týsdagur 15. mai 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftir uppskoti at
broyta eina byggi
samtykt í høvuðs
staðnum skulu
aldargomlu bónd
ahúsini á Húsa
garði og grøna
økið millum R. C.
Effersøesgtu og
Oknavegin lúta
Jóhann Mortensen
Yvirskriftin ljóðar útlendskt,
men so er ikki. Hon er um eini
hús í Gundadali. Bóndahúsini
á Eystara Húsagarði.
Havnar býráð hevur sam
tykt at broyta byggisamtykt
ina fyri eitt grønt øki fram
við R. C. Effersøesgøtu. Í hes
um lendi liggur eisini eitt av
teimum heilt gomlu húsunum
í høvuðsstaðnum. Tann eldri
parturin av bóndahúsunum.
Orsøkin er, at Smyril Line
ætlar at byggja eitt hotel. Í dag
er hetta stykkið bæði sethúsa-
og miðstaðarøki. Hetta skal
broytast, so alt lendið verður
miðstaðarøki.
Fluttur út um býin
Húsagarður lá í øldir á Húsa
brúgv. Men í tríatiárunum
var ovboðið hjá havnarfólki.
Tað var ikki hóskiligt, at garð
ur við fjósi og køsti lá mið
skeiðis í Havnini. Tað lukt
aði. Bóndahúsini hjá Júst á
Húsum vórðu tí flutt niðan
í Gundadal í 1939. Har varð
eisini, eftir tátíðarmeti, bygt
nútímans fjós. Í Gundadali
og har um vegir var jørð, sum
lá til festið eins og ognarjørð.
Gundadalur var tá langt oman
fyri Havnarbý.
Húsagarður var uppruna
liga eitt festi, men í 1674 varð
garðurin býttur í Eystara- og
Vestara- Húsagarðsfesti.
Í frálíku Havnar Søgu eftir
Jens Paula Nolsøe og Kára
Jespersen verður Húsagarður
umrøddur í 1. bindi á síðunum
157 til 163.
Gudrun
Rubeksen,
sum
var bóndadóttir á Húsagarði,
segði mær einferð, at so vítt
hon visti, var tann eldri part
urin av bóndahúsunum smíð
aður í 1600-árunum. Seinri er
bygt upp í sethúsini á Húsa
garði, sum hevði stóran týdn
ing tann tíð tað var. Talað
varð um Havnina og Húsa
garð. Bringsnagøta var mark
suðureftir og fýra markna
steinar ásettu, hvussu langt
garðurin rakk.
Summi minnast óivað eina
hending um ein marknastein.
Hesin stóð, so vítt eg minnist,
í Skansabrekkuni, men mátti
lúta fyri vegagerð. Tá tók bý
ráðslimurin, Kjartan Mohr,
málið í egnar hendur. Hann
flutti marknasteinin. Vist heim
til sín sjálvs. Haldi, at nakrar
reglur vórðu yrktar um hend
ingina – ”Vit eiga øll ein markn
astein, tjingelingelingeling….”
Fornfrøðiligt ella
søguligt virði?
Um eldri parturin á sethúsu
num á Húsagarði í Gundadali
hevur fornfrøðilig virði, veit
eg ikki. Leik og lærd, eg havi
umrøtt málið við, halda, at
garðurin hevur søgulig virði.
Fornfrøðingur hevur upplýst
mær, at garðurin er ikki frið
aður. Tað ber heldur ikki til at
varðveita alt. Men.
Einaferð í fjørutiárunum
ætlaðu menn at leggja veg úr
Vágsbotni, runt Tinganes, og
heima á Kongabrúnna. Hús
ini úti í Havn og kroysurnar á
Reynið skuldu lúta fyri menn
ingini. Høghús úr betongi
skuldu byggjast í staðin.
Ætlanin varð ikki framd.
Og tá komið var í sektiárini,
skrivaði býráðið út eina ar
ktektakapping um gamla bý
arpartin. Vinnari var Gunnar
Hoydal saman við tveimum
arkitektum. Nøkurlunda eft
ir tí leisti, hesir arkitektar
stungu út í kortið, er Gamla
Havnin skipað.
Gamla Havnin
stórt virði
So seint sum fríggjakvøldið
var eg leiðsøgumaður fyri
nakrar íslendingar í Tinganesi,
úti í Havn, á Reynagarði, Dokt
aragrund, Bakkahellu, Undir
Kletti, í Gongini, á Húsabrúgv
og Bryggjubakka. Áðrenn ein
góðan bjór í kjallaranum í
Dandastovu og ein góðan bita
í tí hugnaligu matstovuni í
Bartskerastovu.
Íslendingarnir vóru ovfarn
ir. Hildu tað vera fantastiskt,
at havnarfólk hava megnað at
varðveita gamla býarpartin so
væl. Eisini høvdu tey fyrr um
dagin bitið merki í, at Havnin
hevði varðveitt fleiri grøn
stykki og geirar.
Gunnar var býararkitektur
í 25 ár. Eg tori at siga, at hann
fekk skil á Havnina. Hann
stýrdi væl eftir býarskipanini
frá 1972. Dugdi at síggja,
hvussu býurin kundi byggjast
út á skilagóðan hátt, soleiðis
at røttu funksjónirnar lógu á
røttum stað.
