Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018 SOSIALURIN 53 21 ÁRNI GREGERSEN A lmennu Føroyar eiga nígg ju partafeløg, fimm partafeløg sum land­ið eigur part í og sjey stovnar og grunnar. Tað er ein av orsøkunum til, at vinnu­málaráðið setti ein arbeiðs­ bólk at gera tilmæli um, hvussu eigara­politikkur landsins eigur at vera. Feløgini og grunnarnir hava ein umsetning uppá 2,5 milljardir krón­ur. Samlaði eginpeningurin er um fýra milljardir krónur og 1100 starvsfólk arbeiða hjá gesum feløg­ um og grunnum. Hesi feløg og grunnar – ella fyri­ tøkur – eru á markinum millum al­men­na og privata geiran. Fleiri av fyri­tøkunum røkja uppgáqvur, sum eru av almennum slag og hava stóran týdning fyri samfelagið, men ofta er eisini ein annar meira vinnu­ligur partur, sum verður rikin undir somu korum, sum gjørt verður í privata geiranum. Harumframt er leiðsla og ábyrgdin av fyritøkunum hjá feløg­ unum eftir vinnufelagalógini brot á van­liga uppgávu- og ábyrgdarbýtið mill­um Løgting, landsstýrismann og fyrisiting, sum kann skapa iva um, hvør skal taka stig, um feløgini ikki verða rikin, sum væntað. Hesi feløgini og stovnar enda ofta í brennideplinum. Krøv og væntan­ir um, hvussu uppgávur skulu loysast, eru ofta øðrvísi enn tey krøv, sum verða sett til privatar fyri­tøkur. Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskot til eigarapolitikkin sigur, at tað kann hava fleiri fyri­ munir at leggja virksemiðí parra­ felag ella líknandi felag.. Tá ber til at leggja størri vekt á handils­lig atlit, tá ið avgerðir um rakst­ur og íløgur verða tiknar. -Landsins eigaraleiklutur eigur tí at verða útintur soleiðis, at teir fyrmunir, sum liggja í at nýta partafelagið, fáast burturúr, og at tað í mest møguligan mun slepst undan vansunum, skrivar bólk­urin. Hvør eigur avgerðirnar Tá ið landið skipar sítt virksemi í partafeløg ella vinnurekandi grunnar, so hevur hetta við sær, at reglurnar fyri almennum virksemi broytast. Partafeløgini koma tá undir vinnufelagslógina og ársroknskaparlógina, sum galda fyri leiðslu og fíggjarstýriung. Tað vil siga, at tá er tað ikki longur játtarnar- og rokn­skapar­ reglur­nar sum galda fyri almennu fyri­sit­ingina, sum galda. Heldur ikki galda vanligu fyri­ sit­ingarligu reglurnar fyri al­ mennu fyrisitingina, millum ann­ að. fyrisitingarlóg og innlitslóg, og almenningurin hevur tí ikki innlit í virksemið hjá feløgunum eftir teim­um reglunum.. Nýtsla av partafelagnum sum form­ligum karmi um fyritøkuna merk­ir tí, at virksemið varður lagt út um vanligu fyrisitingina til eina sjálvstøðuga leiðslu, og at rætturin hjá landinum at taka av­ gerðir viðvíkjandi felagnum verður útintur á aðalfundinum, her­undir at velja nevnd, og at tað er nevndin, sum hevur ábyrgdina av yvir­ skipaðu leiðsluni av felagnum. Løgting og landsstyrið hava tí ikki somu stýrings- og eftir­lits­ am­boð, sum annars innan vanligu fyri­stingina. Millum annað hevur hetta við sær, at sjálvt um lands­stýris­ maðurin hevur ábyrgd av einari al­mennari fyritøku, sum er skipað sum partazfelag, so hevur hann fulla ábyrgd av fyritøkuni, men fær í veurliekanum bert stýrt fyri­ tøkuni gjøgnum nevndarval á aðal­ fundinum. Arbeiðsbólkurin, sum Johan Dahl, landsstýrismaður upp­runa­ liga setit og poul Michelsen bað halda fram, er komin við tilmælum um, hvussu hesi feløg og stovnar skulu sdkiupast í framtíðini. Bólkurin sigur, at endamálið við eigara­ politikki landsins er: • at landið skal virka sum ein professionellur eigari, • at vinnufeløg landsins virka eins og eitt væl rikið privat vinnufelag, við atliti at munadyggum rakstri og íløgum (effektivtiviteti), gjøgnumskygni, og eftirmeting av náddum úrslitum í mun til sett mál, og • at tryggja, at kapping, - har tað er virkin kapping á einum marknaði – millum vinnufeløg landsins og privat vinnufeløg, fer fram á jøvnum føti. Landið eigur grunnar og partafeløg sum eru verd fýra milljardir krónur Eitt álit er gjørt um almenna eigarapolitikkin, sum nú fer at fáa politiska viðgerð Landið eigur níggju partafeløg 100 prosent: Føroya Tele Posta Atlantsflog Vága Floghavn Fiskaaling Vágatunnilin Eysturoyar- og Sandoyartunnlar Norðoyatunnilin Stovnar og grunnar: Framtaksgrunnurin Fíggingargrunnurin frá 1992 Føroyagrunnurin frá 1971 Føroya Realkreditstovnur Íleggingargrunnurin fyri Føroyar Bústaðir(Húsalánsgrunnurin) Búnaðargrunnurin Partafeløg, sum landið eigur part í: Smyril Line (16 prosent) Lív Holding (16,6 prosent) Tjaldur (3 prosent) Ítróttarvedding (20 prosent) Landið eigur Atlantsflog 100 prosent Í dag eigur landið einans 16 prosent av Smyril Line