mánadagur 14. mai 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
1: Avrikið er út av lagi vánaligt og
kostar dystin
2: Avrikið er vánaligt og
dystaravgerandi
3: Avrikið er væl undir miðal og
tað sæst aftur á liðavrikinum
4: Avrikið er undir miðal, men ikki
avgerandi
5: Avrikið er miðal og spælarin
røkir tær uppgávur hann skal
6: Avrikið er beint yvir miðal
7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst
aftur á liðavrikinum
8: Avrikið er væl yvir miðal og
spælarin er avgerandi
9: Avrikið er framúr og spælarin er
dystaravgerandi
10: Á landsliðið og seldur í morgin!
Spælarametingarnar:
FÓTBÓLTUR
ADRIAN VAR DAGSINS LEIKARI
Í leikarametingunum hesaferð hevur HB leikarin,
Adrian Justinussen, sum skoraði bæði málini í
dystinum sunnudagin fingið hægst karakterir.
Teir báðir leikararnir, ið hava fingið næstbest
karakterir vóru HB málverjin, Teitur M. Gestsson og
verjuleikarin hjá Víkingi, Dennis Nieblas Moreno.
Á veg til dystin í Gøtu sunnu
dagin, rendi bilur við trimum HB
leikarum á. Ein av teimum trim
um leikarum, var HB málverjin,
Teitur M. Gestsson. Teitur M.
Gestsson sigur, at tað var mentalt
avbjóðandi at spæla dyst aftaná
at fáa ein slíkan skelk.
HB málverjin, Teitur M. Gests
son, átti sunnudagin avgerandi
bjargingar, sum var munurin
á at HB til endans fór avstað
við teimum trimum stigunum
úr Gøtu. Men at HB málverjin
skuldi spæla í Gøtu sunnudagin,
lá ikki alla tíðina í kortinum.
Teitur M. Gestsson hevði eina
keðiliga upptakt til dystin. Á veg
til dystin í Gøtu sunnudagin, var
Teitur M. Gestsson nevniliga við
í bili, sum rendi á. Teir tríggir HB
leikararnir, Teitur M. Gestsson,
Tróndur Jensen og Ari M. Olsen,
koyrdu saman til dystin í Gøtu, og
komnir út úr Kaldbakstunlinum,
bremsar bilurin frammanfyri
brádliga við fullari megi. Bilurin
við HB leikarunum klárar ikki at
bremsa og koyrir høgru megin
um, tí ein bilur kemur ímóti á
hinari síðuni. Bilurin við HB
leikarunum tók í baklyftina á
bilinum frammanfyri og endaði
í bilverjuni. Fyri allar HB leikar
arnar var talan um skelk beint
undan dystinum.
Tað var sjálvsagt ein skelkur og
tú verður kløkkur. Fysiskt sluppu
allir væl frá samanstoyinum,
men tað var serliga avbjóðandi
mentalt at spæla dyst stutt sein
ni. Eg ristist allan vegin til Gøtu,
sigur Teitur M. Gestsson, sum tó
spældi allan dystin.
Í samráð við læknan, Tormóð
Stórá, valdu teir tríggir HB leikar
arnar tó at spæla dystin í Gøtu.
Vit prátaðu við læknan (Tor
móð Stórá) áðrenn dystin, og vit
avgjørdu at spæla. Eg føldi væl
eitt sindur av pínu í nakkanum
har sum trygdarbeltið sat, sum
vit eisini tóku hædd fyri undan
dystinum. Men vit avráddu so at
hava fokus á dystinum fyri rest,
og at royna at spæla, og tað gekk,
sigur HB málverjin, Teitur M.
Gestsson.
Betrideildin 10. umfar
VÍKINGUR
1 1
HB
2 2
Sunnudagin 13. mai 2018
5
5
5
5
5
5
5
7
5
5
5
ATLI GREGERSEN
SØLVI VATNHAMAR
GUNNAR VATNHAMAR
HANS J. DJURHUUS
HEÐIN HANSEN
HANUS JACOBSEN
JÓGVAN R. DAVIDSEN
ADRIAN JUSTINUSSEN
ALEKSANDAR STANKOV
DAN Í SOYLU
JÓGVAN S. NOLSØE
4
5
5
5
5
ADRIAN CASCAVAL
ANDREAS L. OLSEN
LASSE T. ANDERSEN
BRYNJAR HLØÐVERSSON
MAGNUS EGILSSON
4
6
ELIAS RASMUSSEN
TEITUR M. GESTSSON
Hans Jákup Lervig
Filip Djordjevic
Ari M. Olsen
Daniel Johansen
5
Dómari: Lars Muller
Ársins dómari seinastu seks árini hevði ein undir miðal dyst í Gøtu
sunnudagin. Hevði fleiri ivasamar dómar, har nakrir vóru dysta-
ravgerandi. Millum annað frísparkið hjá HB til 1-2 málið og eitt
brotsspark, sum Víkingur vóru snýttir fyri í seinna hálvleiki.
4
HB leikarar krasjaðu
á veg til Gøtu
Víkingur – HB 1-2 (1-2)
0-1 Adrian Justinussen, 11.
1-1 Heðin Hansen, 26.
1-2 Adrian Justinussen, 45.
Víkingur: Elias Rasmussen - Atli
Gregersen, Dennis N. Moreno,
Adrian Cascaval - Gunnar
Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus
(Filip Djordjevic, 80), Heðin Hansen
(Hans Jákup Lervig, 76), Hanus
Jacobsen - Sølvi Vatnhamar -
Adeshina Lawal, Andreas Lava
Olsen
Gul kort: Hans Jørgen Djurhuus,
Heðin Hansen, Hans Jákup Lervig
Venjari: Maurice A. Ross
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan
Rói Davidsen, Bartal Wardum,
Lasse T. Andersen, Magnus
Egilsson - Tróndur Jensen, Brynjar
Hløðversson - Adrian Justinussen,
Aleksandar Stankov (Daniel
Johansen, 83), Dan í Soylu - Jógvan
Skeel Nolsøe (Ari M. Olsen, 70)
Gul kort: Jógvan Skeel Nolsøe,
Brynjar Hløðversson
Venjari: Heimir Guðjósson
6
4
5
5
DENNIS N. MORENO
ADESHINA LAWAL
BARTAL WARDUM
TRÓNDUR JENSEN