mánadagur 14. mai 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54
Havsbrún í
Fuglafirði hevur
seinastu tíðina tikið
ímóti nógvum
svartkjafti frá
føroyskum skipum – og
onkur útlendskur
trolari hevur eisini
landað til virkið.
Virkin og
hugbundin
- Nú kann summarið bara koma,
siga tey í Sunda kommunu
Vilmund Jacobsen
Leygardagin høvdu tey rudd
ingardag í Sunda kommunu,
har ruddað varð kring um í
kommununi.
Hetta er ein dagur, har
ruddað verður víða um, tí
kommunan røkkur heilt úr
Hósvík, norður til Gjáar og
Tjørnuvíkar og vestur til
Saksunar.
Dagurin
byrjaði
við
morgunmati klokkan 9.30,
og tá morgunmaturin var
etin, varð ruddað í bygdun
um til klokkan 13, tá Sunda
kommuna bjóðaði smyrji
breyð og ymiskt leskandi.
Tá ruddingardagurin var
liðugur, kundu tey í Sunda
kommunu fegnast um, at
dagurin hevði verið væl
eydnaður við sera nógvum
fólki og góðum lagi.
- Tað var stuttligt at síggja
so nógv fólk vera saman,
virkin og hugbundin um at
rudda - og nú eru bygdirnar
klárar at taka ímóti summ
arinum, verður sagt í Sunda
kommunu.
Soleiðis
gongur
við troli
Vilmund Jacobsen
Fýra partrolarapør
eru til fiskiskap eftir
upsa í løtuni, men
væntandi fara onnur
pør út aftur í næstum.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at
siga, at fiskiskapurin
eftir upsa er einki
at reypa av í løtuni,
men partrolararnir
fáa eisini nakað av
toski og hýsu.
Pørini, sum eru til
fiskiskap, koma
helst øll inn at landa
hesa vikuna.
Trý partrolarapør
fiska gulllaks.
Tríggir
djúpvatnstrolarar
eru til fiskiskap undir
Føroyum í løtuni.
Tveir fiska á djúpum
vatni eftir svartkalva
og kongafiski. Hesi
skipini landa antin
seinast í hesi vikuni
ella fyrst í næstu viku.
Hin triði
djúpvatnstrolarin
er vestan fyri og
fiskar kongafisk.
Teir fáa eisini nakað
av svartkalva.
Væntandi landar hesin
djúpvatnstrolarin
seinast í hesi vikuni.
At enda er ein
frystitrolari farin
til Grønlands at
fiska svartkalva.
Fimm trolbátar
fiska norðan fyri og
vestanfyri. Teir koma
allir inn at landa síðst
í hesi vikuni og hava
at kalla bara tosk,
umframt eitt sløð
av hýsu og upsa.
Tey fýra garnaskipini,
sum fiska svartkalva,
koma væntandi øll inn
at landa hesa vikuna.
- Fiskiskapurin eftir
svartkalva er smáligur,
men garnaskipið,
sum fiskar havtasku,
hevur rímiliga góðan
fiskiskap, vita tey
á Fiskamarknaði
Føroya at siga.
Myndina til henda
greinastubba eiga
TJ-myndir.
DÁTUVERND: Hin
23. mai klokkan
15 skipar Føroya
Arbeiðsgevarafelag
fyri kunningartiltaki
fyri limum í
feløgunum í
Vinnuhúsinum
um nýggju ES-
fyriskipanina um
persónsdátuvernd.
Gekk seinni í
seinastu viku
- Arbeitt hevur verið við at
tryggja ein sokallaða gongd við
leysari tilfari Hvítanesmegin, siga
P/F Eystur-og Sandoyartunlar
í fráboðan í morgun
Vilmund Jacobsen
P/F Eystur-og Sandoyartunl
ar vistu í morgun at siga, at
seinastu vikuna hevur bori
arbeiðið í Eysturoyartunlin
um gingið seinni enn undan
farnu vikurnar.
- Hvítanesmegin hevur
verið arbeitt við at tryggja
ein sokallaða gongd við leys
ari tilfari. Tað tekur nakað
av tíð at gera hetta arbeiði,
og tískil vórðu einans fimm
metrar boraðir á Hvítanesi í
síðstu viku.
P/F Eystur-og Sandoyar
tunlar vita at siga, at Hvíta
nesmegin eru nú boraðir og
sprongdir tilsamans 2.575
metrar.
Frá rundkoyringini undir
Saltnesgrynnuni og móti
Hvítanesi vórðu í seinastu
viku sprongdir 27 metrar, og
har eru nú boraðir tilsamans
634 metrar.
Lagt verður aftrat, at frá
rundkoyringini undir Salt
nesgrynnuni og móti Rókini
vórðu í seinastu viku boraðir
og sprongdir 33 metrar, og
her er metratalið nú komið
upp á tilsamans 446.
Hetta merkir, siga P/F
Eystur-og
Sandoyartunlar,
at boraðir og sprongdir eru
nú tilsamans 5.280 metrar
av tilsamans 11.250 metrum,
sum Eysturoyartunnilin til
samans verður langur.
Um eitt ár
Teitur Samuelsen, tunnils
stjóri, segði fyri eini tíð síðan
við Sosialin, at tíðliga næsta
summar - ella um eitt ár -
verður sambært ætlanini
seinasta skotið latið av í
Eysturoyartunlinum.
Boringin
á
Strondum
byrjaði hin 21. februar í 2017,
og boringin á Hvítanesi byrj
aði hin 27. apríl í 2017.
Myndin er av rundkoyringini í Eysturoyartunlinum, sum er á leið undir Saltnesgrynnuni