Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen HB gongur frá sigri til sigur, og B36 er einasti avbjóðarin, sum syrgir fyri, at frástøðan fram til toppin ikki verður so long, at spenningurin hvørvur. Adrian Justinussen er topp­ skjútti. Í gjár skoraði hann bæði mál­ini í Gøtu, tá ið HB ímóti Víkingi kubb­aði høvdið av enn einum av teim­um, ið hava verið roknað at vera FM favorittar. Nú hevur HB vunnið ímóti NSÍ og Víkingi á útivølli. Tað vil siga, at tingini venda heilt øðrvísi, enn tey hava gjørt undanfarnu árini, tá ið HB úrtøkan á bygd og serliga í Eystur­oy ikki hevur verið nakað at reypa av. Tríggjar ferðir á rað vera mót­ støðu­liðini hjá HB nú tey, sum eru í niðaru hálvu á støðutalvuni – EB/ Streymur, AB og 07 Vestur. 17. juni verður grannauppgerð í Gundadali. Næstu vikurnar skal B36 spæla ímóti Víkingi, NSÍ og KÍ. Stiga­ talvan sigur, at tað bíða B36 størri avbjóðingar, enn tað gera grann­ unum, men í løtuni er ilt at síggja, hvat nakað at stóru liðunum eystan­fyri Sundalagið skal gera við tey í høvuðsstaðnum. Tað verður ikki fyrrenn 10. august – á summarfestivalinum – at HB skal til Klaksvíkar. Ov trivaligir manngarðar Í gjár var fótbóltsspælið hjá suverena toppliðnum ikki tað mest sann­førandi. Adrian Justinussen skor­aði málini við framúr frí­spørk­ um, tá ið bólturin ferðaðist upp­um manngarðin og so í málið í tí borði­ num, sum málverjin roknaði við, at mann­garðurin fór at verja fyri. Tað reisir spurningin, hvussu tað ber til, at tað aftur og aftur – bæði í stóru verð og heima á landi – verður roknað við nyttu av triva­ lig­um verjugarði. Royndirnar siga, at hann er til onga nyttu, tá ið skjútt­arnir eru so dugnaligir, sum Adrian Justinussen nú vísir seg at vera. Møguleikin hjá málverjanum at bjarga hevði ivaleyst verið væl betri, tá ið royndin er úr 23 metr­um, um ein ella tveir vóru í mann­garði­ num, og málverjin stóð mitt í máli­ num og hevði gott útsýni. Einaferð í framtíðini fer at verða smílst at trivaligu verjugørðunum. Spurn­ingurin er nær tað fer at vera. Tað kann hugsast, at komandi mót­støðuliðini hjá HB fara at seta minni garðar upp næstu vikurnar, enn Víkingur gjørdi ígjár. Karim Saaga trífaldur málskjútti B36 – Skála 5-1 Framúr undirhaldið í poleraðum og hugflogsríkum fótbóltsspæli vóru tey í Gundadali vitni til seint seinna­partin. Síðsta tíman millum B36 og Skála. Síðani fjórðingsfinaluna hós­ dag­in, tá ið B36 vann steypadystin 2-0, var tað fyrsta hálva tíman týðuligt, at Eyðun Klakstein og Skála høvdu lisið uppá. Verjuspælið var sann­ før­andi, B36 innleggini vóru fá, og í skjótum mótálopum fangaðu gestir­ nir fleiri ferðir heimaliðið, tá ið verjan var frammarlaga. Hvussu tað hevði lagað seg, um skála­menn høvdu tikið av, tá ið teir fýra ferðir vóru í góðari støðu, ber til at ímynda sær. -Tá ið teir skoraðu fyrsta mál­ið, var tað sum okkara sløktu kon­takt­ ina. Tað er ikki nóg gott, og lítla løtu sein­ni vísti talvan 3-0, og so ráddi tað í seinna hálvleiki um hjá okkum at sleppa sum frægast burturúr hes­um. Higartil hevur verjan hjá okk­um verið tann næststinnasta. Hetta er fyrsti sekkurin, sum vit fáa, og nú mugu vit gloyma hetta og hyggja frameftir. Tað verður neyvan við stigum ímóti B36 í Gunda­dali, at