mánadagur 14. mai 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein boccia-vøllur er 6 x 10 metrar. Hvør spælari fær seks bóltar – ein
hevur reyðar og ein hevur bláar.
Tann, ið hevur reyðar bóltar, kastar hvítu kúluna – eisini nevndur
jack – ið er kúlan, ið miðað verður eftir.
Stutt sagt snýr boccia seg um at fáa flestar bóltar tættast við jack.
Tá báðir spælararnir hava kastað sínar seks bóltar, verða stig tald
saman. Spæld verða í alt fýra umfør.
Fyri hvønn bólt, ið ein hevur tættast við jack, fær spælarin eitt
stig. Dømi: Um tveir bláir eru tættast, fær bláur tvey stig.
BOCCIA
Áki Joensen:
Pætur Albinus
Ein av royndu føroyingunum
í boccia fyri rørslutarnað er 37
ára gamli Áki Joensen. Hann er
búsitandi í Aalborg, men um viku
skiftið var hann heima og kapp
aðist fyri Føroyar.
- Tað er altíð ein stoltleiki at
umboða Føroyar, og ein vil altíð
gera tað eyka fyri at fáa eitt gott
úrslit, sigur Áki Joensen, sum
tó ikki er nøgdur við hvussu tað
gekst í NM-kappingini hesaferð.
- Eg hevði væntað at koma
víðari úr bólkinum, men soleiðis
gekk ikki. Eg tapti fyrstu tveir
dystirnar og vann síðani hinar
báðar, men tað var ikki nóg mikið
til at eg kundi koma víðari, greiðir
Áki frá.
Fyri tveimum árum síðani
vann Áki silvur í NM, so tað er
einki at siga til, at hann er vón
brotin av ikki at koma víðari úr
bólkaspælinum hesaferð. Hann
heldur tó, at støðið í NM er
hækkað.
- Tað er bara gott fyri kapp
ingina. Støðið er næstan sum tá
vit eru til EM ella HM, sigur Áki.
Áki venur boccia ímillum fýra
og seks tímar um vikuna, og stóra
málið hjá honum er at sleppa
við til OL í Tokyo í 2020. Fyri at
røkka hesum máli krevst at hann
savnar sær nóg mikið av stigum í
ymiskum boccia-kappingum.
Áki sigur, at tað kundi gingið
betur við at savna sær stig, eitt nú
eisini tí at hann ongan føroying
hevur afturat sær, soleiðis at
hann eisini kundi vunnið sær stig
umvegis liðkappingina.
Næsta kappingin hjá Áka
verður í Poznan í Póllandi 5. til 12.
septembur.
albinus@sosialurin.fo
Ein stoltleiki at
umboða Føroyar
Hvat er boccia?
Tað gekst ikki væl hjá royndasta
føroyska boccia-spælaranum, men
hann sigur seg vera erpnan av at
kunna umboða Føroyar á heimavølli