mikudagur 9. mai 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
26
TRÓNDUR ARGE
Í
Avstralia er fótbóltur ikki
fótbólturin. Fótbóltur er
“Aussie football”, sum er
tjóðarítrótturin. Tað er lov
at brúka hendurnar, men ikki lov
at kasta bóltin. Bólturin minnur
mest um bóltin, ið verður brúktur
í amerikanskum fótbólti.
Hann er avlangur, men er flatur
í botninum. Tá tú avleverar skalt
tú antin gúppa bóltin, ella medda
til flata botnin knýttum neva, so
bólturin stríkur avstað.
Dysturin á Cricket leikvøllinum
í Melburne, sum vanliga verður
nevndur “The G”, er ikki byrjaður,
og longu nú er síðumaðurin kom
in upp á yvirarbeiði. Tríggir føroy
ingar hava sett seg millum Hawks
viðhaldsfólkini, og ynskja at skilja
spælið.
Sjálvt um eg havi verið til
dystir í nógv ár, so skilji eg ikki
allar reglurnar, sigur maðurin á
rekkjuni frammanfyri.
Sum flestu fólkini vit hava
møtt í Avstralia, er hann blíður og
sinnaður at hjálpa. Hann verður
ávaraður um, at fleiri spurningar
eru á veg, men svarar fegin.
Sosialurin er til helst størsta
landskappingardystin í avstralskum
fótbólti, tá grannarnir úr Melbourne,
Hawthorns Hawks og Geelong Cats,
bresta saman 2. apríl. Tað skal vísa
seg at verða dramatikkur líka til tað
seinasta – millum annað tí ongin veit
nær tíðin er farin.
Sól og bíligt atgongumerki
Tað er gott veður í Melburne
hendan dagin í apríl. Býurin liggur í
suðurendanum av eysturavstralia,
og er høvðusstaðurin í landsluti
num Victoria. Talan er um ein
nýmótans bý, sum hevur nógv at
bjóða teimum vitjandi.
Sagt verður millum annað um
býin, at hann er millum teir bestu í
heiminum, tá tað kemur til livikor.
Hetta sæst millum annað á kann
ingum og listum, sum kend tíðarrit
hava gjørt. Tað merkist eisini sum
vitjandi. Tað verður lagt nógv fyri
við upplýsing, sporvognar koyra
kring allan býin og nógv er at fara
til. Melbourne verður lýst sum
ítróttarhøvðusstaðurin í Avstralia.
Hendan dagin er sólin frammi
og nógv fólk eru á gøtunum. Ætlan
in er ikki at fara til fótbólt hendan
dagin, men áhugin veksur so hvørt
sum brikkarnir fella upp á pláss.
Úr Perth er góð ráð at heita.
Fyrrnevndi Chris Hickson, sum
er giftur í familju við føroyskum
ættarbondum, boðar frá, at talan
er um stórdyst. Tað er stutt til
gongu til leikvøllin og sagt verður,
at atgongumerki ikki skuldi verið
ein trupulleiki.
Uttanfyri “The G” er nógv fólk,
men tað gongur skjótt at fáa fatur
á trimum atgongumerkjum til
dystin. Tey kosta um 25 avstralsk
ar dollarar, sum svarar til einar
117 føroyskar krónur. Til saman
beringar kann nenvast, at tú illa
fær eitt atgongumerki til dystir
í Premier League, fyri undir 300
krónur, men tað er bara um tú
fær fatur á tí til kostprís. Er eitt
millumlið, so verða tey mangan
seld fyri mangt sílkt til teir stóru
dystirnar.
Fleiri hæddir á “The G”
Leikvøllurin hevur heitið “Mel
bourne Cricket Ground”, men
verður bara nevnt “The G”. Tað er
pláss fyri 100 túsund áskoðarum.
Leikvøllurin er tann 10. størsti í
heiminum og tann størsti leikvøll
urin til Cricket. Sagt verður eisini
um “The G”, at ljósmastarnar eru
tær hægstu á einum í heiminum á
einum ítróttarleikvølli.
Sjálvur vøllurin er rundur og
kann tí brúkast serliga til Cricket
og avstralskan fótbólt, men riggar
ikki eins væl til vanligan fótbólt, tí
ein fótbóltsvøllurin er væl minni.
Tað merkir, at áskoðararnir koma
at sita ov langt vekk frá vøllinum,
“The G” er sum tað mesta í
Melbourne. Nýmótans og flottur.
Atgongumerkini eru til ávís økir,
men tú verður ikki vístur til eitt
ávíst setur. Tað eru fleiri hæddir
upp til plássini hjá okkum.
Tað eru flottar rullutrappur allan
vegin upp. Tað gongur eisini skjótt
at fáa sær okkurt at eta og drekka.
Tað er í tøkum tíma, at komið
verður upp á pláss, tí dysturin er
um at byrja.
Báðu megin við sita fjepparar
hjá The Hawks. Troyggjurnar eru
myrkareyðar og gular. Tað stendur
Tasmania á troyggjuni. Óvitandi
um veruligu staðsetingina hjá
liðnum, verður tað liðið hjá okk
um. Tasmania er ein oyggj eins
og Føroyar, sum er upp í móti
yvirmaktini. Tann lutin kenna vit
aftur.
Miðskeiðis í dystinum fellur so
spurningurin, um hvar liðini koma
frá. Anderw er Hawks fjeppari og
er helst miðskeiðis í fjørutunum.
Hann svarar, at liðið kemur úr
Melbourne, men verður stuðlað
av Tasmania, ið eini roynd at fáa
fleiri ferðafólk tann vegin.
Tá hjartað nú hevur sagt The
Hawks, so stendur tað við, hóast
liðið kemur úr Melbourne og ikki
Tasmania.
Í hálvleikinum eru fleiri ung
dómslið á vøllinum og spæla dyst
ir. Nakað, sum ikki er so ókent á
okkara leiðum.
Torskiltar reglur
Við dystarbyrjan er torført at
fáa skil á hvat hendir á vøllinum.
Onkur gúppar, meðan onkur annar
tykist kasta bóltin. Tað eru nógvir
spælarar á vøllinum, sum til tíðir
takla hart og ógvusligt, men til
aðrar tíðir takla teir slett ikki.
Fyri endarnar standa fýra
stengur, sum onkursvega eru mál.
Nú er tíðin komin hjá Andrew og
hinum Hawks-fjepparunum at
greiða frá samanhanginum.
Tað eru 18 spælarar á hvørjum
liði á vøllinum í senn, og tað kann
til tíðir tykjast nógv. Tað er lov at
renna tíggju metrar við bóltinum,
men eftirfylgjandi skalt tú dribbla
eins og í hondbólti og kurvabólti,
fyri at kunna renna víðari.
Megnar tú at gúppa ella sparka
bóltin til ein viðspælara, sum
stendur minst tíggju metrar vekk,
og spælarin loftar bóltinum uttan
ÍTRÓTTUR: Ferðafrásøgn
Ferðafrásøgn úr Avstralia:
Í Avstralia er tjóðarítótturin fótbóltur, men ikki fótbóltur, sum
vit kenna hann. Yvir 73 túsund áskoðarar eru til stórdystin í
Melburne millum Hawthorn Hawks og Geelong Cats. Tað tekur
minst ein heilan dyst, at seta seg inn í reglurnar og viðurskiftini
í “Aussie Football”, sum er nakað heilt fyri seg. Viðurskiftini
minna í støðum um støðuna hjá kappróðrinum í Føroyum
TÁ FÓTBÓLTUR IKKI
ER FÓTBÓLTUR
2. partur