mikudagur 9. mai 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. MAI 2018
SOSIALURIN 53
29
Komandi partur
Í 1940 røkkur Merkið sínum fremsta málið, nevniliga at
fáa flaggið viðurkent. Men buldrasligt var eisini undir
krígnum m.a. við sak um ærumeiðing.
Longu tá var saltfiskavirking av
toski og longu í Hetlandi. Pløyen
við fylgi fór at ferðast kring um
í Hetlandi. Hann kom fyrst til
Scalloway. Hagani fór hann til
oynna Burra við báti, sum líktist
teimum føroysku.
Á Burra sá Pløyen stórar stakk
ar av klippfiski. Bæði konufólk
og mannfólk arbeiddi fisk á sama
hátt, sum vit nógv ár seinni gjørdu
í Føroyum. Tá var einasta fiska
framleiðsla í Føroyum nakað av
stokkfiski.
Fiskurin, sum kom upp á land
á Burra, varð partvíst veiddur
við opnum bátum og partvíst
við sluppum. Ein stórur partur
av veiðuni varð fluttur livandi í
dammum. til London, har fiskurin
varð seldur.
Hetlendsku skipini fiskaðu
vanliga við snøri eins og føroy
ingar, men teir veiddu meira
enn føroyingar, tí teir mistu ikki
tolið, sjálvt um fiskurin ikki tók
beinanvegin. Hetta loysti seg
oftast.
Dømi er nevnt um eina slupp,
sum fiskaði undir Føroyum í ein
útsynning úr Suðuroynni. Henda
sluppin fekk fyrsta túrin 9.000
og seinna túrin 5.000 toskar, og
manningin var bara átta. Føroy
ingar fingu lítið og einki burtur
úr á somu leiðum.
Línan í Hetlandi
Týdningarmesta veiðan var tó
línuveiða við seksmannaførum á
sumri.
Línuveiðan var so kostnaðar
mikil, at teir fátæku fiskimenninir
ikki høvdu ráð at fíggja reiðskap og
bát, og tí vóru tað harramenninir,
sum fíggjaðu. Harvið blivu
fiskimenninir heftir av teimum .
Teir skuldu selja allan fiskin til
harramannin fyri ein prís, sum
hann ásetti.
Hetlendsku húkarnir vóru bert
ein fjórðing til støddar av teim
um hjá føroyingum, men fyri tað
fingu teir ikki minni burtur úr
- heldur var tað hinvegin.
Teir fóru út á morgni, og fóru
so langt út, at teir sóu ikki land.
Uttan kumpass og uttan at duga
navigatión funnu teir leiðirnar,
har línan verður sett á 100 favna
dýpi.
Var nógv at fáa varð fiskurin
sum oftast avhøvdaður, so meiri
fiskur kundi rúmast í bátinum.
Tað var ótrúligt, hvussu stórar
mongdir av fiski, hesir fiskimenn
kunnu føra til lands. Pløyen helt,
at hetta kundu okkara fiskimenn
eisini gjørt, um teir brúktu línu, og
um húkarnir ikki vóru so stórir, at
bert teir størstu toskarnir kláraðu
at gapa um teir. Føroyingar høvdu
eisini tann fyrimunin, at tey
hægru fjøllini í Føroyum gjørdi
tað lættari at staðfesta miðini.
Tað áhugaverda er, at komnir
heim aftur úr Hetlandi fór Mourits
Mohr, sum var við á ferðini, at
royna við línu um Hoyvíkshólm.
Útróðrarstøðir
Fyri at stytta um teinin at rógva,
høvdu hetlendingar gjørt eina
skipan, sum Pløyen helt eisini
átti at verið í Føroyum. So nær
sum gjørligt við fiskimiðini settu
teir á stovn útróðarstøðir, "haaf
stations". Her høvdu teir skúrar
við koyggjum. Teir kundu gera
sær mat og hvíla, tá ið møguleiki
var fyri tí. Tann týdningarmesta
útróðrarstøðin var norðast á
Mainland, meginoynni í Hetlandi.
Her støðaðust fiskimenninir í
vertíðini, sum var frá mai til 12.
august. Her varð fiskurin eisini
virkaður, og her fekst øll møgulig
útgerð. 60 bátar kundu halda til
har. Við hvørjum báti vóru seks
menn. Umframt vóru øll hini, sum
vóru knýtt at útróðrinum.
