mánadagur 14. mai 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54
Tongla-Tummas
hevði fylt 90 ár
Fríggjadagin vóru 90 ár síðani Tummas Napoleon Djurhuus, lærari og
skald, varð føddur. Hann doyði í 1971 bara 43 ára gamal
Tummas
Napoleon
Djur
huus var føddur 11. mai 1928
í Kollafirði, og hann doyði 1.
august 1971 í Portugal. Hann
var lærari og skald.
Hann vaks upp í Kollafirði
og í Havn. Tummas Napoleon
Djurhuus starvaðist sum
lærari, til hann brádliga
doyði í bestu árum.
Tummas Napoleon, sum
í táttayrking nevndi seg
Tonglatummas, skrivaði yrk
ingar, tættir, gjørdi søguligar
ljóðmyndir og var ofta at
hoyra í skemtisendingum í
útvarpinum. Yrkingar hans
ara eru ofta inniligar lýs
ingar av bráðkomnum og
viðkvomum kenslum.
80
ára
gamli
Virgar
Dalsgaard úr Havn, sum
eisini
er
lærari,
skrivar
soleiðis
um
Tongla-
Tummas: »Hann var okkara
avgjørt besti og stuttligasti
táttayrkjari, og í nógv ár
var hann stór-leverandørur
av fjøllbroyttum tilfari til
okkara studentakabarettir.
Tummas hevði stórt dram
atiskt talent. Hann gjørdi í
1960´unum nakrar søguligar
sendingar í útvarpi Føroya,
sum fingu fólk at blaka alt
gerandisarbeiðið frá sær, tí
tey máttu lurta eftir teimum
staklivandi, væl-uppbygdu
og hegnisliga instrueraðu
frásagnunum hjá Tummasi.
Hann doyði, sum bert 43
ára gamal á eini tragiskari
summar-ferð í Portugal í
1971.«
Útgávur:
1951 - Ung løg (yrkingar)
1955 - Greinar (yrkingar)
1958 - Og dansurin gongur
(yrkingar)
1961 - Tættir og vísur
1970 - Háfjalssólin og
hostasevjan (tættir)
Heiðurslønir:
1958 - Bókmentavirðisløn
M.A.
Jacobsens
fyri
yrkingasavnið Og dansurin
gongur.
Juliet Joensen,
Tórshavn andaðist
á Lágargarði 12. mai,
66 ára gomul.
Torbjørg Jørgensen,
ættað úr bartalsstovu
í Syðrugøtu, andaðist
í Keypmannahavn
hósdagin 10. mai,
92 ára gomul.
Símun Abrahamsen,
dúkkari, úr Fuglafirði,
andaðist hósdagin 10.
mai, 78 ára gamal
Bergljót Sandoy,
búsitandi í Ålborg
andaðist 10. mai,
69 ára gomul.
Sverri Petersen,
Sandur, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
týsdagin 8 mai,
76 ára gamal.
Birthe Marie Andre
asen, fødd Knudsen,
Tórshavn andaðist á
Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 6. mai,
82 ára gomul.
Marjun Egholm, fødd
Guðjonsson, Klaksvík,
andaðist á Klaksvíkar
sjúkrahúsi leygardagin
5. mai, 77 ára gomul.
Jonna Johannesen,
ættað av Tvøroyri, bú
sitandi í Vági, andaðist á
Hamragarði sunnudagin,
79 ára gomul.
Magnus Winther
Hjelm, Vágur, vanliga
nevndur Massi
andaðist á Suðuroyar
Sjúkrahúsi mánadagin
7. mei, 69 ára gamal.
Absalon í Buð,
vanliga nevndur
Pimmi, andaðist 5.
mai, 70 ára gamal.
ANDLÁT
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
Johanna Jacobsen 100 ár
Mikudagin fyllir Eva Jo
hanna Jacobsen í Havn 100
ár.
