Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR Bjarta­líð settu ferð á framrættaða partin hjá heimaliðnum. Eftir at NSÍ mitt á vøllinum misti í uppspæli, spældi Jákup B. Andreasen Boris Dosljak leysan í høgru, og hesin lyfti hegnisliga úr spískum bóltin upp­um málverjan og í málið. Sjey minuttir undan leikloki javn­aði Einar Tróndargjógv, sum eftir horna úr høgru og út frá aftur til Árna Frederiksberg fekk bóltin fyri føturnar og umvegis KÍ fót trill­aði hann í málið. -Vit eru vónbrotnir, tí vit vístu góðan hugburð, vit vunnu nær­ dyst­ir­nar, og vit spældu okkum til fleiri góðar møguleikar. Serliga meint kennist tað, at sovorðið mál skal kosta okkum sigurin, sigur KÍ lið­formaðurin Páll A. Klettskarð. -Okkara avrik var betri enn undan­farnu ferðirnar. Vit høvdu ætlað okkum at vinna, men eitt stig í Klaksvík er góðtikið. Fokus er ikki á stigatalvuni. Vit arbeiða fyri at fáa tað at rigga betri, sigur NSÍ mál­verjin Tórður Thomsen. Ungir argjamenn uppá spæl AB – EB/Streymur 2-0 Fyri aðru ferð í tríggjar dagar var EB/Streymur á Argjum. Fyrru ferð­ina var neyðugt við longdari leik­tíð og brotssparkskapping, áðr­enn tað var greitt, at AB fór at halda fram í steypakappingini. Í gjár var tað aftur sera tætt og spenn­andi. AB skoraði tvey mál eftir steðgin, og heimasigurin ber við sær, at tað nú bara eru tvey stig frá AB á níggjunda plássi og fram til EB/Streym á sjeynda plássi. Undanfarin ár hevur AB ofta dúvað uppá spælarar, sum eru upp­ aldir í øðrum feløgum. Nú eru fleiri argja­menn á liðnum, og tað vóru tveir teirra, sum skoraðu málini. Tveir minuttir eftir at hann var inn­skiftur, átti 17 ára gamli Filip í Liða uppleggið, tá ið 19 ára gamli Bjarki Nielsen setti hol á, og tíggju minuttir eftir fyrra málið staðfesti Filip í Liða heimasigurin. -Munurin á liðunum í dag var, at vit umsettu møguleikar til mál, og tað gjørdu teir ikki. Vit vita, hvat ungu menninir megna, og tað var serliga hugaligt fyri okkum og øll á Argjum, at tað vóru tveir av teim­ um, sum skoraðu málini, sigur AB málverjin Heðin Stenberg. Í EB/Streyma leguni er lagið einki serligt eftir sjey dystir á rað í lands­kappingini uttan fulla úrtøku: -Vit ætlaðu ikki, at tað skuldi laga seg soleiðis, at tað var neyðugt at hyggja niðureftir, men nú er støðan soleiðis, at tað er neyðugt bæði at hyggja niðureftir og ikki minst inneftir, sigur veteranurin Hans Pauli Samuelsen. Einki riggar í Vágum 07 Vestur – Suðringar 0-3 Eitt stig á kontuni og 3-0 tap á heimavølli ímóti Suðringum, sum hava verið roknaðir at teljast millum evnini at flyta niður undirstrikar, at tað stendur ikki væl til í 07 Vestur, har úrtøkan eftir tíggju royndir er eitt stig. -Vit fingu brotsspark ímóti okk­um og vóru óhepnir at gera sjálv­mál. Tað er góð mynd av, hvussu tað gongur. Suðringar vóru grammari, og vit mugu spíla okkum meiri út, sigur Jón Krosslá Poulsen hjá 07 Vestur. Tá ið støðan var 2-0 hevði Janus Svabo Samuelsen góðan møguleika at minka um munin, men eftir innlegg úr høgru setti hann bóltin skeivu megin handara stólpan. Fyri fjórðu ferð á rað fóru Suðr­ ingar av vøllinum við úrtøku. Tað sigur seg sjálvt, at lagið er gott, nú Glenn Ståhl hevur lært føroyskan fót­bólt og liðið hjá Suðringum at kenna: -Ímóti 07 Vestur var fót­bólts­ spælið ikki so gott, sum tað hevur verið seinastu ferðirnar. Men spælar­ar­nir vístu góðan hugburð, og tað eri eg fegin um, tí tað var týðu­ligt, at spælararnir framvegis vóru troyttir eftir framúr avrikið í Gøtu hósdagin, tá ið teir við 2-0 sigri sendu Víking úr steypakappingini, sigur venjarin hjá Suðringum Glenn Ståhl. Hesa ferð var liðið hjá Suðr­ing­ um í 5-2-3 útgávu. Stefan Rado­sav­ lje­vic, sum hevur skorað fleiri mál, sat skaddur uttanfyri. Teitur Kross­ lá Mortensen varð skiftur inn, tá ið tað restaðu trettan minuttir, men elli­vu minuttir seinni noyddist hann av aftur vøllinum. KÍ – NSÍ 1-1 (0-0) 1-0: Boris Dosljak 54. 