mánadagur 14. mai 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. mai 2018 · Nr. 54
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
KVF má
hava ein
greiða
ætlan til
feløgini
Í vikuni hevur kjakið um stroyming aftur tikið seg
upp. Sum partur av trimum miðlum, sum hvørt
vikuskiftið gera nógv burturúr føroyskum fótbólti,
so halda vit sjálvandi at miðling av ítróttinum er
týdningarmikil. Men eg skilji feløgini á ein hátt, tá
tey ilskast um stroymingina hjá Kringvarpinum.
Eg havi tosað við fleiri partar um hetta málið og
ongin heldur, at stroyming ella at vísa dystir í
sjónvarpinum er eitt vánaligt tiltak, men saknurin
liggur í ein størri ætlan. Í løtum tykist tað sum, at
Kringvarpið heldur, at tey bara skulu ikki at skúma
fløtan – líka mikið hvussu.
Tað er á ongan hátt ein kritikkur av ítróttardeildini
í Kringvarpinum, tí tey kýta seg fyri føroyska
ítróttinum, men mangan er takkarlønin lítil.
Hinvegin, so er tað harmiligt at uppliva, hvussu
vánalig korini eru at gera góðar ítróttarfrásøgnir í
Kringvarpinum.
Her koma vit so aftur til stroymingina. Hví skulu
feløgini lata sínar lykaldystir til Kringvarpið, sum
bara kemur við kanska einum myndatóli, ger onga
upptakt og ongin yvirskipað ætlan er, annað enn
at sópu marknaðin fyri bestu dystirnar.
Um nú vit í Føroyum – í hesum Stórhallar tíðum
á Hálsi – tóku okkum saman og gjørdu eina
virðiliga ætlan, har øll kunnu kenna seg aftur
í produktinum. Tað er for lætt, at bara at sita í
Sortudíki og ikki skilja feløgini.
Tað er hóast alt talan um fólk, sum ikki bara kunnu
fara í summarferiu, sum eitt nú 3-2 ger ein part av
árinum, tí so var ongin dystur. Um Kringvarpið
skal inn at gera nakað, so haldi eg tað er upp á sítt
pláss, at tað verður gjørt ordiligt. Millum annað
við at játta pengar, so upptøkurnar ikki bara eru
tá tað passar teimum. Eisini kundu tey spurt seg
sjálvi, um tey skulu sópa marknaði fyri teir stóru
dystirnar, meðan onnur einki fáa?
Hugskotið við einum dysti sunnudag klokkan
17 ella 18, og so eini sending aftaná hevur verið
arbeitt við fyrr. Tað er er á slíkum stigi, at vit eiga
at tora at hugsa. So hevur tú eitt produkt, sum alt
fótbóltsføroyar kennir seg aftur í.
trondur@sosialurin.fo
André Olsen
Í nógv ár hevur kviki vong
spælarin, Turið Arge Samuel
sen, verið millum avgjørdu
profilarnar í bestu hond
bóltsdeildini hjá kvinnum
– Hvonn deildini - har hon
hevur spælt fyri Kyndil.
Men stór útlit eru nú fyri at
Kyndil komandi kappingarár
skal klára seg fyri uttan pro
filin á vonginum.
Turið Arge Samuelsen er
nevniliga farin til Íslands
í dag, har hon ta komandi
vikuna fer at royndarvenja
við íslendska felagnum, Hau
kar, ið heldur til í Hafnarfirði.
Hevur spælt við
tankan í eina tíð
Turið Arge Samuelsen sigur,
at hon í eina tíð hevur spælt
við tankan um at royna seg
uttanlands, og at fyrireiking
arnar av álvara fóru í gongd
eftir
FM-finalurnar
sum
vóru spældar fyri góðum
mánað síðani.
Eg havi spælt við tank
an í eina tíð at royna meg
uttanlands, so eg tók stigið
at kanna málið nærmari í
februar. Men fyrireiking
arnar fóru ikki í gongd av
álvara fyrren aftaná FM-
finalurnar, og nú eri eg
so komin hartil at eg skal
royndarvenja ta komandi
vikuna, sigur Turið Arge
Samuelsen.
Eitt av betru liðunum
Haukar - felagið sum Turið
Arge Samuelsen skal roynd
arvenja við – spælir dagliga
í bestu íslendsku hondbólts
deildini. Turið Arge Samuel
sen sigur, at Haukar farna
kappingarár endaði millum
tey ovastu feløgini í Íslandi.
Haukar
endaði
hetta
kappingarárið sum nummar
fýra í bestu íslendsku deild
ini, og vóru bert fýra stig
aftanfyri
nummar
eitt,
Valur, so talan er um eitt
gott felag. Um støðið fái eg
av góðum grundum ikki
orduliga úttala meg um
enn. Men tað sigst at støðið
er hægri enn í Føroyum, og
tað havi eg eisini frætt frá
leikarum, ið hava kunnleika
til
íslendskan
hondbólt.
Annars veit eg ikki so nógv
um íslendskan hondbólt, og
í løtuni gleði eg meg bara til
at sleppa at royna meg, sigur
Turið Arge Samuelsen.
Ein persónligur
dreymur
Hóast nógv í løtuni bendir á
at Turið Arge Samuelsen fer
at spæla í bestu íslendsku
deildini, sigur Turið Arge
Samuelsen, at alt ikki enn er
komið endaliga uppá pláss.
Tó vónar hon at tað kemur
hartil, og sigur at samskifti
millum seg sjálva og Haukar
hevur gingið væl higartil.
Samskifti millum meg og
felagið (Haukar) hevur verið
gott alla tíðina. Tey tykjast
fyrikomandi og ljóða til at
vera áhugaði í at fáa meg
at spæla har yviri komandi
kappingarár.
Persónliga
er tað eisini ein avgjørdur
dreymur hjá mær at spæla
uttanlands, so eg vóni at tað
kemur hartil at eg komandi
kappingarár fari at spæla í
Íslandi. Men enn tori eg einki
at siga, tí man veit ongantíð.
Nú fáa vit at síggja, sigur
Turið Arge Samuelsen.
andre@sosialurin.fo
Turið fer til Íslands
Profilurin á vonginum hjá Kyndli fer í dag til Íslands, har hon
ta komandi vikuna fer at royndarvenja við Haukar, ið farna
kappingarár endaði sum nummar fýra í bestu íslendsku deildini