Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018 SOSIALURIN 52 24 Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Skrivaðu undir sáttmála áðrenn hoyringsfreistin var úti Jóhann Mortensen journalistur Brúka 40-50 milliónir til náttúruoyðing – um náttúruoyðingina á Sundi 14 T ann 25. apríl fyri einum ári síðani fór Tórshavnar komm­una at fremja størstu náttúruoyðingina í hesi øldini. Samstundis sum røður vórðu hildn­ar fyri flaggi, tjóð, fólkaræði, forst­ur­landi og náttúru, gjørdi hø­v­ uðs­stað­ar­komm­unan eina byrging við rør­um og gróti yvir Sundsá. Tað gjørdi yvirvøldin á Vaglinum, hó­ast nærum øll í gomlu Kaldbaks komm­unu høvdu sagt nei til hetta ógv­u­sliga inntrivið í náttúruna. Síðani eru nógvir leikir farnir fram í ein­um óvirðiligum stríði. Leikir, sum vit kunnu flokka undir høgtøkini: nátt­úr­u­oyðing, reinging, ósannindi og vant­andi fólkaræði. Óheppin fyri­ brigdi i einum rættarsamfelagi. Men hvat er so tað nýggjasta? Jú, tvey viðurskifti, sum seta ó­sann­indini, reingingarnar, vantandi virð­ing­ina fyri lóg og rættindunum hjá borg­ar­unum í eitt óvirðiligt perspektiv. Skrivaðu undir sáttmála áðr­enn hoyringsfreistin var farin Í almennum innliti er nú komið und­an kavi, at nývaldi borgarstjórin, komm­un­u­stjórin og havnarmeistarin longu tann 9. januar í 2017 skrivaðu und­ir sáttmála við Tunnilsfelagið um at taka ímóti grótinum og leggja tað á Sundi. Gevið gætur dagsetingina 9. jan­ u­ar! Dagfestingin er 11 dagar undan, at hoyr­ings­freistin í málinum at broyta bygg­i­samtytkina fyri Sund – sum heim­ilar grótfyllingini – var úti. Tað merk­ir, at ovasta leiðslan í høvuðs­ stað­num ikki ætlaði at halda: • lógarásetingina um hoyring í máli­num, • 2. viðgerðina í býráðnum í máli­ num at broyta byggisamtyktina, • og endaligu staðfestingina fyri broyt­ingini í Innlendismálaráðnum. Gevið gætur, at ovasta leiðslan á Vagli­num skrivaði undir ein sátt­mála, áðrenn hoyringsfrestin hjá borg­ar­ unum í kommununi var úti. V. ø. o. ætlaði yvirvøldin á Vaglinum, at hoyr­ ing­in bara skuldi vera ”pro forma”. Vit hava eitt rættarsamfelag. Siga vit. Men grótsáttmálin, og málið um yv­ir­gangin á Sundi og Kaldbaksfirði, vísir okkum, at rættarsamfelagið er ikki fræg­ari enn í bananrepublikkum, vit helst ikki vilja samanberast við. Onkur á Vaglinum fær tó ”kaldar føtur”. Tí sáttmálin frá 9. januar verður ó­gild­að­ur. Men seinri – eftir ásetta hoyr­ing, 2. viðgerð í býráðnum og stað­festing í Innlendismálaráðnum – skriv­ar borgarstjórin, Annika Ol­sen, kommunustjórin, Bjørgfríð Lud­vig, og havnarmeistarin, Jónsvein Lam­ hauge undir grótsáttmálan tann 26. apr­íl. Tað er dagin eftir, at farið varð at oyða fjøruna eystanfyri Sundsá. Men sama dag sum forkvinnan í náttúru- og um­hvørvisnevndini, Turið Horn, í miðla­samrøðu sigur, at tunnilsgrótið ikki skuldi leggjast á Sundi. Tað skuldi nýt­ast til at fylla í sár í náttúruni. Hon visti ikki betur, enn at politikkarar og fólka­ræðið høvdu valdið. Men aðrar kreft­ir stýra, mátti hon ásanna. Oyðsla 40 milliónir krónur við ó­sann­indum og reingingum Fyri stuttum var borgarafundur á Velba­stað um grótið frá tí