mánadagur 14. mai 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
HB heldur frast í
oddasessinum í føroyskum
fótbólti, tá teir vinna 2-1
í Gøtu á Víkingi. B36 er
næstfremst, eftir at teir vinna
greitt á Skála. KÍ og NSÍ
spæla javnt og missa í mun
til oddin
07 Vestur stendur nú púra
einsamalt í botninum í
føroyskum fótbólti, eftir 3-0
tap fyri Suðringum. AB vinnur
á EB/Streymi, so nú eru fýra
lið í einum bólki aftanfyri tey
fimm stóru
Arsene Wenger stendur
fyri seinastu ferð á odda
fyri Arsenal, eftir 22 ár í
venjarastarvinum. Mo Salah
tekur metið frá Alan Shearer,
Cristiano Ronaldo og Luis
Suarez, tá hann skorar sítt
mál nummar 32 í Premier
League.
Viljormur Davidsen og Vejle
eru á gáttini til Superliguna
komandi kappingarár. Við
3-0 sigri á Skive er Vejle trý
stig fremst, nú tvey umfør eru
eftir.
NM í Boccia er í høllini á
Hálsi, har um 100 gestir eru
komnir til landið. Tað er ein
avbjóðing, at hýsa yvir 30
koyristólabrúkarum, men
kappignini spælir væl av.
AB og Suðringar koma
heldur óvæntað í
hálvfinaluna í kappingini um
Løgmanssteypið, saman við
HB og B36, sum bæði vóru
favorittar í sínum dystum.
Manchester City hevur sett
nýtt mett í Onglandi, tá
liðið vinnur seinasta dystin í
hesum kappingarárinum 1-0.
Liðið hevur nú fingið 100 stig
– tað er ongantíð hent fyrr.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Sebastian Pingel
Aldur: 25
Yrki: Leiðari Jack & Jones
og fótbóltsspælari HB
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1: Víkingur
2: 2013
3: Mo Salah (32 mál)
4: 1996
5: 68 ár
6: Agnas Olsen (VÍF)
7: Rasmus Søby (Neistin)
8: Heimir Guðjónsson,
venjari hjá HB
Hetta er ein bók um milliarding
arnar, sum gera innrás í altjóða
fótbólti. Teir keypa feløg, men
tað spælir langtfrá altíð væl av.
Vit hava dømir sum Chelsea og
Manchester City, sum hava notið
gott av ríkum eigarum, meðan
onnur dømi eru Portsmouth og
ADO Den Haag, har eigaraviður
skiftini ikki hava verið góð.
Tað krevur eitt sindur av
samfelagsáhuga at lesa hesa
bókina, tí hon snýr seg eisini um
hvussu hesir eigarnir hava fingið
sínar pengar, og hvussu teir
brúka keypið av feløgum at vinna
sær ágóðar. Eitt nú við nógvari
umtalu í fjølmiðlaheiminum.
Í fleiri førum snýr bókin seg
um samrøður við fjepparar og
onnur, sum hava við ávís feløg
at gera. Her kemur ikki altíð so
nógv undan kavi, meðan tað er
ógjørligt at fáa menn sum Roman
Abramovich og Sheik Mansour at
úttala seg.
Ein partur av bókini er kines
iski eigarin av ADO Den Haag,
meðan ein annar stórur partur er
um livikorini og arbeiðiskorini í
Katar og miðeystri. Tað áhugavert
nokk og gevur ein heildarmynd
av støðuni, men kanska tað snýr
seg í so nógv um tað, og eitt sindur
minni um beinleiðis samanhangin
við fótbóltin. Tú kundi sagt,
at í støðum verður fótbólturin
brúktur sum agn, fyri at fáa teg
at lesa um neyðarsligu korini sum
fermmandaarbeiðarnir í Katar
hava.
Bókin lýsir væl gongdina frá, at
lokalu vinnulívsfólkini stuðlaðu
feløgunum, til at milliardingarnir
hava tikið yvir. Tað eru eisini fleiri
orsøkir til at keypa eitt fótbólts
felag. Langt frá øll hava hjartað
við, sum áskoðararnir hava. Tað
gevur mótspæl millum eigara
og viðhaldsfólk.
