mikudagur 9. mai 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
22
FÓTBÓLTUR
DANJAL AV RANA
F
øroysku fótbóltsfeløgini
halda seg ikki fáa nóg nógv
burtur úr at Kringvarp
Føroya vísir føroyskar
fótbóltsdystir á heimasíðu sínari
beinleiðis. Hetta er orsøkin til at
feløg sum KÍ, AB og EB/Streymur
ikki loyva Kringvarpinum at vísa
sínar heimadystir.
Fótbóltsfjepparar hava í longri
tíð ilskast um, at heimadystirnir
hjá eitt nú KÍ ongantíð verða vístir
á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Kringvarpið hevur seinastu tvey
árini víst ein heimadyst hvørt
umfar, men hevur ikki fingið loyvi
at senda dystirnar hjá KÍ, AB ella
EB/Streymi. Eitt skifti noktaði B36
eisini Kringvarpinum at senda sín
ar dystir.
Ósemjan kyknaði aftur um
vikuskiftið, tá KÍ, sum er endað
nummar tvey tey bæði seinastu
árini, spældi móti Víkingi, sum er
blivið Føroyameistari tey bæði
árini. Tey liggja eisini í oddinum í
landskappingini í ár og tí var áhug
in fyri dystinum stórur. So stórur,
at Kringvarpið eisini vildi sleppa
at vísa dystin á heimasíðu sínari.
Johnny í Grótinum sendi tí eitt
bræv til Tummas Lervig, formann í
KÍ, um at fáa loyvi at senda hendan
dystin. KÍ havnaði tó umbønini.
- Vit vístu til, at vit framvegis ikki
hava fingið eina nøktandi avtalu
um fíggjarliga samsýning, og tí
vilja vit ikki loyva Kringvarpinum
at senda okkara heimadystir, sigur
Tummas Lervig.
Kostar 8.000 krónur
hvørja ferð
Tummas Lervig ynskir, at feløgini
fáa eina varandi loysn við FSF og
Kringvarpið um stroyming av dyst
unum.
- Vit vilja sjálvandi veita okkara
fjepparum eina so góða tænastu
sum møguligt, og tí vildu vit gjarna
víst dystirnar eisini. Samstundis
fáa vit ein fíggjarligan miss, við
tað at fjepparar setast heima,
heldur enn at koma í Djúpumýru,
sigur Tummas Lervig, sum sigur, at
teirra metingar vísa, at eini 100 fólk
setast heima, tá dysturin verður
vístur.
- So fyri okkum er talan um ein
fíggjarligan miss á eini 8.000 krón
ur, sigur hann.
Johnny í Grótinum svaraði
brævinum frá KÍ við at siga, at tað
var harmiligt og at hetta kundi
fáa avleiðingar fyri stroymingina
av føroyskum fótbólti yvirhøvur.
- Tað tykist sum Kringvarpið við
hesum sigur, at teir heldur gevast
við at stroyma dystirnar enn at
rinda heimaliðnum eina upphædd
fyri rættindini til dystin, sigur
Tummas Lervig.
Hann skjýtur upp, at feløgini
fáa eitt gjald upp á 10.000 krónur
fyri hvønn heimadyst, sum verður
stroymdur.
- So hevði tað kostað 270.000
krónur hvørt kappingarár at senda
ein dyst hvørt umfar. Eg haldi, at
hetta hevði víst ein vilja at hyggja
frameftir og at finna eina loysn,
sigur hann.
Kann gott vera
keðiligi drongurin
- Um vit skulu vera tann keðiligi
drongurin í klassanum, sum noktar
KVF at vísa okkara dystir, so taki eg
tann leiklutin á meg. Vit halda, at
tíðin er komin at royna at fáa eitt
samstarv í lag um hetta, soleiðis at
feløgini eisini kunnu fáa ein ágóða
av hesum, sigur Tummas Lervig.
Tummas Lervig rósar Kring
varpinum fyri teirra áhuga í at
vísa fótbóltsdystir á netinum og
at gera vøruna áhugaverda, men
heldur kortini ikki, at feløgini eiga
at geva sínar dystir ókeypis. Hann
hevur eisini fingið afturmeldingar
frá øðrum feløgum, sum siga, at tey
eru samd við honum í, at feløgini
eiga at fáa okkurt slag av sam
sýning fyri stroymingina.
