seg í hóttanum av slíkum slagi, sigur Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum REDAKTIÓNIN Á SOSIALINUM F øroya rættur var miku­ dagin karmur um eitt rættar­mál móti einum kenn­ingi hjá løgregluni, sum varð skuldsettur fyri fleiri lógarbrot hendan dagin – eitt nú harð­skapi móti løgreglumanni, stuld­ur, innbrot og hóttanir um harð­skap móti einum journalisti. Pressufrælsið er ein umráðandi horna­steinur í samfelag okkara, og tí eru hóttanir av slíkum slag, sum koma orsaka av tíðindaflutningi sera álvarsamar. Tí er meginreglan í Miðla­húsinum og ivaleyst tvørtur um allan journaliststandin í Før­oy­ um, at hóttanir altíð skulu meldast til løgregluna. Hóttur fyri tíðindaflutning Tá ið ein journalistur hjá Miðla­ húsi­num í desember í 2016 skrivaði tíð­indi úr Føroya rætti, kostaði tað per­sónligar fyri viðkomandi. Málið, sum skrivað varð um, snúði seg um eina røð av innbrotum í Havn. Eftir at søgan hjá journalist­in­ um varð prentað í Sosialinum og publiserað á in.fo, fekk journal­ isturin hóttanir umvegis Face­ book. Her skrivaði ein av teimum ungu, sum vórðu dømd fyri mill­ um annað fleiri innbrot, at við­ kom­andi ”skuldi senda fólk eftir journalistinum”. Umframt, at tann ungi per­ són­urin, sum stendur aftanfyri hesa hóttan, varð avhoyrdur í Før­ oya rætti mikudagin, so vitnaði journalist­urin hjá Miðlahúsinum eisini um støðuna. - Eg kendi meg óróligan í døg­ un­um aftaná og upplivdi, at eg varn­aðist betur skuggarnar flyta seg uttan fyri vindeyguni heima, greið­ir journalistur frá. Umframt at vera skuldsettur fyri hóttanir, varð ungi persónurin eisini skuldsett fyri harðskapi móti politis­ti, fyri stuldur og innbrot. Pressufrælsi størstan týdning Hóast hóttanir av ymiskum slag eru meira og minni gerandiskostur fyri journalistar – eisini í Føroyum – so er hetta eitt prinsipielt mál kortini. Tí hóttanir um beinleiðis harðskap eru tíbetur ikki gerandiskostur. Her í Føroyum hótta vit ikki um at sláa tey niður, sum gera eitthvørt, sum vit eru ósamd í. Og frælsið hjá miðlunum at endurgeva og viðgera mál úr Føroya rætti er púra greitt eitt fræls­ið, sum vit eiga at verja um. Hetta er ein háttur at varpa ljós á tað, sum fyriferst í samfelagnum – eisini á skuggasíðunum. - Vit mugu og skulu vera náði­ leys, tá ið frælsið hjá miðlunum verð­ur hótt. Pressufrælsið kann verða hótt upp á nógvar mátar, og teir kreativu hættirnir fólk, fyri­tøkur og valdshavarar nýta í roynd­ini at tippa miðlarnar, eru nak­að, sum vit uppliva javnan. Í øllum førunum noyðast vit tó at brúka tey amboð, sum eru í sam­ felag­num, fyri at basa hesum. Tí tað kann ongantíð góðtakast, sigur Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum. RÆTTARMÁL Føroya rættur JOURNALISTUR Í MIÐLAHÚSINUM HÓTTUR VIÐ HARÐSKAPI