mikudagur 9. mai 2018síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
27
at nakar nertur við hann, so hevur
mótstøðuliðið ikki loyvi at takla.
Tá hevur spælarin við bóltinum
møguleika at gúppa bóltin víðari,
uttan at verða órógvaður. Hetta
verður nógv brúkt frammanfyri
málinum, har ein stórur áleypari
loftar einari langari sending, so
kann hann næstan uttan órógv
gúppa bóltin millum stengurnar.
Klárar hann at gúppa bóltin
millum tær mittastu stengurnar,
uttan at nakar nertur við bóltin,
gevur tað seks stig. Netur onkur
við bóltin, ella hann fær millum
tær ytru stengurnar, gevur tað
eitt stig.
Tað er millum annað heldur ikki
lov at halda fast í bóltinum, tá tú
verður taklaður. Hann skal spælast
víðari, ella fær mótstøðuliðið
bóltin.
Ein rímiliga stórur munur í mun
til eitt nú vanligan fótbólt, er at
dómararnir hava ein størri leiklut í
spælinum. Teir skulu í fleiri førum
seta spælið í gongd við einum
longum kasti, meðan teir venda
bakið til spælið. Hetta venja teir
millum annað undan dystinum,
og í hálvleikinum. Tað tykist, sum
teir ganga sera høgt upp í hendan
partin av spælinum.
Tað kemur javnan fyri, at liðini
koma upp um hundrað stig í einum
dysti. Spælt verður fýra ferðir 20
minuttir av effektivari spælitíð.
Hóast spurningarnir eru nógvir
í tali, so tykjast Andrew og hinir
Hawks fjepparnir ikki leggja í, at
svara spurningum. Tað er kanska
ikki óvanligt, at fólk spyrja seg fyri,
men kanska sum tá ferðandi koma
til kappróður í Føroyum.
Fantastiskur dramatikkur
Tað merkist á stemninginum á
leikvøllinum, at talan er um granna
uppgerð. Ein grannauppgerð
millum tvey av stóru feløgunum
seinnu árini. The Hawks hava
vunnið meistaraheitið í 2008, 2013,
2014 og 2015, meðan Geelong hevur
vunnið meistaraheitið í 2007, 2009
og 2011.
Finalan í avstralskum fótbólti
verður eisini spæld á “The G”.
Finalan verður rópt “AFL Grand
Final”.
Sermerkt við avstralskum fót
bólti er, at tú ikki veist hvussu
nógv tíð er farin, hóast talan er um
effektiva spælitíð. Helst hava liðini
ein hómin av hvussu nógv er spælt,
men tað er stórur dramatikkur,
seinastu sekundini, tí bara eitt stig
er á muni.
Tá teir næstan 80 minuttirnir
eru spældir er støðan 117 – 116 til
Hawthorns Hawks. Tað vil siga, at
Geelong Cats skulu bara klara at
fáa avlanga bóltin millum steng
urnar eina ferð, so broytist útfallið.
Tað er dramatikkur og ein
spentur stemningur á leikvøllinum
hesi seinastu sekundi. Tað verður
gúppa og taklað fyri allar peng
arnar. Onkuntíð hava spælarar
nir hug at fara til hendurs undir
dystinum, men hesa løtuna eru
ikki stundir at ilskast.
Tað endar við at klokkan á
“The G” gevur eitt ýl frá sær, sum
merkir at dysturin er liðugur. Áleið
helmingurin av teimum 73 túsund
áskoðarunum fegnast um úrslitið.
Teirra millum síðumaðurin An
drew, sum knýtir nevarnar saman
og rópar. Gleðin er til at fáa eyga á.
Somu eyðkenni
sum kappróður
Ítróttarliga líkist avstralskur fót
bóltur og føroyskur kappróður
als ikki, men hóast tað eru fleiri
eyðkenni, sum ganga aftur.
Avstralskur fótbóltur hevur
ikki sín líka aðrastaðni í heiminum.
Nakað av írum gera um seg í AFL
deildini í Avstralia, tí spælið minnir
nakað um írska fótbóltslíknandi
spælið “Gaelic football”. Eisini eru
onkrir amerikanarar, sum helst
eru upplærdir í amerikanskum
fótbólti.
Sermerkt er, at lokali ítrótturin
enn hevur munin á fótbóltinum,
sum vit kenna her heima. Hóast
umheimurin verður hertikin av
fótbóltinum og øllum pengunum,
sum fylgja við, so heldur fólkið í
Avstralia fast í tjóðarítróttinum.
-Vanligur fótbóltur vinnur fram
í løtuni, men enn er avstralskur fót
bóltur frammanfyri, sigur maður
in á rekkjuni frammanfyri. Hann
hevur familjuna við, og nú liggur
seks ára gamla dótturin í føvning
inum.
Upp í saman hevur hann
greitt frá gongdini í spælinum
og samanhanginum. Eins og før
oyingar, so er hann stoltur av
tjóðarítrottargreinini. Hon hevur
ikki so stóran áhuga uttanfyri
landamarkið, men líka leggja tey
í. Her er talan um siðvenju, sum
gongur fleiri ættarlið aftur.
Størstu og flottastu leikvøllirnar
eigur avstralskur fótbóltur.
Kappróður er nakað lættari at
greiða frá, men afturgangandi fyri
báðar ítróttargreinarnar er lokali
stoltleikin.
Tað gevur eisini nakrar tankar
til kappróðurin, sum í løtuni tykist
hava ávísar avbjóðingar, men tað
er tann ítrótturin, sum ger okkum
sermerkt.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Føroysku skyldfólkini
í Avstralia
Orsøkin til frásøgnina úr Avstralia er, at undirritaði
var og vitjaði familju í Perth. Aldursforsetin á
myndini Hanna Julia Jensen flutti til Bretlands
eftir seinna heimsbardaga og giftist Ted Edwards.
Tey fluttu til Avstralia aftaná dóttrini Brendu síðst
í áttatiárunum. Hanna Julia Edwards er fastur
Marnu, Erlu og Káru Matras Jensen. Tær eru døtr
ar hjá Hera Jensen, beiggja Hannu Juliu, og Bjørg
Matras. Á myndini er eisini Brenda Sanders, ið er
dóttir Hannu Juliu. Hon og maðurin Roy Sanders
eiga tvey børn. Scott Sanders og Nina Hickson.
Nina er gift við Chris Hickson og saman eiga tey
børnini Poppy, Kobey og Miu. Kobey og Mia eru
avmyndaði til dystin.
Aftast frá vinstru: Kára Matras Jensen, Erla Matras Jensen, Marna Matras Jensen
og Brenda Sanders. Fremst situr Hanna Julia Edwards (fødd Jensen)