Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018 SOSIALURIN 53 28 Óli Jacobsen Óli Jacobsen H etlendingurin, John Goodlad, er ein væl kend­ur maður í Før­ oyum. Hann er í dag 61 ára gamal, og hann kom 20 ára gamal til Føroya fyrstu ferð. John var tá lesandi í Aberdeen og hevði stóran áhuga fyri okkara fiskivinnu. Tað var í hesum sam­ bandi, at vit komu at kennast og hava havt samband øll hesi árini. Vit hava hitt hvønn annan bæði í Føroyum og í Hetlandi. Seinni gjørdist John skrivari í hetlendska fiskimannafelagnum, sum umfatar bæði fiskimenn og reiðarar. Her var hann ógvuliga virkin at røkja áhugamálini hjá sín­um fiskimonnum, eisini í Lond­ on og í Brussel í sambandi við EF. John hevur eisini verið politiskt virkin í sjálvstýrisfelagsskapinun Shetland Movement, sum var virk­ in eina tíð í 1980 og 1990 árunum. Tað var alla okkara tíð tætt samband millum fiski­manna­ felagið og John. Hann skipaði eis­ ini fyri eini væleydnaða vitjan hjá FF í Hetlandi í 2006. Seinnu árini hevur hann tó fing­ist við aling, sum eins og í Før­ oy­um er ein stór vinna í Hetlandi. Tað eru longu fleiri ár síðani, at John setti sær fyri at skriva søguna hjá hetlendsku fiskivinnuni og ser­ liga um toskafiskiskapin. Henda søg­an er so tengd at Føroyum og føroyskari fiskivinnu, at John hevur verið í Føroyum at gera kanningar í hesum sambandi. Hetlendingar frammanfyri føroyingar Tað er kent, at hetlendingar vóru nógv fremri enn føroyingar við skipsfiskiskapi. Hetta kemur til sjóndar í frásøgnini hjá Pløyen, amtmanni, frá síni ferð saman við nøkrum føroyingum til Hetlands í 1839. Tað var á hesi ferðini, at føroyingar lærdu at fiska við línu. Longu tá høvdu hetlendingar ein stóran sluppflota, sum eisini fiskaði undir Føroyum. Hetlendskir fiskimenn fóru longu í 1850 til Grønlands at fiska, meðan føroyingar gjørdu fyrstu royndina í 1906. Tað sigur nakað um, hvussu framma­laga teir vóru. Teir hava eisini verið tíð­liga undir Íslandi. Tað áhuga­ verda er, at navnið á tí bank­anum, sum føroyingar kalla Heggli­ bankin, kemur frá stað­ar­navni Hetlandi. Hetta navn stendur ikki á sjókortinum, og tað eru bara føroyingar og het­lend­ingar, sum nýta tað. Her hev­ur tískil eisini verið samband mill­um hetlendsk­ ar og føroyskar fiski­menn. 700 hetlendskir fiskimenn undir Føroyum. Tá ið William G. Sloan kom til Før­ oyar í 1865 úr Hetlandi, visti hann um, at 700 fiskimenn úr Hetlandi royndu undir Føroyum á sumri. Hetta setti so eisini sítt merki á lívið í Føroyum og eisini í Havn. Jens av Reyni skrivar m.a. í bók­ ling­inum Havnin um aldamóti. Seinast í 19.øld var ofta lív í gøt­unum, tá ið hetlendingar vóru her. Teir plagdu at koma inn at keypa brennivín, og ofta vóru nógv skip inni í senn, upp til 50-60 sluppir. Hesir menn hava fylt væl upp í gøtunum í Havn við sínum 1.500 íbúgvarum. Teir stóðu í krambúðunum og drukku, og mangan endaði dagurin í heitum bardaga. Ofta var tað millum teir sjálvar. Men tað hendi eisini, at havnarmenn vóru uppi í dyst­ unum, og tað var ikki sjáldan, at menn vórðu koyrdir í skansan. Rúsdrekkasmugling sum vinnugrein John greiðir frá í bók síni, at