Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018 SOSIALURIN 53 23 ann­an hátt ikki fáa komið til dyst. Tí vilja vit ikki siga nei til at vísa okkara dystir, sigur Dánial Hansen. Hann kundi tó hugsað sær, at tað var FSF sjálvt, sum tók sær av stroym­ingini, ikki minst tí, at hetta hevði givið feløgunum møguleika at selt nakrar lýsingar afturat í sam­band við dystin. - Vit kundu selt onkra lýsing áðrenn og aftaná dystirnar og meiri ítøkiligt marknaðarført sjón­varpaðu dystirnar fyri okkara lýsar­um, um vit vistu, at vit fingu inntøkurnar. So leingi sum Kring­ varpið hevur stroymingina um hendi, ber tað ikki til at lýsa, so tí hevði verið betur fyri okkum, um FSF sjálvt ella onkur privatur miðil tók sær av hesum, sigur Dánial Han­sen. KÍ hevur eisini eina avtalu við Norð­lýsið, har lokali miðilin hevur keypt einarættindi at senda brot frá heimadystunum hjá KÍ fyrsta døgnið eftir dystin. - Tað er eitt samstarv, sum vit hava við Norðlýsið, har teir átaka sær leiklutin at skriva um okkara dystir, bæði áðrenn og aftaná, og so­leiðis skapa uppmerksemi um felag­ið, og at teir fáa einarættindini at senda frá dystinum í eitt døgn, sigur Tummas Lervig. - Vit skulu ikki bróta niður, men fram­eftir syrgja fyri, at allir partar, bæði miðlarnir, FSF og feløgini fáa meiri burtur úr og at vit fáa mark­ naðar­ført føroyskan fótbólt betri, sigur formaðurin í KÍ. DANJAL AV RANA J ohnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum, sigur, at tað er ósannlíkt, at Kringvarpið fer at rinda feløg­unum fyri rættindini at senda frá dystunum. - Eg skilji væl, at feløgini ynskja at fáa meiri burtur úr, men eg haldi tey undirvurdera, hvussu nógva umrøðu tað skapar, at dystirnir verða sendir, sigur hann og heldur, at meiri umrøða skap­ar meiri áhuga og førir til fleiri áskoðarar. Í einum brævi til KÍ skrivar John­ny í Grótinum eisini, at av­ gerðin hjá KÍ um ikki at loyva Kringvarpinum at senda frá sínum dystum, kann fáa av­leið­ ingar fyri avgerðina hjá KVF yvir­høvur at senda føroyskar dystir. - Vit skulu minnast til, at tað ikki einans er KÍ, sum ikki gevur okkum loyvi, men trý feløg av teim­um 10. Skuldi tað víst seg, at enn fleiri feløg nokta okkum at senda, mugu vit endurmeta, um vøran, sum vit bjóða er nóg góð ella um vit kanska heldur skulu taka tilboðið burtur, sigur Johnny í Grótinum. Harmiligt at øll ikki eru við Leivur Fredriksen, ítróttar­ redaktør­ur í Kringvarpi Føroya, harmast um, at nøkur fótbólts­ felag ikki vilja loyva teimum at senda sínar dystir. KÍ, AB og EB/ Streymur eru feløgini, sum ikki loyva Kringvarpinum framat. - Vit vildu sjálvandi havt øll feløg­ini við, so at vit kundu veitt eitt so gott tilboð sum til ber til okkara hyggjarar, men fyribils mugu vit góðtaka, at nøkur feløg ikki vilja vera við, sigur Leivur Fredrik­sen. - Tað er eingin ivi um, at við ikki at loyva okkum at vísa sínar dystir, so taka feløgini møguleikan frá nøkrum fjepparum at síggja dyst­irnar, sigur hann, og vísir á, at eini 25 til 30 prosent av teim­um, sum stroyma dystirnar