Tilsamans vóru upp til 3.000
fiskimenn, sum róðu út frá slíkum
"haaf stations", sum tó minkaðu í
týdningi, tá hetlendingar fóru
at nýta sluppir heldur enn seks
mannafør.
Pløyen helt, at Oyndarfjørður
og Hvannasund høvdu verið góð
pláss í Føroyum at havt útróðrar
støðir. Men, sum hann tekur til:
“Hetta letur seg neyvan gera, so
leingi einahandilin er so einaveld
igur, sum hann er.”
Hilmar Kass hevur greitt frá, at
hetlendingar høvdu slíkar støðir
á Strondum seinnapartin í 19. øld.
Tá fluttu enntá tvær kvinnur við
teimum aftur til Hetlands.
Høvdu vrakarastovn
Tey týdningarmestu fiskasløgini
vóru longa, toskur og brosma,
sum vórðu virkað til saltfisk.
Í Hetlandi høvdu teir eisini ein
vrakarastovn at tryggja góðskuna
á framleiðsluni.
Pløyen umrøður eisini upsa
veiðu í Hetlandi, sum gav nógv av
sær. Serliga var nógvur upsi sunn
anfyri Sumburgh Head, sunnast á
Mainland. Orsøkin var tann nógvi
streymurin, sum er har. Sum vit
eisini kenna tað, stóð upsin ella
seiðurin antin á djúpum vatni ella
í vatnskorpuni, og reiðskapurin
valdaðist, hvussu upsin stóð.
Upsin gevur ikki eins góðan
klippfisk og toskur. Men tá veiðan
var bílig og nógv kundi fáast, so
loysti tað seg kortini.
Pløyen helt seg vita, at upsi var
fiskaður í Føroyum á hendan hátt
fyrr í tíðini, og hann skilti ikki, hví
henda veiðan var gloymd. Sjálvt
um upsin ikki kundi avreiðast,
kundi hann fiskast til egna nýtslu,
og føroyingar plagdu ikki at vera
so kræsnir í mati! Hann ivaðist
ikki í, at upsi mundi vera at fáa á
Munkagrunninum.
Tað er áhugavert, at tað var
ikki fyrr enn í 1970-árunum at
føroyingar fóru at veiða upsa av
týdningi.
Hetlendskir fiskimenn í
gamla kirkjugarði í Havn
Eitt ítøkiligt dømi um sambandið
millum Føroyar og Hetland eru
hetlendsku fiskimannagravirnar
í gamla kirkjugarðinum undir
Svínaryggi í Havn. Her eru eisini
gravir við steini, sum helst er kom
in úr Hetlandi.
Við hjálp frá John Goodlad er
søgan hjá onkrum teirra eisini
lýst í røðini Hendur ið sleptu, ið
er ein lýsing av øllum gravunum í
hesum kirkjugarði. Tað eru eisini
føroyskir fiskimenn, sum eru
grivnir í Lerwick í Hetlandi.
Framúr íkast til
felags søgu
Tað er eingin ivi um, at her er talan
um eitt dygdarverk hjá John. Nógv
av innihaldinum hevur beinleiðis
áhuga fyri føroyingar. Hetta er
ein góð lýsing av tí sambandi
um hevur verið millum londini.
Seinni fer at verða greitt frá, at
hetta samband var ikki bara innan
fiskivinnu og rúsdrekkasølu (!),
men eisini innan t.d. fótbólt og
vinskapir, sum komu burtur úr tí.
Bókin er ella verður at fáa í før
oysku bókhandlunum og kann bí
leggjast frá Amazon.
Sum skilst er John ein rætti
ligur føroyavinur. Tí hevur hann
uppiborið, at bók hansara verður
væl móttikin í Føroyum. Hann
býr í Scalloway saman við konuni
Wilma. Tey eiga tvær døtur, Hann
ah Mary og Johanna.
Hannah Mary arbeiðir fyri
norska oljufelagið Statoil.
Johanna er júst blivin lærari og
arbeiðir í Aberdeen.
William Martin, ein ímynd av sambandinum millum Føroyar og Hetland.
Handilin hjá T.F. Thomsen var útflytari av rúsdrekka
Grøvin hjá Andrew Laureenson frá Burra Isle í
Hetlandi í gamla kirkjugarði í Havn.
Andrew doyði umborð á sluppini Danish Rose úr
Lerwick tann 11. juni 1874. Hann gjørdist 30 ára gamal.
Steinurin var settur av manning og eigara.