Eftir rákinum at døma,
so hava vit ikki sæð seinasta
milliardingin, sum keypir eitt
felag og gera gott, meðan onkur
annar ger tað minni gott.
LES UM: Tú hevur eisini
hevur áhuga fyri samfelags
liga samanhanginum handan
milliardingarnar í fótbólti.
IKKI LESA UM: Tú bara
væntar søgur við beinleiðis
sambandi til fótbóltin og
fótbóltsfeløgini. Ongin rokni
skapur ella tøl eru at síggja í
bókini, ei heldur verður gongdin
hjá feløgunum lýst nærri enn við
fáum orðum.
HVUSSU ER AT LESA:: Bókin
skiftir millum ymisku milliard
ingarnar, og tú kanst lesa hana í
kapitlum.
HVAT SIGUR TÚ: Eg stríddist
fyri at koma í gjøgnum allar
kapitlarnar, men alíkvæl er bókin
upplýsandi og væl skrivað. Verd
at lesa, um tú eisini rúmar sam
felagsliga partinum.
FAKTA: Bókin er útgivin í juni
2017. Rithøvindur er James Piotr
Montague, sum hevur skrivað
aðrar bøkur, ið samantvinna sam
felag og fótbólt í miðeystri.
Ummælið:
The Billlionaires
Club: The
Unstoppable
Rise of Football's
Super-rich Owners
1. Adrian Justinussen skoraði bæði málini, tá HB vann
2-1 á Víkingi. Hvar er hann uppvaksin?
2. Nær vann HB seinast FM í bestu deildini hjá monnum?
3. Hvør er toppskjútti í Premier League hetta
kappingarárið?
4. Hvat ár bleiv Arsene Wenger settur sum venjari hjá
Arsenal?
5. Hvussu gamal er Arsene Wenger, nú hann takkar fyri
seg?
6. Hvør bleiv ársins spælari hjá kvinnum í hondbólti?
7. Hvør bleiv ársins spælari hjá monnum í hondbólti?
8. Hvør er spælarin á myndini?
Tú hevur ikki spælt í
eina tíð við HB. Hvat
hevur verið galið?
Knæðið hjá mær hevur tíverri arga
alt kappingarárið higartil, so tað
hevur verið galið.
Nær væntar tú at kunna
at spæla aftur?
Tað veit eg nokk fyrst í morgin –
týsdagin – tá eg skal undir eina
sokallaða kikara skurðviðgerð, har
læknin fer at hyggja inn í knæðið.
Hvussu hevur tað verið
at sitið uttanfyri alt
kappingarárið higartil?
Uha, tað hevur pent sagt verið
ræðuligt at sitið uttanfyri við
skaða.
Í løtuni eru tit í HB
flúgvandi. Hvussu
langt kann tað røkka
hjá tykkum í ár?
Ja, í løtuni eru vit flúgvandi, og
vit hava fingið nakrar vinnara
typur inn á liðið, sum hava nógv
at siga. Um vit kunnu halda fokus
og taka ein dyst á gangin, so
kann tað røkka langt hjá okkum,
men higartil er bert ein triðingur
spældur, so tað er tíðliga at siga
enn.
Tú hevur ein ágrýtnan og
engageraðan spælistíl.
Hvussu ert tú sum
áskoðari til dystir?
Ja, eg eri nokk líka forferduligur at
hoyra uppá uttanfyri vøllin, sum á
vøllinum – sagt við einum smíli. Eg
livi meg nógv í tað, og hjálpi liðnum
í øllum sum eg kann. Eg eti saman
við liðnum, eri við tá vit hita upp,
eri við inni í hálvleikinum og undir
dystinum standi eg og rópi. So eg
eri ein engageraður áskoðari eisini.
-Hann kundi fingið eina
viðursløn fyri at fari úr bilinum
Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, um allar
viðurslønirnar, sum Mo Salah hevur vunnið í ár
-Um vit spæla upp á hendan mátan,
so tapa vit FA Cup finaluna
Antonio Conte, venjari hjá Chelsea, eftir 3-0 ósigurin fyri Newcastle
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!