Tilvildin ræður
Tað sama tykist ikki galda í
dag. Nú virkar sum um, at tað
verður drigið lut. Hava vit ein
grønan blett her ella har, skal
hann ikki liggja í friði. Men
hvat skal so liggja har: banki,
skúli, hotell, savn, lækna
miðstøð, matstova, leikhús,
politistøð ella kanska Setrið?
Spurningurin er bara: Hvør er
hepni vinnarin?
Ein grønan geira er eydnast
at hava í friði – frá stykkinum
hjá garðyrkismannnum, Tor
valdi á Steinum, við Trappu
trøðna, og niðan til Húsagarð.
Men ikki leingi aftrat.
Havnarfólk yppa øksl.
– Tað kann ikki passa, at
Mexico og hasin grøni teigur
in eisini fer. Tú hevur mistik
ið teg. Útvarpið segði eitt øki
við Oknaveg. Ikki R.C. Effers
øesgøtu, hevur meira enn ein
sagt. Snilt. Oknavegur er ó
kendi vegurin niðan til bank
an, ið fyrr nevndist Føroya
Banki.
Fólk vita ikki rættiliga, hvat
málið snýr seg um. Heldur ikki
allir býráðslimirnir. Uppskotið
um at broyta byggisamtyktina
lá frammi til 7. mai. Til henda
dag bar eisini til at kæra. Men
fólk tykjast líkasæl í politisku
tilgongdini. Bara fá seta seg
inn í slík viðurskifti. Og eru
fólk
líkasæl,
kann
mangt
henda.
Eingin søgulig lýsing
Kenni enn ikki málsviðgerð
ina, og hvussu væl málið
er lýst. Men eg loyvi mær
at ivast í, um tann forn
frøðiligi ella tann søguligu
spurningurin er umrøddur
við atliti at Húsagarði og
søgu garðsins. Hesir spurn
ingar vóru í øllum førum ikki
lýstir í tí skjalatilfari, sum lá
alment frammi í Snarskiv
uni.
Tórshavnar býasavn er
endurskipað.
Hvat
sigur
Mentanarnevndin?
Hevur
Húsagarður savnssøguligan
ella bara søguligan týdning?
Byggi- og býarskipanan
evndini hevur talað fyri at
varðveita grøn øki í býnum.
Heldur hon, at hesin grøni
bletturin eisini skal lúta?
Hvat sigur Náttúru- og um
hvørvisnevndin, nú fleiri inn
triv verða gjørd í náttúruøki?
Og, er málið eitt friðingar
mál? Um tað er eitt slíkt, er tað
so lagt fyri friðingarmyndug
leikan?
Í Kaldbak 14. mai 2018
Nú rýkur Mexico…
Fyri kostnaðarfrítt at hava
hýst Undirhúsinum í Havn
í meira enn 80 ár, hevur P/F
Hansen frá Lions Club Tórs
havn fingið heiðurin sum
Ársins Borgari 2018
Í meira enn 80 ár hevur
Undirhúsið í Havn hildið til
í hølum hjá P/F Poul Han
sen í Vágsbotni, og øll hesi
árini hevur hølið við ljósi og
hita verið lati brúkarunum
ókeypis. Brúkararnir eru til
komnir og eldri menn í Havn,
ið dagliga hittast at stytta sær
stundir við eitt nú kortspæli
og hugnaligum práti aftur við
einum drekkamunni.
– Fyri hesa framúr vælvild
heiðrar Lions Club Tórshavn
tí P/F Poul Hansen við Høgna
Hansen, stjóra, við heiðrinum
Ársins Borgari 2018, segði
Dánjal Joensen, formaður í
Ársins Borgara-nevndini hjá
Lions Club Tórshavn, tá heið
urin var handaður nú um
dagarnar.
Síðstu gott og væl tvey
árini hava verið broytingar
tíðir á matriklinum, tí hølini
skuldu umbyggjast til nýggju
matstovuna
Tarv,
men
P/F Poul Hansen vildi ikki
sleppa Undirhúsinum upp
á fjall, men royndi at finna
eina loysn, har pláss var fyri
báðum – og tað má sigast at
vera eydnast.
– Vit eru sera fegin um,
at vit funnu eina loysn, ið
teir, sum dagliga brúka Und
irhúsið, eru glaðir fyri, segði
Høgni Hansen, stjóri hjá
P/F Poul Hansen, tá hann
tók ímóti heiðrinum sum
Ársins Borgari frá Lions Club
Tórshavn.
– Umbygging, ið upprun
aliga skuldi taka fýra mán
aðir, tók gott tvey ár, men
vit eru takksom fyri ta hjálp,
vit tað mesta av hesi tíðini
hava fingið frá Reyða Krossi,
ið vildi hýsa Undirhúsinum,
segði hann.
Ársins Borgari fevnir um
eitt heiðursskjal og eina lítla
peningagávu, men stjórin hjá
P/F Poul Hansen helt, at Lions
Club Tórshavn heldur skuldi
lata
onkrum
vælgerandi
endamáli teir pengarnar, og
tað er tikið til eftirtektar.
P/F Poul Hansens fær Lions-heiður
Dánjal Joensen, formaður í Ársins Borgara-nevndini hjá
Lions Club Tórshavn, handar Høgna Hansen, stjóra hjá
P/F Poul Hansen, heiðurin sum Ársins Borgari 2018
Jóhann Mortensen undrást á, at fólk eru so
líkasæl í politisku tilgongdini. Bara fá seta
seg inn í slík viðurskifti. Og eru fólk líka
sæl, kann mangt henda, sigur hann