Vilja selja lýsingar
Dánial Hansen, formaður í NSÍ, er
sum heild samdur við Tummasi
Lervig, men NSÍ hevur kortini ikki
noktað Kringvarpinum at senda
dystir.
- Vit kundu hugsað okkum, at
stroymingin kom í eini meiri pro
fessionella legu, og at feløgini fingu
okkurt slag av gjaldið fyri rætt
indini, tí eftir okkara tykki missa
vit pening av hesum, sigur hann.
Hann ásannar tó, at stroymingin
er ein góð lýsing fyri føroyskan
fótbólt og er við til at seta fokus
á føroyskan fótbólt, umframt at
hetta veitir eina tænastu til teir
fjepparar, sum av onkrari orsøk
ikki kunnu koma til dyst.
- Stroymingin loyvir sjálvandi
útisetum at fylgja við, eins og teim
um, sum sita á ellisheimum ella á
DANJAL AV RANA
V
irgar Hvidbro, aðal
skrivari í FSF sigur,
at spurningurin um
stroyming hevur fylt
nógv í kjakinum millum feløgini
seinastu tíðina. Feløgini hava
ymiskar meiningar um málið, men
øll ynskja tey tó eina greiða ætlan
við stroymingini.
- Vit fara at taka málið upp á
næsta formansfundinum millum
feløgini, sum verður fyrst í juni
mánað, sigur Virgar Hvidbro.
Hann sigur, at í FSF eru tey feg
in um arbeiðið, sum KVF hevur
gjørt við stroymingina seinastu
tvey árini, og nevnir millum annað
framstigini við grafikki og endur
tøkum, sum KVF er farið at nýta
nú.
- Stroymingin er eisini ein lýs
ing av føroyskum fótbólti og vit
síggja eisini, at Kringvarpið hós
kvøld í 3-2 lýsir fyri, hvør dystur
verður vístur næsta umfar. Soleið
is skapar Kringvarpið eitt ávíst
uppmerksemi um fótbóltsdyst
irnar, sum eisini hevur eitt ávíst
virði, sigur hann.
Virgar Hvidbro ásannar, at
kjakið minnir um mótstøðuna
hjá FSF at lata SVF sleppa at vísa
heimadystirnar hjá landsliðnum
fyri eini 15 til 20 árum síðani.
- FSF óttaðist tá, at áskoðarar
fóru at sita heima, men eg haldi vit
róliga kunnu staðfesta, at áhugin
fyri landsliðnum og áskoðaratølini
hava ongantíð verið so høg sum
nú, hóast tað sjálvandi eisini eru
aðrar umstøður, sum spæla ein
leiklut. Tað sama er galdandi fyri
avgerðina at loyva Kringvarpinum
at senda steypafinaluna, sigur
hann.
Aðalskrivarin í FSF væntar tó
ikki, at tað fer at bera langt at seta
Kringvarpinum eitt gjaldskrav
fyri at stroyma.
- So vænti eg, at Kringvarpið
hevði takkað fyri seg. Spurningur
in er so, um nakrir privatir miðlar
høvdu tikið yvir og megnað at
ment eina líknandi vøru, sum KVF
hevur bjóðað, sigur hann.
FSF sjálvt gjørdi eina roynd at
stroyma nakrar dystir í táverandi
Effo-deildini, men fyri eitt gjald.
- Tað eydnaðist ikki so væl. Eg
haldi ikki, at tíðin er búgvin fyri
at lata brúkaran rinda fyri vøruna
enn, men um vøran verður ment
Taka málið upp á næsta fundi
Arbeitt verður framvegis við at fáa viðurskiftini um stroyming í rætta legu, sigur FSF
YNSKJA EGNAR
INNTØKUR FRÁ
STROYMINGINI
Føroysku fótbóltsfeløgini kundu hugsað sær eina greiðari ætlan við
og størri inntøkur frá stroymingini av føroyskum fótbólti