mánadagur 14. mai 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Fríggjadagin og leygardagin vóru
Føroyar vertir fyri norðurlendska
meistaraheitinum (NM) í boccia
fyri rørslutarnað. Hetta er triðju
ferð, at Føroyar eru vertir fyri hesi
kappingini, sum varð spæld í høllini
á Hálsi í Havn. Luttakandi londini,
sum eru Føroyar, Ísland, Danmark,
Noreg, Svøríki og Finnland, skiftast
um at hava kappingina. Hon er á
øðrumhvørjum ári. Fyrstuferð Før
oyar høvdu kappingina var í 1994,
og síðani aftur í 2006 og nú í 2018.
101 gestur hava verið í Føroyum
hesar dagarnar. Talan hevur verið
um umleið 60 íðkarar og so hjálpar
fólk og onnur afturat.
Tróndur Ravnsfjall, ítróttar
ráðgevi hjá Parasport Føroyum, ið
hevur staðið fyri kappingini, sigur,
at tað hevur verið ein stór avbjóð
ing at hýst henni.
- Hetta hevur kravt øgiliga nógva
fyriskipan – serliga logistiskt, tí tað
hava verið 31 koyristólabrúkarar,
greiðir hann frá.
- Men tað gekk sera væl. Fyrsta
dagin bleiv tað drúgt, tí dystirnir
blivu øgiliga spennandi og vit hildu
leingi á, men nógv góð fólk hava tik
ið eitt rimmar tak, sigur Tróndur
víðari um orsøkina til at tað eydn
aðist at avgreiða hesa stóru kapp
ingina í Føroyum.
Fáir føroyingar
Orsøkin til, at tað kravdi nógv
av fáum herðum til at fyriskipa
kappingina, er tann, at tað ikki
eru nógvir føroyingar í boccia fyri
rørslutarnað. Í kappingini vóru
14 spælarar í dysti í senn, og hetta
kravdi samstundis, at tað vóru 32
dómarar og onnur fólk rundan um
í senn.
- Vit fingu tað at eydnast við at
fáa fólk at standa leingi og renna
nógv, sigur Tróndur Ravnsfjall.
Hann hevur verið við til aðrar
NM-kappingar, og tá saman um
kom helt hann ikki, at Føroyar sum
vertir stóðu nakað aftanfyri hini
norðurlondini.
- So absolutt ikki, sigur hann.
Ítróttarráðgevin hjá Parasport
Føroyum harmast um, at tað ikki er
nógv rørslutarnað í Føroyum, sum
spæla boccia.
- Tað kundu saktans verið fleiri,
sigur hann.
Seks føroyskir íðkarar vóru við í
NM-kappingini, og afturat teimum
var ein venjari.
Tróndur heldur, at fólk í dag
hava nógv tilboð, og at hetta kann
vera ein av orsøkunum til at tey
ikki velja boccia.
- Tey vita tí heldur ikki hvussu
stuttligt og gott spæl boccia er. Tað
er eisini persónliga gevandi. Tað er
sosialt, og so venur tú eisini kon
sentratión og kropsligar førleikar.
Eitt gott við boccia er eisini, at tað
eisini er fyri tey, ið eru fjølbrekað
og hava serliga skerdan førleika,
sigur Tróndur, sum tí mælir fólki
til at halda seg framat.
- Um tað eru fólk, sum eru
áhugað í at hoyra nærri ella at
spæla, so eru tey altíð vælkomin at
seta seg í samband við Parasport
Føroyar, sigur Tróndur Ravnsfjall.
albinus@sosialurin.fo
BOCCIA
Tað var ein logistisk avbjóðing at hýsa 30 koyristólabrúkarum samstundis, men tá ið saman um kom
eydnaðist NM í boccia í Føroyum sera væl, og sum vertir standa vit einki aftanfyri hini. - Absolutt ikki,
sigur umboð fyri Parasport Føroyar, sum tó ynskir at fleiri rørslutarnað koma at royna seg í boccia
NM í boccia:
HÝSTU
MEIRA ENN
100 GESTUM