Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KOMMUNAN KREVUR FLUGU­ PLÁGUNA BASTA Borgarstjórin í Eysturkommunu gevur IRF nakrar dagar til at basa flugupláguni í Leirvík Árni Gregersen -Sjálvandi skal IRF fáa stundir at seta tiltøk í verk fyri at basa flugu­ plág­uni, sum bygdin hevur verið fongd við seinastu vikurnar, men freistin er ikki nógvar dagr. Soleiðis sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christ­i­ ansen, nú serliga Leirvík hesar sein­ astu vikurnar hevur verið plágað av tús­undtals flugum. Flugurnar koma úr grót­brot­ in­um á Hagaleiri, har IRF goymir mill­um 6000 og 7000 tons av burt­ ur­kasti. Burturkastið er ballað í 9000 ballur, sum viga 750 kilo hvør. -Vit eru sjálvandi hørm um, at bygdin verður plágað av hesum, men hetta høvdu vit als ikki roknað við, sigur Pól Andrias Joensen, stjóri í IRF. Hann sigur, at IRF áður hevur goymt burturkast uppá sama máta. Tá stóðust ongir trupulleikar av tí, men hesaferð er støðan ein heilt onnur. -Vit vita ikki hvat er hent, annað enn at fuglur hevur sett hol á nakrar ballur og okkurt er skrædnað, men at tað skuldi geva hesa pláguna, tað høvdu vit als ikki roknað við, sigur hann. Arbeiða við einari loysn Leirvík hevur seinastu vikurnar verið plágað av flugum. Bæði i priv­ atum húsum og á stovnum hevur verið rættulig innrás av flugum, ser­liga teir dagar tað hevur verið lýtt og sólin hevur skinið. Í grótbrotinum á Hagaleitið, har ballurnar eru, hevur nógvur ravnur eisini verið og hann hevur sett hol á plastikk, sum er brúkt til at balla ruskið í. Men fólk frá IRF hava skotið nakað av ravni, so nú er minni ágang­ur á burturkastið, sum liggur har. -Ja, tað var nakað av tí fyrsta vir gjørdu. Vit royndu at tynna talið av ravni, men hol er komið á, so flug­ urnar eru komnar út, sigur stjórin. Um vikuskiftið hevur verið arbeitt við einari loysn. Skaða­djóra­ tænastan hevur verið á staðnum og hevur koyrt eitur á, sum skal drepa flugur og larvurnar. Enn er ov tíðliga at siga um hetta er ein loysn, sum riggar. Tað skal helst vera turt og lýtt fyri at síggja um flugurnar eru burtur. Pól Andrias Joensen sigur, at grótbrotið har ruskið verður goymt er umhvørvisgóðkent og hesum váttar umhvørvisstovan. -Nú royna vit hesa loysnina, men riggar hon ikki, so mugu vit finna uppá eina alternativa loysn. Tað kann vera at senda burturkastið av landinum, men tað er bæði dýrt og óhøgligt, sigur Pól Andrias Joensen. Orsøkin til, at burturkastið hev­ ur hópað seg upp, er at ovnurin hjá IRF er skiftur. Tað hevur tikið einar tríggjar mánaðir, men nú eru tey tilreðar at fara at brenna aftur. -Men burturkastið er so nógv nú, at tað fer at taka okkum eitt ár at brenna alt, sum vit hava liggjandi í grót­brotinum. Tað, sum vit brenna dagliga, er so mikið nógv, at tað er avmarkað, hvat vit megna at brenna av tí, sum liggur á goymslu, sig­ur stjórin. IRF tekur móti burturkasti frá øll­um kommunum í Føroyum, utt­ an Tórshavnar kommuna. Burturkastið úr Havn verður brent á Sandsvíkarhjalla, men brenni­støðirnar báðar samstarva. Meðan støðin í Havn lág still tók IRF móti burturkasti úr Havn og nú meðan støðin á Hagaleiti hevur ligið still, hevur Havnin brent nakað av burturkasti av Sandoynni og Suðuroynni. -Men burturkastið er so nógv í dag, at tað er so lítil avlopsorka, ser­ liga í Havn. Tí hópar burtur­kastið seg upp, sigur IRF-stjórin.