Hon er ættað av Sandi,
systir kenda listamálaran
Frimod Joensen. Johanna fór
sum 17 ára gomul suður til
Ørðavíkar at passa systrina,
sum var vorðin sjúk.
Har suðuri møtti hon
manninum Dánjal Johann
Olsen og tey búsettust á
Tvøroyri.
Seks børn vóru í hjúnar
lagnum, Jens Åge, sáli, Eli
sabeth, Martin, Ennibjørg,
Evita og Stanley. Ommu
børnini eru 23 í tali og fleiri
eru langommubørnini og
oldurommubørnini.
Tey, sum hava hug at
heilsa upp á Johonnu á 100
ára degnum eru vælkomin
millum 14 og 19 í heiminum á
Suðuroyarvegi 13 í Havn..
Tummas Napoleon Djurhuus høgrumegin saman við vin
manninum Ólavi Michelsen, sum eisini doyði ungur
1912: FRÍÐRIKUR 8. KONGUR FUNNIN DEYÐUR
14. mai í 1912 var Fríðrikur 8. kongur av Danmark funnin deyður á einum gøtuhorni í Hamburg í Týsklandi. Tað gingu nakrir
tímar, áðrenn nakar visti, at tað var kongurin av Danmark. Hann var farin ein spákingartúr einsamallur, tá hann small. Hann
var hjartasjúkur. Tá fólk ikki kendu deyða mannin, var hann fluttur á líkhús í býnum. Ikki fyrr enn morgunin eftir gáðaðu tey
um, at hann ikki var á kamari sínum, og tá var farið at leita stillisliga. Tá tey frættu, at ein maður var funnin deyður, fóru tey í
líkhúsið, har líkið av honum lá. Illar tungur hava seinni viljað verið við, at hann hevði verið á skøkjuhúsi. Men høgi haldur hans
ara, ringa heilsan og veruleikin, at hann varð funnin eitt korter eftir, at hann var farin frá húsum, stuðla ikki hesum páhaldi.
Heidi Müller og Jóhan Hendrik Rubeksen,
fingu tann 3.mai 2018 eina fitta dóttir.
Hon vigaði 3250 gr og var 53 cm long.
Rosely de la Cerna Reinert og Regin Reinert, fingu
8. mai 2018 eina dóttir. Longd: 51 cm. Vekt : 3740 gr
Í 1912 kundi ein
kongur fara
einsamallur
ein túr í býin –
uttan lívverjar
VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN
Katrin Michelsen farin 66 ára gomul
Katrin Michelsen,
fødd Thomsen, Oman
Hoydalar í Hoyvík,
ættað úr Fuglafirði,
andaðist, 2. mei,
66 ára gomul
Katrin Michelsen arbeiddi
í fleiri ár, sum sjálvstøðug
hárfríðkanarkvinna,
men
hesi seinastu árini arbeiddi
hon í køkinum á Lágargarði
í Havn.
Í frítíðini gekk hon nógv í
føroysku náttúruni.
Katrin Michelsen var gift,
átti tveir synir, verdøtur og
ommubørn
Niclas Heri fyllir 50 ár
Í dag fyllir Niclas Heri
Jákupsson 50 ár. Niclas
Heri er landskendur
sum fyrilestrahaldari,
ráðgevi og sangari
Niclas Heri er klaksvíkingur
og starvaðist í nógv ár sum
sølumaður og skrivstovu
maður. Seinastu árini hevur
Niclas Heri havt fyritøkuna
Fegin, sum eitt nú ráðgevur
um sølu og skipar fyri til
tøkum. Fram um alt annað
er Niclas Heri helst kendur
sum sangari. Hann er annar
sangarin í bólkinum Dyna
mit og hevur skrivað nógvar
av sangunum hjá bólkinum.
Niclas Heri er giftur Elin
Eginsdóttir, sum er ættað úr
Sørvági, har tey eisini hava
búð seinastu árini. Tey eiga
tvær døtur og hava fingið
tvær ommu- og abbadøtur.