Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR Adrian Justinussen, ið sum ungur spældi við Víkingi, var sunnudagin stóra hetjan fyri HB, tá hann við tveimum frísparksperlum tryggjaði HB ein týðandi 1-2 sigur í Gøtu André Olsen Stóri leikarin í føroyskum fót­ bólti í løtuni er HB leikarin, Adrian Justinussen. Adrian Justinus­ sen hevur higartil hetta kapp­ ing­ar­árið av álvara fingið sítt gjøgn­um­brot í bestu føroysku fót­bólts­deildini og liggur ovast á topp­skjúttaralistanum í deildini við 9 málum í 10 dystum. Við tveimum bein­leiðis frísparksperlum var Adrian Justinussen eisini stóra hetjan hjá HB sunnudagin, tá HB vann lyklauppgerðina í Gøtu móti ver­andi føroyameistarunum úr Víkingi 1-2. Fyrst skoraði Adrian Justinussen við beinleiðis frísparki til 0-1 tíðliga í dystinum, og síðani skoraði Adrian Justinussen aftur við beinleiðis frísparki, tá hann legði HB á odda 1-2 beint undan hálv­leiki við einari uppaftur flottari perlu, sum eingin frísparksskjútti í heimi­num hevði sett betur í málið. Men Adrian Justinussen hevur ikki altíð spælt við HB. Topp­ skjúttin í HB er nevniliga gøtu­ maður, og hevur fingið sín fót­ bólts­upp­vøkstur í Víkingi - júst tí felag­num, sum hann sunnudagin søkti á útivølli við tveimum perlum. Í 2013 flutti Adrian Justinussen til HB at spæla, har hann fyrst hevur spælt við ungdómsdeildunum í nøkur ár, og nú seinastu árini hevur ment seg til at vera ein av lykla­leikarunum á besta liðnum, og í løtuni telist millum bestu leikar­ar­ nar í føroyskum fótbólti. Seinna málið kendist serliga væl Men at bæði málini sunnudagin fullu móti barndómsfelagnum, hugs­aði bóltsnillingurin, Adrian Justinus­sen, ikki um. Adrian Justinus­s­en fegnaðist mest um at sein­na frísparksmálið sat so væl sum tað gjørdi. Tað kennist sjálvandi gott at av­ gera dystin, og serliga kennist tað væl, tá tað seinna málið sat so væl sum tað gjørdi. Tað var eitt deiligt frí­sparksmál. At talan var um mál móti mínum barndómsfelagið, hug­si eg ikki serliga nógv um, sigur Adrian Justinussen. Fyrsta árið har fríspørkini fara inn á besta liðnum Gjøgnum øll árini í ung­dóms­deild­ unum hevur Adrian Justinussen altíð havt ein heilt serstakan sparki­teknikk, har hann fleiri ferðir áður hevur skora uppá bein­ leiðis fríspørk. Men hetta kapp­ ingar­árið er tað fyrsta, har Adrian Justinussen, skorar uppá beinleiðis frí­spørk í bestu deildini. Hetta er triðja árið at eg skjóti frí­spørk fyri besta liðið hjá HB, men áðrenn í ár, hevur tað ongan­tíð eydnast mær at fing­ið mál. Man kann siga at tað higartil hevur bara ligið væl fyri hjá mær í ár at skotið tey. Tað er ikki nøkur hemmiligheit uppá hvussu tey eru skotin. Eg havi altíð vant nógv fríspørk, frá tí eg var blað ungur, so eg royni bara at seta eina harða innaru siðu á bóltin, og í løtuni eydnast tað væl, sigur Adrian Justinussen. Kennist betur í ár enn í fjør Adrian Justinnusen heldur at góða persónliga gongdin og stóra per­són­liga gjøgnumbrotið hetta kapp­ingarárið, skyldast av, at hann hevur so góðar viðleikarar og venj­ arar rundanum seg. Orsøkin til góðu gongdina hjá mær persónliga í ár er tann, at eg havi so góðar viðleikarar og góðar venjarar rundan um meg. Í mun til farna kappingarár er tað ein onnur kensla at spæla við HB liðnum í ár. Spæli­gleðin er ein heilt onnur, og eg haldi eisini at samanhaldið á lið­ num er nógv betri. Og so hava vit eisini fingið ein sannan stríðsvilja, sum higartil hevur borið okkum fram, sigur Adrian Justinussen. HB dregur frá – marginalarnir ikki við Víkingi Við 1-2 sigri­num í Gøtu hevur HB enn einaferð sligið fast, at teir skulu takast í álvara í FM-stríðnum hetta kappingarárið, hóast tey flestu ikki væntaðu tað, áðrenn kappingarárið byrjaði. Sig­urin ger, at HB framvegis er einsa­malt oddalið. Í løtuni hevur HB trý stig niður til B36 á øðr­ um plássi­ num og fimm stig niður til KÍ á triðja plássinum, með­an heili átta stig eru niður til NSÍ og Víking, ið ligg­ja sum ávikavist nummar fýra og fimm. Hjá Víkingi tykist stóri mál­ setn­ingurin í løtuni at vera at enda millum fýra tey ovastu og at tryggja sær altjóða luttøku til kom­ andi kappingarár. Sunnudagin stóð Víkingur einki aftanfyri HB leik­ liga, men tað er ein sannroynd at marginalarnir í ár ikki tykjast vera eins nógv við Víkingi, sum teir hava verið seinastu tvey kappingarárini, tá felagið í báðum førunum hevur vunn­ið FM-heitið. andre@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... GØTUMAÐURIN Í HB SØKTI BARNDÓMS­ FELAGIÐ FYRSTA MÁLIÐ MÓTI HB Í OPNUM SPÆLI HB hevur higartil latið fægst mál ígjøgnum í Betri-deildini hetta kappingarárið, og undan dystinum móti Víkingi sunnudagin var tað sermerkt, at einki mál var komið í gjøgnum hjá HB í opnum spæli. Men tann stimin varð brotin í Gøtu sunnudagin. Málið hjá Heðin Hansen var nevniliga skotið í opnum spæli. Øll hini málini sum eru komin móti HB, eru komin umvegis deyðbóltsstøður.