mánadagur 14. mai 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Føroyskt fimleikalið hevur verið í EM-finalu í Estlandi, Torkil Veyhe slapp á sigursskammilin
í Svøríki og hondbóltsmenninir eru farnir at fyrireika seg til stórar EM-uppgávur
FÓTBÓLTUR
Eftir 22 ár í felagnum stóð Ar
sène Wenger eina seinastu ferð á
odda fyri Arsenal í 1-0-sigri ímóti
Huddersfield í gjár. Stóri spurn
ingurin er nú hvør skal taka við
sum nýggjur Arsenal-venjari, men
sambært BBC, so hevur leiðslan
í felagnum ikki beinleiðis skund.
Helst hevur felagið ein mánað at
finna nýggja venjaran, tí tað verður
hildið, at teir ætla at kunngera
nýggja venjaran áðrenn HM-enda
spælið byrjar tann 14. juni. Skal ein
trúgva veddingarfyritøkum, so eru
tað nú tveir greiðir favorittar til
starvið. Annar er Juventus-venj
arin, Massimiliano Allegri, og hin
er fyrrverandi Arsenal-spælarin,
Mikel Arteta. Tann einans 36 ára
gamli Arteta er í venjaratoyminum
hjá Manchester City, og við Sky
Sports sigur City-venjarin, Pep
Guardiola, at hann als ikki fer at
standa í vegin fyri Arteta, um hann
fær bjóðað venjarastarvið í Arsenal.
FC Barcelona var ógvuliga tætt
við at vera ósigrað kappingarárið
2017/2018 í sponsku La Liga, men
stórfelagið, sum longu er spanskur
meistari, tapti í næstseinasta um
farinum fyrsta dystin í landskapp
ingini. Hetta var 37. dysturin, og
fyrstu 36 dystirnir vóru endaðir
við 27 sigrum og níggju javnleik
um. Púra óvæntað var tað Le
vante, ið steðgaði sigursrøðini hjá
FC Barcelona, sum harvið mistu
'invincible' (sum ósigraðir) á gólvið.
FC Barcelona, sum var uttan Messi
og Piqué, hevði ein ræðuligan
fyrsta tíma, har støðan var heili
5-1 til Levante. Trý mál upp á átta
minuttir minkaði um heilt niður í
5-4 og gav Barca vón um minst ein
javnleik, men soleiðis bleiv ikki –
Levante vann dystin 5-4 og gav FC
Barcelona fyrsta tapið í landskapp
ingini hetta kappingarárið.
Tað er ikki líkt til at nakar
klárar at vippa Juventus á trónuni
í italskum fótbólti. Í gjár tryggjaði
Torino-felagið
sær
nevniliga
italska meistaraheitið sjeynda árið
á rað. Hetta gjørdu teir umvegis
0-0-javnleik ímóti AS Roma, og nú
einans ein dystur er eftir at spæla
kann Napoli ikki longur fanga teir.
Juventus-málverjin, Gianluigi Buff
on, skrivaði samstundis søgu við
at gerast fyrsti leikarin, ið hevur
vunnið Seriu A níggju ferðir.
FIMLEIKUR
Team Hydra hjá fimleikafelagnum
Ljósinum í Havn hevur um viku
skiftið luttikið í EM í estetiskum
fimleiki, sum var í estlendska
høvuðsstaðnum, Tallinn. Tað gekst
teimum væl í innleiðandi kapping
ini, og við 14,55 stigum megnaðu tær
at sleppa við í finaluna. Finalan var
í gjár, men har gekst ikki eins væl.
Team Hydra bleiv nummar 11 út av
12 liðum. Komandi vikuskifti er FM
í estetiskum fimleiki á skránni.
HONDBÓLTUR
Føroyska A-landsliðið hjá monn
um hevur um vikuskiftið havt
fyrstu
venjingarleguna
fram
ímóti EM-undandystunum ímóti
Danmark og Montenegro í oktobur.
Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen
og Jeppe Borch, hava ein brutto
hóp, sum telur 33 spælarar. Venj
ingarlegan var í Hoyvíkshøllini,
og restina av hesum mánaðinum
venur liðið eisini saman tvær ferðir
um vikuna. Nýggjur í føroyska
hópinum er eitt nú Neista-málverj
in, Nicholas Satchwell. Hann er ikki
einasti útlendingurin á føroyska
liðnum, har teir báðir donsku Nick
las Selvig og Peter Krogh eisini eru.
SÚKKLING
Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe,
kom fyri fyrstu ferð í Team
VIRTU-troyggjuni á tann veruliga
sigursskammilin, tá ið hann og lið
felagarnir í gjár kappaðust í Scandi
navian Race í svenska býnum Upp
sala. Leygardagin royndi hann at
stinga av frá feltinum tvær ferðir,
men hann bleiv heintaður aftur
og endaði við at súkkla sokallað
leadout fyri ein liðfelaga, ið bleiv
nummar trý. Í gjár eydnaðist betur
hjá Torkili, sum kappaðist á einum
2,5 kilometrar longum umfari, ið
skuldi súkklast 25 ferðir – ein so
kallað gøtukapping. Einans 15 av
teimum gott 100 súkklarunum
komu á mál. - Eg sat væl við í
fremra endanum og royndi meg
nakrar ferðir, men eg bleiv heint
aður av restini. Ein endar við at fara
frá okkum, og so súkkla vit um 2.
plássið. Eg blívi nummar tvey í
spurtinum og harvið nummar trý,
greiðir Torkil Veyhe frá. Svenski
Fredrik Ludvigsson frá Team Coop
vann kappingina, meðan danski
Niklas Amdi Pedersen frá BHS –
Almeborg Bornholm bleiv nummar
tvey. Torkil og liðfelagarnir í Team
VIRTU fara frá mikudegnum av at
súkkla í Tour of Norway. Hendan
kappingin verður víst beinleiðis á
sjónvarpsrásini Eurosport.
Eisini
hevur
súkklukapping
verið her heima í Føroyum. Talan
var um ein 50 kilometrar langan
tein, sum teir í opna bólkinum
súkklaðu
tvær
ferðir,
meðan
kvinnur, unglingar og motiónistar
einaferð. Byrjað var í Sands bygd,
og leiðin gekk so til Dals. Síðan
gekk leiðin úr Dali til Skálavík. Úr
Skálavík bleiv súkklað til Skopun,
og frá Skopun gekk leiðin aftur
til Sands, har málið var við Effo
støðina. Í opna bólkinum vann
Jan Hjaltalin Olsen við tíðini 3
tímar, 27 minuttir og 45 sekund.
Honum á baki komu Gunnar Dahl-
Olsen (3.35.00) og Jákup Petur
Eliasen (3.37.38). Hjá kvinnunum
vann Elsa Berg (2.11.9), hjá ungling
um Tóri Thorleifsson (2.07.5) og
motiónistum Steinfinnur Mittel
stein (2.25.9).
Hydra kom í EM-finaluna