Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018 SOSIALURIN 53 25 Løgfrøðingur til Fiskimálaráðið Søkt verður eftir einum løgfrøðingi til Fiskimálaráðið. Høvðusuppgávur • At menna og dagføra tær lógir og kunngerðir, ið stjórnarráðið umsitur, serliga lógarøki innan fiskivinnu, landbúnað og tilbúgving • At standa fyri løgfrøðiligari ráðgeving í síni heild • At standa fyri kæruviðgerð, málsviðgerð og rættarmálum • At tryggja og menna fyrisitingarligar mannagongdir • At luttaka í ymsum arbeiðsbólkum innanhýsis í stjórnarráðnum, eins og í innlendis- og altjóða samstarvi Almenn førleikakrøv • Kandidatprógv í løgfrøði frá lærdum háskúla ella útbúgving, ið kann javnsetast við hetta. • Eisini er tað av týdningi, at løgfrøðingurin hevur • Áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og evni at síggja virkisøkið í síni heild, men eisini megnar at fara í smálutir, tá ávísar arbeiðsuppgávur krevja tað. • Góð evni at samskifta í talu og skrift á føroyskum, norðurlendskum og enskum fyri leikum og lærdum. Tað er ein fyrimunur, um tann setti hevur starvsroyndir innan virkisøki hjá Fiskimálaráðnum ella almennari umsiting, men vit heita eisini á óroynd um at søkja. Setanartreytir Starvið eru fulltíðarstørv og verður flokkað eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið (BLF). Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og útbúgving, tann setti hevur. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Umsókn Umsókn við upplýsingum um prógv, royndir og møguligum viðmæli skal sendast til Fiskimálaráðið, Postrúm 347, FO-110 Tórshavn, ella við telduposti til fisk@fisk.fo í seinasta lagi 22. mai 2018. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Andras Kristiansen, deildarstjóra á telefon 553 241 ella senda teldupost til fisk@fisk.fo Fiskimálaráðið Fiskimálaráðið er eitt av átta stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í Fiskimálaráðnum starvast 16 starvsfólk. Umsitingarøkið fevnir um fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og –gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, búnaðarmál, bjarging, tilbúgving og trygd. Klaksvíkar Sjúkrahús Sniðgøta 1 · 700 Klaksvík Tlf: 45 45 45 · www.ks.fo Bandagistur og skómakari frá SAHVA verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 04. 05. og 06. juni. 2018 Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 45 45, mánadag og týsdag kl. 10 - 12, í seinasta lagi týsdagin 29. mai. 2018 Klaksvíkar Sjúkrahús Við avgerð tann 7. mai 2018 er Elmar Debes Petersen, Hvalvíksvegur 61, 430 Hvalvík, komið undir trotabúarviðgerð við Føroya Skiftirætti eftir áheitan, ið er móttikin í skiftirættinum tann 6. apríl 2018. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Ingi Højgaard, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, mánadagin tann 28. maj 2018, kl. 9.15. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 8. mai 2018 fyrst og fremst www.in.fo Skúvoy: Lundin hevur havt A 190.0 Vanligur prísur 246.990,- Avmar 1,6 bensin 120 hk Active NÚ EINANS 22. S Eyðun hevur Parkinson: SJÚKAN RÍK