mánadagur 14. mai 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Heðin Stenberg (AB)
Helt málið hjá argjamonnum, sum vunnu 2-0 á EB/Streymi.
Hevði eina ordiliga góða bjarging, men spældi annars væl.
Serliga setti hann spælið væl í gongd, tá hann fekk bóltin.
Tað gjørdi at argjamenn oftani fingu trýst EB/Streym.
Adrian Justinussen (HB)
Sjálvskrivaður á liðnum, tá hann við
tveimum frísparksperlum avgjørdi
dystin í Gøtu. Er toppskjútti í deildini
og tykist av fyri í løtuni. Kemur við
nógvum í spælinum eisini.
Meinhard E. Olsen (B36)
Eitt framúr mál og eitt framúr
upplegg. Tað er nokk til Meinhard at
koma á liðið hesaferð.
Isaac Shaze (Suðringar)
Skorar og er besti maður
á vøllinum á Dungasandi.
Tað mesta av spælinum hjá
Suðringum fer gjøgnum hann.
Er fullur av orku og tryggur á
bóltinum. Tykist sum ein sannur
fongur og kann fáa ein týðandi
leiklut fyri hvussu kappingarárið
hjá Suðringum spælir av.
Kaimar Saag (B36)
Hattrik ger at hesin maðurin kemur
á liðið fyrstu ferð. Hann stóð sterkur
í myndini og málini vóru góð. Blívur
bara betri og betri fyri hvønn dyst.
Magnus H. Jacobsen (B36)
Fær ungdómskortið hesaferð. Eftir
fleiri góðar dystir á miðvøllinum hjá
B36, er hann á liðnum, men tað er
ikki bara tí hann er ungur, men eisini
tí hann spældi væl. Hevur góðan
bóltførleiki, góðar avleveringar og
stinnur í tvídystunum.
Bjarki Nielsen (AB)
Ungi argjamaðurin hevur av álvara
meldað seg inn í bestu deildina í
ár. Eitt mál hesa ferð, men stóð
eisini sterkur í myndini í spælinum.
Góðan bóltførleika og skilagóður í
avspælinum.
Benjamin Heinesen (B36)
Legði upp til tvey mál við longum
innkøstum. Serliga tað seinna var væl
hugsað, umframt at B36 kundi fingið
eitt triðja mál upp á innkast í seinna
hálvleiki. Spældi annars væl á høgra
bakki, har hann kom nógv framvið.
Marko Dusak (KÍ)
Spældi sín besta dyst fyri KÍ
higartil í 1-1 javnleikinum
móti NSÍ í Klaksvík. Vinnur
sínar tvídystir og sleppur sær
væl av við bóltin, tað hevur
verið ein trupulleiki fyrr í ár.
Spældi sum ein maður, ið
ætlar sær fast pláss á liðnum.
Teitur Olsen
(Suðringar)
Tað vóru fleiri góð um
miðverjuplássini, men við
einum góðum avriki í 3-0
sigrinum á 07 Vestur hevur
Teitur Olsen fingið pláss á
liðnum fyri fyrstu ferð. Avrikið
var ikki sera sannførandi,
men plássið er eisini ein
staðfesting av góðu gongdini
hjá Suðringum seinastu
dystirnar.
Sørin Samuelsen (AB)
Stríðsmaðurin hjá
argjamonnum spældi væl
móti EB/Streymi. Hann
er sera ágrýtin í sínum
verjuspælið. Tað kann geva
ávísar avbjóðingar, men í
hesum førinum gjørdi tað, at
argjamenn fleiri ferðir vunnu
bóltin tíðliga og nakað longur
frammi á vøllinum enn vanligt.
Endar á vinstra bakki, men er
miðverjil
Glenn Ståhl (Suðringar)
Hevur hesa vikuna vunnið suðringar í
hálvfinaluna í steypakappingini, umframt at
vinna 3-0 á beinleiðis kappingarneytanum
í landskappingini. Hetta eftir at hava spælt
hósdagin, meðan 07 Vestur hevði frí.
Liðið hesa vikuna:
HER LIÐIÐ FYRI
10. UMFAR