komandi Sand­oyartunnilinum. Á hesum fundi vórðu reing­ing­arnar og ósannindini hjá havn­a­meistaranum og yvirvøldini á Vagli­num avdúkaðar. Á fundinum fekk Stein Olvur Pet­ ersen nevniliga spurningin, um grót­ ið úr Skálafjarðartunnlinum, sum kem­ur upp á Hvítanesi, kundi verið brúkt til Skansabryggjuna. Sum tann reiðiligi maður Stein Olvur er, svaraði hann, at grótið kundi væl brúkast sum ífylla. Tað, Stein Olvur Petersen svar­ aði, er fullkomiliga í andsøgn við tað, havnarmeistarin svaraði kald­baks­ fólki á fundi í Ingálvshøll á Vaglinum fyrst 6. juni ífjør. Í stríðnum millum Vaglið og Kaldbaksnevndina og Á-hugabólkin fingu kaldbaksfólk á hesum fundinum loksins høvi at leggja fram síni sjónarmið. Tá kaldbaksfólk vístu á møgu­ leik­an at brúka grótið at byggja út Skansa­bryggjuna, var svarið hjá havn­a­meistaranum, at tað kundi ikki brúk­ast. Tað kundi bara ikki brúkast. Lík­a­mikið, hvat kaldbaksfólk søgdu. Tað kundi heldur ikki siglast til Havn­ ar. Onki annað bar til enn at koyra tað inn á Sund. Hóast verkfrøðingarnir – eis­ini hjá J. & K. Petersen – søgdu nak­að annað. Men einki beit á. Støða var tik­in, sló borgarstjórin fast. Hóast Tórs­ havnar kommuna kundi spart hálvt­ hundr­að milliónir og náttúru. Um Tórshavnar býráð hevði virt ynskið hjá fólkinum við Kald­baks­ fjørð og náttúruna á Sundi, høvdu teir 60-70.000 lastbilarnir ikki koyrt grót inn á Sund, men oman til Havnar. Hevði Tórshavnar býráð virt nátt­ ú­runa á Glyvursnesi, kundi býráðið bor­ið so í bandi, at tað slapst undan at spreingja 500.000 rúmmetrar av gróti. Kost­n­að­urin at spreingja hesa nøgd er 40 mill­iónir, siga verkfrøðingar. Har­aft­urat kemur sjálv útleggingin á Sundi. Samanumtikið kostar tann óskynsami nátturu- og um­hvørv­ is­pol­i­tikkurin – náttúruoyðingin – Tórs­havnar kommunu kanska einar 50 milli­ónir krónur. Samanumtikið er framferðin móti teimum trimum bygdum við Kald­ baks­fjørð óvirðilig. Hon hevur valla sín líka í føroyskari søgu. Kaldbaksfólk høvdu vón um, at Tórs­havnar býráð fór at virða fólkið við Kald­baksfjørð og náttúruna á Sundi. M.a. tí at forkvinnan í byggi- og bý­ar­skipanarnevndini, Marin Katrina Frýdal, í 2014 segði, at vit ”hava ikki ráð at oyðsla við sjóvarstrond”. Og tí at forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini, Turið Horn, segði dagin eftir flaggdagin, at grótið skuldi ikki leggjast út á Sundi. Men vónin varð gørd til skammar. Kald­baks­fólk taptu stríðið móti yv­ ir­vøldini á Vaglinum. Men stóru tap­ a­r­ar­nir eru náttúran, fólkaræðið og virð­ing­i­n fyri borgarunum við Kald­ baks­fjørð. Grát mítt elskaða land. Men móti fá­vitsk­uni berjast sjálvt guðarnir til fá­nýtis! Í Niðaru Soylugørðum í Kaldak tann 24.apríl 2018 »Í almennum innliti er nú komið und­an kavi, at ný­valdi borgarstjórin, komm­un­u­stjórin og havn­ ar­meist­ar­in longu tann 9. januar í 2017 skrivaðu und­ir sátt­mála við Tunnilsfelagið um at taka ímóti grót­i­num og leggja tað á Sundi. Gevið gætur dagsetingina 9. jan­u­ar!« Soleiðis sá fjøran út á Sundi, áðrenn Tórshavnar býráð fór undir at fylla grót har sjálvan flaggdagin í fjør... .. og soleiðis sær út í dag