týsdagur 15. mai 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Hvussu loysa vit trupulleikan
við sjúkuni endometriosu?
- Endometriosa er ein sjúka, sum grípur
djúpt inn í lívið hjá kvinnuni, sigur
serfrøðingur á økinum, Axel Forman
Vilmund Jacobsen
Herfyri varð skipað fyri tiltaki í
Havn, har fokus varð sett á sjúkuna,
endometriosa.
Axel Forman, serfrøðingurin
á økinum, segði, at endometriosa
er týdningarmiklasta orsøkin til
kroniska pínu í undirlívinum og
barnloysi, sum kann raka upp til 10
prosent av kvinnum i burðardygg
um aldri.
Orsøkin til sjúkuna, segði ser
frøðingurin vera, at slímhinna frá
lívmóðurini undir mánasjúku kem
ur út gjøgnum eggjaleiðararnar og
setir seg á búkhinnuna í undirlív
inum.
- Vevnaðurin bløðir, og bruni
kemur, og hetta kann geva kvinn
um trupulleikar bæði undir og mill
um mánasjúkur og við kynsligari
samlegu.
Hann segði, at hetta eisini kann
følast sum pína í tarmunum og
bløðrubruni.
- Lítið verður tosað um hesar
trupulleikar, og nógvar kvinnur
hava eisini trupult við at tosa um
hetta, segði serfrøðingurin.
Høg sjúkufrávera
Axel Forman vísti á, at endometr
iosa hevur við sær stóra sjúku
fráveru og pínan, sum kann stand
ast undir kynsligari samlegu, eisini
kann føra til, at pør fara hvør til sítt.
Í flestu førum er ein kikara
skurðviðgerð neyðugt fyri at greina
sjúkustøðuna.
- Innan heilsuverkið hava vit
ikki duga at víst sjúkuni nóg stóran
ans, og tí hava mong eisini gingið
við nógvari pínu í áravís uttan at
fáa røttu viðgerðina.
Serfrøðingurin segði, at p-bollar
ikki gera nóg stóran mun, og ofta
er neyðugt við einari kikaraskurð
viðgerð.
- Hetta er ein sjúka, sum grípur
djúpt inn í lívið hjá kvinnuni, men
Endometriosufelagið vil veita stuð
ul og ráðgeving til tey, sum eru rakt.
Axel Forman vísti á, at endo
metriosa krevur serliga vitan, og
við optimalari viðgerð kunnu sjúkl
ingar fáa eitt gott lív.
Summar sjúkur er ok
Til tiltakið um endometriosu vóru
kvinnur, ið hava sjúkuna, avvarð
andi at kvinnunum við sjúkuni og
annars heilsufaklig starvsfólk sum
læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og
onnur viðkomandi.
Undir
fyrilestrinum
greiddi
Axel Forman eisini frá, at summar
sjúkur eru meira “okey” at hava enn
aðrar.
Samfelagið loyvir og viður
kennir summar sjúkum, men í
øðrum føri verður ein sjúka ikki
góðtikin sum ein verulig sjúka. Tí
kunnu fólk eisini halda, at tað er
skeivt við høgari sjúkrafráveru á
arbeiðsplássi ella skúla.
Axel Forman setti frágreiðingina
upp sum eina pyramidu, har tú ov
ast í pyramiduni hevur eina sjúku
sum krabbamein.
Tað verður altíð góðtikið at hava
krabbamein.
Longri niðri í pyramiduni finn
ast so eitt nú hjartasjúkur, og upp
aftur longri niðri finnur tú mi
grenu, ið eisini er ein nøkulunda
góðtikin orsøk til sjúkrafráveru.
Niðast í pyramiduni liggur endo
metriosa, fibromyalgi og at hava
pínu í rygginum.
Axel Forman heldur tað vera
hugvekjandi, at tú hevur loyvi til
at vera sjúkur av summum sjúkum,
men ikki av øðrum sjúkum.
Serfrøðingurin heldur, at flestu
kvinnur, ið leita sær hjálp hjá lækna
í samband við pínu í undirlívinum,
hava endometriosu.
Arvaliga disponerað
Endometriosa
er
ein
arvaliga
disponerað sjúka.
Tað merkir, at um tú eitt nú
hevur mammu, mostur ella systir
við endometriosu, er vandin fýra
ferðir størri fyri at gerast sjúk.
Tá serfrøðingurin, Axel Forman,
var liðugur at greiða frá, fingu fólk
høvi til at spyrja spurningar.
Afturvendandi spurningar, ið
vórðu havdir á lofti, vóru eitt nú
um, hvussu tú á skilabesta hátt
kann veita sjúklingunum bestu
kanning og viðgerð.
Í núverandi støðu er tað ikki
ein fastur liður t.d at gera eina
MR-skanning í Føroyum fyri at út
greina, hvar endometriosan kann
sita, soleiðis at skanningin kann
geva eina ábending um, hvussu
viðgerðin skal tilrættast fyri sjúkl
ingin.
Ein av umrøddu møguleikum á
fundinum var, at skipanin kanska
kundi samlað fleiri sjúklingar - og
síðan at fingið ein serfrøðing innan
endometriosu upp til Føroyar.
Tá kundi sjúklingarnir verið
skurðviðgjørdir upp á lutfalsliga
stutta tíð, meðan viðkomandi ser
frøðingur var í Føroyum.
Talan kundi eitt nú verið um
einar 10 sjúklingar í senn, í staðin
fyri at fólk verða send til Danmark
ar til slíka skurðviðgerð.
Á hendan hátt høvdu sjúkling
arnir fingið eina skjótari viðgerð, og
serfrøðingurin kundi tá lært aðrar
skurðlæknar á Landssjúkrahúsin
um at útgreina og fremja skurðvið
gerðina.
Ein bíligari loysn
Tá títtleikin av kvinnum við endo
metriosu er so høgur í Føroyum, er
neyðugt at taka atlit til ein slíkan
møguleika, tí hetta er ein bíligari
loysn, sum fleiri kundi fingið ágóð
an av.
- Løgtingskvinnan, Katrin Kalls
berg, sum eisini er lækni og Axel
Forman,
serfrøðingur,
fara
at
kanna møguleikan fyri at fáa eina
slíka skipan at virka í Føroyum,
siga tey, sum stóðu aftan fyri endo
metriosu-tiltakið í Havn herfyri.
- Lítið verður tosað um trupulleikarnar við endometriosu, og nógvar kvinnur hava eisini trupult
við at tosa um hetta, segði serfrøðingurin, Axel Forman, sum her heldur fyrilestur í Smæruni