1-1: Einar Tróndargjógv 83. Dómari: Alex Troleis KÍ: Kristsian Joensen – Jóannes Danielsen, Marko Dusak, Hørður H. Askham, Ólavur Niclasen (Ísak Simonsen, 46.) – Boris Dosljak (Steinbjørn Olsen, 77.), Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Ronni Møller-Iversen – Óli Eyðsteinsson Poulsen (Jóannes Bjartalíð, 46.), Páll A. Klettskarð Gult kort: Jákup B. Andreasen, Ronni Møller-Iversen Venjari: Mikkjal Thomassen NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg, Karl Løkin (Betuel Hansen, 77.), Petur Knudsen – Øssur Dalbúð (Jann Benjaminsen, 61.) Gult kort: Pætur Hentze, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen Venjari: Sámal Erik Hentze 07 Vestur – Suðringar 0-3 (0-2) 0-1: Isaac Shaze br 22. 0-2: Eirikur Magnusarson 34. 0-3: sjálvmál 81. Dómari: Dagfinn Forná 07 Vestur: Ivan Stojkovic – Niels Mouritsen (Jóannis á Steig, 46.), Dann Fróðason, Nikola Krcmarevic, Asbjørn Heðinsson – Kyrylo Silich (Jón Krosslá Poulsen, 77.), Høgni Egilstoft Nielsen, Janus Svabo Samuelsen (Hørður Egilsson, 81.), Sølvi Egilsson, Gilli Samuelsen - Ken Fagerberg Gult kort: Nikola Krcmarevic, Ken Fagerberg, Sølvi Egilsson Venjari: Pauli Poulsen Suðringar: Milos Budakovic – Eirkur Magnusarson, Teitur J. Olsen, Dennis Rasmussen Nielsen, Heri Kjærbo, Ibrahim Arifovic – Isaac Shaze, John Villi Wøldike Leo – Salmundur Bech, Búi Egilsson (Teitur Krosslá Mortensen, 77./Ari Krosslá Poulsen, 88.), Dánjal Godtfred Gult kort: Dánjal Godtfred Venjari: Glenn Ståhl B36 – Skála 5-1 (3-0) 1-0: Eli Falkvard Nielsen 30. 2-0: Kaimar Saag 35. 3-0: Meinhard E. Olsen 36. 4-0: Kaimar Saag 62. 5-0: Kaimar Saag 72. 5-1: Edvin Jakobsen 87. Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen B36: Trygvi Askham – Benjamins Heinesen, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard –Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Bjarni Petersen, 74.) – Hugin Samuelsen (Hannes Agnarsson, 60.), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen (Andrass Johansen, 79.) – Kaimar Saag Gult kort: eingin Venjari: Jákup á Borg Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Ahmed Mujdragic (Andri Benjaminsen, 79.), Leivur Joensen – Bárður Danielsen (Teitur R. Joensen, 60.), Pætur Dam Jacbobsen, Ólavur Mikkelsen – Edvin Jakobsen, Brian Jakobsen (Niels Pauli Danielsen, 67.), Jannik Olsen Gult kort: Bárður Danielsen, Brian Jakobsen Venjari: Eyðun Klakstein AB – EB/Streymur 2-0 (0-0) 1-0: Bjarki Nielsen 75. 2-0: Filip í Liða 85. Dómari: Kári J. á Høvdanum AB: Heðin Stenberg – Jákup Pauli Breckmann, Sørin N. Samuelsen, Árni G. Olsen, Jónas Stenberg – Bárður Olsen, Tóki á Lofti, Mikkjal T. Hentze, Bjarni Skála (Jobin Drangastein, 66.), Bjarki C. Nielsen – Rasmus Dan Sørensen (Filip í Liða, 73.) Gult kort: Bjarni Skála Venjari: Sorin Anghel EB/Streymur: Rói Zachariasen – Ragnar Danielsen (Arnbjørn Hansen, 80.), Oddur Á. Højgaard, Petur Zachariasen, Gestur B. Dam – Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen, Arnar Dam (Fríði Johansen, 66.) – Ari Ó. Ellingsgaard (Leif Niclasen, 75.), Pætur J. Petersen, Hans Pauli Samuelsen Gult kort: Oddur Á. Højgaard, Hans Pauli Samuelsen Venjari: Heðin Askham Betri deild menn støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 HB 10 8 1 1 20 7 +13 25 2 B36 10 7 1 2 22 10 +12 22 3 KÍ 10 6 2 2 17 9 +8 20 4 NSÍ 10 5 2 3 16 10 +6 17 5 Víkingur 10 5 2 3 15 11 +4 17 6 Skála 10 3 2 5 8 13 -5 11 7 EB/Streymur 10 2 4 4 11 13 -2 10 8 TB/FCS/Royn 10 3 1 6 8 14 -6 10 9 AB 10 2 2 6 7 17 -10 8 10 07 Vestur 10 0 1 9 7 27 -20 1 Adrian Justinussen HB 9 Kaimar Saag B36 7 Meinhard E. Olsen B36 7 Jóannes Bjartalíð KÍ 6 Máltindurin: REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR: 10 tap á rað, so má okkurt henda, ella tingini gerast uppá onkran annan máta. LISSI MOURITSEN B36: Wow - nú er ELLARS tætt í oddinum. Mest skorandi liðið í Betri- deildini eftir 10 umfør, forbankað flott. Okkara menn arbeiða hart, raskir eru teir - muss og klemm! JANUS KJÆRBO SUÐRINGAR: Frálíkt spæl gav greiđan sigur. Autopiloturin bleiv settur til tá møđin fór at arga. SUĐRINGAR JOHN REID NYBO VÍKINGUR: Vit hava nakað at arbeiða við, vit skapa eina ørgrynnu av farligum støðum men tað gevur bara onki! Arbeiðshandskarnar uppá dreingir! WLYV TERJI TORBEIN MAGNUSSEN HB: Viljin drívir verki! Ótrúligt at síggja hvussu gott vit kempa og arbeiða fyri hvørjum øðrum! Blívi við!!