vit flyta okkum rætta vegin, sigur Skála venjarin Eyðun Klak­stein. Í B36 leguni stórfegnast tey um spruttandi avrikið og um, at est­ lendski Kaimar Saag nú av álvara hevur fingið høvdið fyri seg, eftir at tað fyrstu umførini ikki sá so sann­førandi út: -Fyrsti hálvi tímin var einki at rópa hurrá fyri. Pressið riggaði ikki, og vit vunnu ikki næstu bóltarnar. Men tá ið Eli Falkvard Nielsen stútaði bóltin í málið eftir langt inn­kast frá Benjamin Heinsen glapp tað, og so var avrikið framúr síðsta korterið undan steðginum og fyrstu longu løtuna eftir steðgin, tá ið høvið var hjá framrættaðu monn­unum at fylla sjálvsálit á tang­an, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36, og hann heldur fram: -Meinhard E. Olsen skoraði fram­úr mál, tá ið hann sneiddi inn úr høgru og smekkaði bóltin í handara hornið. Landsliðsvenjarin var millum áskoðararnar, og av­ rikini hjá Meinhardi styrkja iva­ leyst um hansara møguleika at fáa lands­liðsboð. Serliga fegin eri eg um, at Kaimar Saag var trífaldur mál­skjútti. Vit vita, hvat býr í honum, og vit kenna hugburðin, sum hann vísir. Nú hevur hann vant seg við undir­lagið, og liðfelagarnir og hann skilja nú betri hvønn annan. Hann er heilt víst at vera ein fongur, sigur Jákup á Borg. Tað er eingin endi á, hvussu nógvar ungar og evnaríkar spælar­ ar teir ala í B36. Síðstu ellivu minutt­ir­nar í gjár var sekstan ára gamli Andrass Johansen fyri fyrstu ferð á besta liðnum í landskappingini: -Hann er ágangandi og góður í samanspælinum. Tí passar hann væl inn á liðið hjá okkum, og iva­leyst verður meiri at síggja til hans­ara, sigur B36 venjarin. Spentu bein fyri hvørjum øðrum KÍ – NSÍ 1-1 Fyri fjórðu ferð á rað noyddust klaks­víkingar av vøllinum uttan at hava vunnið. Hjá báðum pørtum sótu lyklaspælarar uttanfyri. Hjá NSÍ Bárður J. Hansen og Klæmint A. Olsen og hjá KÍ málverjin Mein­ hardt P. Joensen, miðverjin Deno Pavlovic og frá dystarbyrjan eisini Jóan­nes Bjartalíð, sum higartil hevur verið tann mest eyðsýndi. Heldur ikki hjá NSÍ hava úrs­ lit­ini verið sannførandi, og í fyrra hálv­leiki sást, at tað snúði seg nógv um at ansa eftir í verjuni. Eftir steðgin var størri tyngd í, tá íð Ísak Simonsen og Jóannes FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Again and again, for Sorin nú vunnu vit aftur og eru on the road again. Tit eru fantrúligir. Frens forever. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Tá íð vit ikki skora 100% uppá kjansir sum vit høvdu, so er einki at gera við Argjafrensar. Saman standa vit sterk. KRISTIAN JOENSEN KÍ: Vit eru iriterandi ringir. Tillukku við FM HB JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: So nógvar milliónir sum tey hava brúkt har norðuri, so hevði eg væntað meira fótbóltspæl. Spell, ikki at fáa øll stigini. Men ein javnleik ímóti The Double-vinnarunum er eisini okay! Vit vísa góðan vilja og hugburð. Deiligt! Meira av tí! Góðir! BJØRG OLSEN SKÁLA: Høvdu B36 á knøunum tann fyrsta 1/2 tíman. Mistu alt á gólvið aftaná 1. málið hjá B36, og fótaðu okkum ikki aftur í dystinum. Koma sterkt aftur næsta dyst. Go Skála B36 vísti framúr hugflog og er einasti avbjóðarin í toppinum, har KÍ og NSÍ spentu bein fyri hvørjum øðrum FÓTBÓLTS­ SPÆLIÐ ER STÓRI VINNARIN