á heima­ síðuni hjá Kringvarpinum eru útlendingar. - Afturat teimum vænti eg, at nógvir sjómenn eisini høvdu verið glaðir við at kunna sæð dystirnar hjá eitt nú KÍ og EB/ Streymi, meðan teir eru til fiski­ skap, sigur hann. Hann heldur ikki, at feløgini hava nóg gott grundarlag til at siga, at stroymingin hjá KVF kost­ar teimum 100 áskoðarar hvørja ferð. - Vit hava snøgt sagt ov sjáldan fingið loyvi at vísa dystirnar hjá eitt nú KÍ, til at teir kunnu gera slík­ar niðurstøður. Men vit kunnu gott royna pástandin. Gev okkum loyvi at vísa eitt nú fimm dystir, so hava vit eitt betri grundarlag til at samanbera tølini, sigur Leiv­ur Fredriksen. Stroymingin skapar áhuga Í løtuni vísir Kringvarpið einans dystirnar og einans ein dyst hvørt um­far, men Leivur Fredriksen sigur, at Kringvarpið arbeiðir við at menna tilboðið meiri. - Vit hava ment tilboðið spaku­liga, síðani vit byrjaði at stroyma dystir á sumri 2016. Í ár hava vit lagt grafikk oman yvir myndirnar, so tað er lættari hjá fólki at fylgja við, hvør støðan er og hvussu nógv tíð er farin, eins og at vit eru byrjaðir at vísa endurtøkur av málunum. Vit ætla at menna til­boðið víðari og vónandi kunnu vit ein dag í framtíðini bjóð­að eina fullfíggjaða fót­bólts­send­ing við samrøðum, ser­frøð­ingum og málum frá hin­um dyst­un­um til føroysku hyggj­ar­ar­nar. Men tað liggur kortini nakað úti í fram­ tíðini enn, sigur ítrótt­ar­redak­ tørurin í Kring­varpi­num. Hann er ikki heilt samdur við áskoðanini hjá Tummasi Ler­ vig, at tað kostar feløgunum at Kring­varpið sendir dystirnar eisini. - Tað er eingin ivi um, at ar­ beið­ið hjá Kringvarpinum skapar áhuga fyri dystunum. Eg haldi tað kann samanberast við, at hvørja viku eru tað nógvir føroyinar, sum fara til Onglands at hyggja eftir fótbólti. Teir høvdu neyvan farið, um teir ikki sóu hinar dystir­nar í sjónvarpinum, sigur Leivur Fredriksen og samanber eisini støðuna í dag, við støðuna sein­ast í 50’unum, tá Útvarp Før­ oya fór undir at varpa út frá fót­ bólts­dystum. - Tá søgdu menn eisini, at hetta fór at kosta feløgunum, tí fólk fóru heldur at sessast heima enn koma til dyst. Soleiðis bleiv tó ikki. Sama kjakið tók seg upp í nítiárunum, tá Sjónvarpið ætlaði at senda dystirnar hjá lands­lið­num. Tá mótmælti FSF, tí at fólk fóru heldur at hyggja í sjónvarpinum enn koyra inn á Svangaskarð. Eg haldi tó vit við vissu kunnu siga, at áhugin fyri føroyskum fótbólti ikki vikn­aði, hvørki tá ÚF byrjaði at varpa út ella tá SVF byrjaði at vísa landsdystir ella tá vit byrjaði at vísa steypafinaluna í sjón­varpi­ num, sigur hann. KVF fer neyvan at rinda fyri loyvini Fara enn fleiri feløg at nokta KVF at stroyma dystir, er sannlíkt, at Kringvarpið gevst yvirhøvur at stroyma, sigur stjórin víðari er ikki óhugsandi, at fólk kunnu vera sinnaði at rinda fyri møgu­leikan at síggja dystirnar í bestu deildini á netinum, sigur Virgar Hvidbro. - Nú skulu vit so fyrst hoyra hvat feløgini hava at siga og so taka støðu til, hvussu vit í felag kun­nu fara víðari við málinum, sig­ur hann.