Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54 6 Sosialurin BEN-GURION LÝSTI ÍSRAEL SUM STAT Hendan dagin fyri 70 ár­um síð­ani – í 1948, lýsti fyrsti for­ sæt­is­ráð­harrin í Ísrael, David Ben-Gurion, statin Ísrael, og ein jødisk skiftisstjórn varð skipað. »ZACHARIAS« Í LØKSHØLL Filmurin »ZACHARIAS«, sum Teitur Árnason hevur gjørt, varð frum­sýndur í fullsettari høll í Filmsfelagnum í Havnar bio 11. apríl. Tilsamans varð hann sýndur seytjan ferðir. Hóskvøldið 17. mai kl. 20, leygarkvøldið 19. mai kl. 20 og sunnudagin 20. mai kl. 16. Tummas Jóhann í Djónastovu er formaður í Huxa Um vikuskiftið hevur ung­ manna­fel­agið hjá Fólka­ flokki­num, sum nevnist »Huxa«, havt aðalfund Í nevndini eru fólk úr Klaks­vík, Fuglafirði, Strond­um, Eiði og Tórs­ havn. Nevndin hevur skip­ að seg soleiðis: Tummas Jóhan í Djón­a­stovu, Eiði, for­ mað­ur. Beinir Jo­hanne­ sen, Klaks­vík, næst­for­ mað­ur. Jó­han Djur­holm, Tórs­havn, kass­a­meist­ari. Ják­up Ol­uf á Lakj­uni, Fugl­a­fjørð­ur, skrivari. Jónas Høj­gaard, Tórs­ havn, nevnd­ar­limur. Eykalimir: Rakul S. Fred­riks­berg, Strend­ur. Arn­bjørn E. Justesen, Klaks­vík Nevndin hevur á fyrsta nevnd­ar­fundi, ið var beint eftir aðal­fund­ in, tosað um, hvat tey hava í hyggju fyri árið og skrivar: »Nýggja nevndin í Hux­a fer at arbeiða fyri ein­um virknum, kon­serv­a­tiv­um ung­ dóms­p­oli­tikki, og er nevnd­in m. a. samd um at ar­beiða fyri at forða frí­ari fosturtøku. Nevnd­in ætlar eisini at við­gera týðandi sam­ fel­ags­spurn­ing­ar, sum fisk­i­vinnu og bú­stað­ar­ trup­ul­lei­k­ar og annað.” Minningarorð um Absalon í Buð Óvæntað vóru boðini, sum bór­ust Fiskivinnuráðnum leyg­ar­dagin 5. mai, at Ab­ sa­lon í Buð var deyður. Absa­lon hevur verið lim­u­r í Fiskivinnu­ráðnum síð­ani 2013 og var júst aft­ur­vald­ur í ráð­ið, nú nýggj seta tók við í feb­r­u­ar í ár. Í Fisk­i­vinn­u­ ráð­num eru all­ir part­ar av før­o­ysku fisk­i­vinn­uni um­ boð­að­ir, og Fisk­i­vinnuráðið skal um­røða og viðgera øll fiski­vinnu­p­ol­it­isk mál, sum lands­stýrismaðurin í fiski­ vinnu­mál­um leggur fyri ráð­ ið. Absalon var føddur í Hvanna­sundi, og burtursæð frá skúla­árum aðrastaðni, vaks hann upp og búði í Hvanna­sundi, har útróður og fiski­vinna høvdu stóran týdn­ing. Hann vaks upp í eini tíð, har fiskivinnan ment­ist nógv, og hetta varð eis­ini av­gerandi fyri lívsleið hans­ara, sum var á sjónum. Absa­lon var útróðrarmaður og hev­ur eisini røkt sessin sum for­maður í Meginfelag Út­róðr­ar­manna. Í Fiski­ vinnu­ráðnum um­boð­aði Ab­sa­lon Meginfelag Út­róðr­ ar­manna, og hóast við­ur­ skifti og kor broytast sum frá­líð­ur, er útróður á ein hátt enn ímyndin av før­oysk­ari fiskivinnu. Fiskifør, fiski­ lei­ðir og veiðitól broytast, og tó at útróður ikki hev­ ur sama týdning sum fyrr, skerst ikki burtur, at út­róð­ ur­in hevur eina serliga søgu og støðu í føroyskari fiski­ v­innu. Sjónarmiðini hjá út­ róðr­ar­flot­a­num umboðaði Ab­sa­lon væl, men eisini til onn­ur fiskivinnupolitisk við­ur­skifti hevði hann við­ kom­andi og beinraknar við­ merk­ing­ar. Absalon fylgdi væl við í tí, sum hendi politiskt, og hann var ein gløggur sam­fel­ag­seyg­leið­ari. Tá ið fiski­vinn­umál vóru á skrá á al­mennum fundum, var Abs­a­lon ofta við, og á fund­ um í Fiskivinnuráðnum var stundum tikið aftur í aft­ur viðmerkingar og eyg­leið­ing­ ar hansara. Í Fiskivinnuráðnum verða all­ar týð­andi broytingar, sum við­víkja fiskivinnuni í Før­oyum, umrøddar, og al­ tíð var Absalon til reiðar at geva okkum sítt íkast; hann var vitugur maður, sum væl skilti viðurskiftini, sum eru galdandi í fisk­i­vinn­uni. Hesum fekk Fiski­vinn­u­ ráð­ið ágóðan av, tá ið fisk­i­ vinn­u­pol­itisk mál vóru fyri á fundi. Hetta eru álvarsmál, men Abs­a­lon kundi eisini vera skem­ting­ar­samur og segði frá mong­um stuttligum søg­um og hendingum. Á síðsta fundi í Fiski­ vinnu­ráð­num 23. apríl var Ab­sa­lon sum altíð væl fyri­ reik­að­ur, og ikki vardi tað okk­um, at hetta var seinasti fund­ur hansara. Við hesum fáu orðum takka vit fyri tað góða sam­ starv­ið og lýsa frið yvir minn­ið um Absalon í Buð. Vegna Fiskivinnuráðið Jóanna Djurhuus, formaður Á fyrsta nevndarfundi hjá nýggju nevdini hjá Fólka­ floks­ungdómi var samtykt at arbeiða fyri fríari fosturtøku Minningarorð um Símun Abrahamsen úr Fuglafirði Seinasta hósdag fingu vit boðini um, at Símun Abra­ hamsen úr Fuglafirði var farin 78 ára gamal. Nú hans­ ara fjørður var rógv­in, drýpa eisini vit í Javn­að­ar­flokki­ num høvur, nú hesin trúgvi part­a­maður okkara hevur lagt ár­arnar inn. Símun var føddur í Fugla­ firði í 1939 sonur Alexandur og Thur­id Ab­r­a­hamsen. Hann var trið­elstur av fimt­an systkjum. Pápin Alex­andur var ættaður úr Oynd­ar­firði, men vaks upp á Trøðni í Fuglafirði, og mamm­an Thurid var dótt­ir Óla á Bakkanum úr Fugla­ firði. Alexandur var kav­ari ella dúkkari, sum tað eis­ini nevnd­ist, og varð ikki van­liga nevnd­ur annað enn Dúkkar­ in. Tá Símun var komin til mans, fór hann eisini at ar­ beiða sum kavari eins og páp­ in. Hetta starvið hevði hann í mong ár, har hann var við í mongum havnabyggingum kring landið. Seinni var hann sum arbeiðsmaður við í fleiri øðrum byggiarbeiðum og ar­beiddi eisini innan smiðj­ u­fak­ið. Símun giftist við Fríðhild Djur­huus sunnan úr Hvalba, og sam­an fingu tey fimm børn. Í tí heimliga um­hvørv­ i­num var Símun ein sera virk­in maður. Eldhugaður sum hann altíð var, so var hann við til at seta á stovn Fugla­fjarðar Sløkkilið og var virk­in har í meira enn 40 ár. Men hann var eisini ein eld­ sál innan Eysturoyar Eyst­ ara Bjarg­ing­arfelag og inn­an Lands­felagið fyri Bjarg­ing­ ar­fel­øg. Alt hetta arbeiði vís­ ir ein mann við stórum vilja til at koma fólki til hjálp­ar, tá okkurt var áfatt, og sam­ svarar hetta eisini sera væl við grundleggjandi hug­burð­ in hjá Símuni. Uppvaksin í stórum barn­ a­flokki og við áhuga fyri sín­ um medmenniskjum, so var Sím­un skjótt eisini eld­hug­að­ ur í, hvussu samfelagið ann­ ars mentist. Tí var tað eisini skjótt, at hann gjørd­ist sera virkin bæði inn­an fak­fel­ags­ rørsluna og pol­itiskt. Símun var, eins og pápin hevði verið, for­mað­ur í Fugla­ fjarðar Ar­beiðs­mann­a­felag. Ikki óvæntað lá javn­að­ar­ hug­s­jónin ikki Símuni fjart. Hann gjørdist ein av floksins sera trúgvu stuðlum øll árini. Hann sat sum formaður og nevnd­arlimur í Eysturoyar Javn­að­ar­felag, og varð hann vald­ur inn í býráðið í Fugla­ firði og var eisini valevni til okkurt løgtingsval fyri flokk­ in. Flokkurin minnist Símun sum ein sera positivan og væl­vilj­aðan mann. Hann og kon­an Fríðhild møttu trúgv upp til fundir í flokkinum, og altíð hevði Símun ein fram­ burðs­rætt­að­an og kon­struk­ tiv­an boðskap. Nú hann er far­in, so senda vit konuni og børn­um og familjuni okkara djúp­astu samkenslukvøðu. Við takksemi lýsa vit frið yvir minnið um trúgva javn­ að­ar­mannin Símun Abra­ ham­sen. Javnaðarflokkurin Mr. Facebook fyllir 34 ár í dag Maðurin sum hevur okkum øll og heimin allan í sínu hulu hond er bara 34 ár Talan er um Facebook- eigaran og stovnararn, Mark Elliot Zuckerberg. Hann er amerikanskur íverkseti. Tað var meðan hann læs á Harvard Univesity, at hann saman við øðrum menti tað, sum er vorðið til heimsumfevnandi sosiala miðilin Facebook.