mánadagur 14. mai 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá Ung í Arbeiði fara til
verka í Vestmanna í summar,
verður tað í høvuðsheitum at
rudda, lúka og fríðka um í
bygdini
Børn ikki einsamøll
oman til Spónhyljar
- Tað er av alstórum týdningi, at børn ikki fara einsamøll oman at vøtnunum
Vilmund Jacobsen
Viðareiðis kommuna er vorðin
varug við, at børn hava til frægd at
fara oman í Spónhyljarnar.
Hetta fegnast tey íkommununi
um, tí endamálið við Spónhyljum
er, at hetta skal verða eitt savning
arstað, bæði hjá fuglum og menn
iskjum.
- Endamálið við ætlanini við
Spónhyljum var upprunaliga at
skapa eitt umhvørvi, har vøkstur,
sum frá líður, nørist, soleiðis at
fuglar koma at fjølgast í økinum.
Og við slíkum vakureika og lívi
trívist menniskjan væl.
Í Viðareiðis kommunu gleða tey
seg til, at økið fer at fáa endaliga
dámin av øllum tí arbeiði, sum er
gjørt, og sum borgararnir hava
staðið so væl saman um at fremja.
Ikki vandaleyst
Tó er tað ikki vandaleyst at ferðast
í økinum.
- Kyksendi er í pørtum av vøtn
unum, og vit hava fingið fráboðanir
um, at børn fara oman til Spónhylj
ar einsamøll.
Tað siga tey í Viðareiðis komm
unu, sum heita á øll foreldur um at
tosa við børnini um vandan, sum
kann standast av, um onkur er
áhaldsin og dettur útí - antin frost
er ella ei.
Í Viðareiðis kommunu siga tey,
at tað er av alstórum týdningi, at
eingin fer einsamallur oman at
vøtnunum, men at børn altíð eru
saman við øðrum um hesar leiðir.
Rudda
og planta
í Vágum
Vilmund Jacobsen
Í døgunum, 22. mai til leyg
ardagin 26. mai, verður um
hvørvisvika í Vága kommunu,
har ruddað verður í nærum
hvørvinum í Sandavági og
Miðvági.
Í felag verður eisini farið at
seta plantur niður við skúlan á
Giljanesi.
Í umhvørvisvikuni verða
eisini verkstovur um kompost
ering og høsnarhald.
Í Vága kommunu heita tey á
sínar borgarar um at fylgja við
á heimasíðuni og Facebook-síð
uni hjá Vága kommunu, har
dagføringar verða gjørdar við
skrá og ymiskari kunning um
umhvørvisvikuna.
Viðhefta mynd er tikin
í umhvørvisvikuni í Vága
kommunu í 2017, tá starvsfólk
og býráðslimir høvdu rudding
ardag.
vilmund@sosialurin.fo
GONGUTÚRUR: Kvívíkar kommuna skipar
2. hvítusunnudag fyri árligum gongutúri.
Gingið verður frá Frammi á Mýrum, tey
rópa og til Hvalvíkar. Eftir gongutúrin
verður borðrreitt við suppu í Kvívík.
Meira kann lesast á www.kvivik.fo
Línuskip í føroyskum
og íslendskum sjógvi
Streymurin harðnar, og veðrið
verður umskiftandi
Vilmund Jacobsen
Fýra ísfiskalínuskip fiska í ís
lendskum sjógvi, og tvey teirra
koma heim at landa fyrst ella
miðskeiðis í hesi vikuni. Hini bæði
skipini landa neyvan fyrr enn í
næstu viku.
Umframt
ísfiskalínuskipini
fiska eisini tvey frystilínuskip í
íslendskum sjógvi, og eitt fiskar í
føroyskum sjógvi.
Trý ísfiskalínuskip fiska í
føroyskum sjógvi, og tey koma
væntandi inn at landa síðst í hesi
vikuni.
- Streymurin harðnar út á vik
una, og veðrið verður umskift
andi. Tí er ikki væntandi, at tað
verður so nógvur útróður hesa
vikuna, vita tey á Fiskamarknaði
Føroya at siga um útlitini fyri
hesa vikuna.
Sandshavið er komið
undan Íslandi í dag
- Kyksendi er í pørtum av vøtnunum, og vit hava fingið fráboðanir um, at børn
fara oman til Spónhyljar einsamøll, siga tey í Viðareiðis kommunu