smugl­ing av rúsdrekka, keypt í Før­oyum, var ein týðandi hjávinna hjá hetlendskum fiskimonnum. Rúsdrekka var bíligari í Føroyum enn í Hetlandi, og tí bar til at fáa ein lættan vinning. Orsøkin var tann, at bretar vóru fyrr at leggja almenn gjøld á rúsdrekka enn føroyingar og eisini danir. John hevur kannað hesa “vinnu”. Hetta hevur hann gjørt á skjala­savninum hjá T.F. Thomsen á Tvøroyri, sum stavar heilt frá 1856. Sum aðrir handlar seldi Thomsen eisini rúsdrekka. Tvøroyri var eisini nærum stytsta leið til Het­ lands, so her var rættuliga høg­ligt at proviantera og fáa útgerð – og brennivín! Tvøroyri var sum eitt annað heim hjá teimum, eins og tað var hjá aberdeenarum seinni í tíðini. John hevur funnið tøl hjá T.F. Thomsen fyri hesi rúsdrekkasølu. Hon byrjaði longu í 1862. Her var talan um stór tøl. Eitt dømi hann nevnir er sluppin Peter Blanc, sum ein túr keypti um 300 litrar av brennivíni. Teir hjá Thomsen vóru so lagaligur, at teir kundu geva gjaldsskáa til árið eftir! Het­ lendingar munnu hava verið álitis­ menn. Men tað var ikki bara sum at siga tað at smugla. Heima vóru tollmyndugleikarnir, sum royndu, hvat teir kundu, at taka synd­ar­ar­ nar. Eydnaðist hetta, so fingu teir eis­ini eina bót, so tað merktist. Ein vansi hjá toll­myndug­leik­ un­um var tó, at heimafólkið hevði so púra ongan áhuga fyri at hjálpa teim­um at avdúka smuglararnar. Sluppirnar høvdu eisini tann fyri­mun fram um skipini hjá myndug­leikunum, at tær sigldu skjót­ari, og tí ofta kundu sigla undan tollarunum. Henda smuglaravinnan mundi vera í hæddini í 1870-árunum og steðgaði, tá ið føroyski fríhandilin av rúsdrekka helt upp at fyrst í 1900-talinum. Tað verður eisini sagt, at het­ lend­ingar tá framvegis dugdu so frægt av tí gamla norrøna mál­in­ um, at teir kundi samskifta við før­ oy­ingar, sum tá ikki dugdu nakað ser­ligt av enskum. Skip til Føroyar úr Hetlandi Tað vóru nógvar hetlendskar slupp­ir seldar til Føroya. John held­ur, at tær kunnu hava verið so nógvar sum 30. Ein teirra var Tulip, sum varð keypt til Gøtu í 1904. Á teirra fyrsta túri fóru teir til Hetlands at landa, men teir komu ongantíð heim aftur. Seks menn gingu burtur. Ein sera kend slupp, sum varð keypt úr Hetlandi fyrst í 20. øld, var William Martin, sum eisini var kend í Hetlandi. Føroyskir fiski­menn sigldu tá eisini við hon­ um. Í Føroyum hoyrdi William Mart­in heima í Rituvík, og Dánjal Pet­ur Højgaard var skipari. Her hava nógvir góðar menn siglt við. Mamma Ellefsensystkini í Miðvági, Sofía Højgaard, var úr Rituvík. So teir flestu beiggjarnir hava siglt við William Martin. Millum hesar eru kendir politikarar sum Pauli og Svend Aage Ellefsen. Teir eru eru saman við øðrum føroyingum keldur hjá John Goodlad. Upprunaliga fiskivinnan í Hetlandi Frásøgnin hjá amtmanninum Pløy­en frá ferðini til Hetlands í 1839 er sera hugtakandi og áhuga­ verd. Hon er eisini ein góð kelda hjá John Goodlad. Í gjár, 10. mai, kom út bókin The cod hunter um hetlendska toskaveiðu. Hon er fyri ein part eisini føroysk søga ENDAMÁLIÐ VAR EISINI AT SMUGLA BRENNIVÍN Hetlendskir fiskimenn undir Føroyum: John Goodlad og konan Wilma