Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54 Umhvørvisstovan fylgir gongdini væl Umboð fyri Umhvørvisstovuna fara at kanna hvussu flugustøðan er í Leirvík Árni Gregersen Tað er Umhvørvisstovan, sum hevur givið IRF umhvørvisgóðkenning til at goyma burturkast í ballum í grót­brotinum á Hagaleiti. - Ja, tað hava vit gjørt og tað hava vit eisini gjørt fyrr, sigur Heidi Mort­ensen á Umhvørvisstovuni. Talan er um eina fyribils um­ hvørvisgóðkenning, sum skal lúka ávísar treytir. Ein av treytunum er, at burturkastið ikki skal vera til ampa­afyri borgararnar í komm­un­ uni. - Tí fylgja vit sjálvandi við hvat hend­ir og fara á staðið at meta um, hvussu tað er nú, eftir at Skaða­ djóra­tænastan hevur sett tiltøk í verk, sigur Heidi Mortensen. Hon sigur, at tað kemur ávart á, at flugurnar nú herja í bygdini. Í 2008 og 2009 var tað sama gjørt utt­ an at tað fekk somu avleið­ing­an­ar, sum nú. -Vit kanna um hesi tiltøkini, sum eru sett í verk rigga nú, men gera tey ikki tað, so mugu aðrar loysnir finn­ast, sigur Heidi Mortensen. Fult hús av flugum Fleiri húski í Leirvík hava verið hart álopin av flugunum av Haga­ leiti. Talan er ikki um nakrar fáar flug­ur, men flugur í hópatali. Summi fortelja um 100-tals flugur inni í húsunum í senn. - Hjá okkum var tað soleiðis, at eg var burtur, men tá ið maðurin kom inn í stovunum, tá ýddi við flug­um har. Uppá eina lítla løtu drap hann 50 flugur, sigur Julianna Næs Joensen í Leirvík. Kommunalir stovnar hava eis­ ini havt innrás at flugum, mill­um annað barnagarðurin og vøggu­ stov­an Brúsi. - Vit royna at siga við børnini, at tey ikki skulu ræðast flugurnar og vit royna eisini at drepa tær so hvørt, men viðhvørt eru fleiri flugur inn í senn, sigur Julianna Næs Joensen, sum arbeiðir í vøggu­ stov­uni. Á Hagaleti er ein gravimaskina, sum leggur burturkast uppá pláss og skipar tað í grótbrotinum. Har eru so nógvar flugur, at ferð eftir ferð noyðist maskinførarin úr mask­inuni, tí so nógvar flugur koma inn í maskinhúsið. -Hetta ber sjálvandi ikki til, men nú mugu vit fyrst síggja um tað, sum IRF hevur gjørt virkar. Ger tað ikki tað, so mugu aðrar loysnir til, sig­ur Jóhan Christiansen, borgar­ stjóri. Í grótbrotinum á Hagaleiti goym­ir IRF 9000 ballur av burt­ur­ kasti. Hetta er savnað saman sein­ astu tríggjar mánaðirnar, meðan brenni­støðin hevur verið óvirkin. Hon hevur verið óvirkin, tí at ovn­urin er skiftur, samstundis, sum aðrar umvælingar eru gjørdar á støðini. Orkan at brenna burturkast í Før­oyum er avmarkað til báðar brennistøðirnar á Hjalla í Havn og á Hagaleiti í Leirvík. Meðan báðar støðirnar arbeiða við fullari ferð ber til at brenna undan, men burturkastið í Før­oy­ um er so nógv í hesum árum, at so at siga ongin avlopsorka er at brenna meira enn tað, sum kemur inn hvønn dag. - Vit fáa eitt sindur av eyka orku, men eg rokni við, tað fer at taka okkum eitt heilt ár at brenna taðs, sum vit hava liggjandi í grót­brotinum, sigur Pól Andrias Joensen, stjóri í IRF. Talan er um at byggja eina nýggja felags brennistøð, men hvussu langt hesar ætlanirnar eru komn­ar er óvist. Eisini er talan um at gera eitt felags tyrvingarpláss fyri báðar støðirnar. Um og nær hetta verður veru­ leiki er ikki greitt enn. Umhvørvisstovan hevur góðkent hetta grótbrotið at gouyma ballurnar í. -Tær fáa freist, men talan er ikki um nógvar dagar, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eystur kommunu.