týsdagur 15. mai 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 54
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
Seinni í ár verður arbeiðið
at gera nýggja Hvalbiar
tunnilin, boðið út.
Tað ætlar Henrik Old,
landsstýrismaður í sam
ferðslumálum.
Arbeiðið
at
gera
sjálvan arbeiðsvegin til
tunnilsmunnan hvalbiar
megin, varð boðið út fyrr
í ár og tað arbeiðið varð
sjøtul settur á mánadagin.
Tað verður fyritøkan,
BKE,
sum
skal
gera
arbeiðsvegin, sum verður
1,2 kilometrar langur og
kostar 1,026.820 krónur.
Hann sigur, at sostatt
fáaa tey góðar stundir at
gera arbeiðsvegin lidnan
og endamálið er at tað
skal vera klárt at fara
undir sjálvan tunnilin tíð
liga næsta ár.
Henrik Old heldur, at
tað hevur stóran týdning
at tunnilin verður boðin
út í heyst, soleiðis at tað er
greitt, hvat arbeiðið fer at
kosta, áðrenn fíggjarlógin
fyri næsta ár verður av
greidd. Løgtingið hevur
samtykt at gera tunnilin
og at fíggja arbeiðið í
árunum 2019 – 2021, men
so verða nakrir snøklar
eftir at gera í 2022.
Løgtingið hevur sam
tykt at játta 272 milliónir
til Hvalbiartunnilin. Sjálv
ur tunnilin verður einar
2,5 kilometrar langur og
gongur úr Niðastabotni í
Nesi í Hvalba og trongis
vágsmegin verður tun
nilsmunnin undir Gján
homrum, stutt innan fyri
viðarlundina í Trongis
vági.
Vegirnir til og frá
tunlinum verða tilsamans
3,3 kilometrar, umleið 2,3
kilometrar hvalbiarmegin
og ein kilometur trongis
vágsmegin.
Áki Bertholdsen
– Eg haldi framvegis, at tað
einasta rætta er at tunnilin
til Fámjins verður gjørdur
fyrst.
Tað sigur Henrik Old,
landsstýrismaður
í
sam
ferðslumálum.
Hann hevur sett sær
fyri at skipa eitt sjakk hjá
Landsverki, sum skal bora
tunlar til nakrar av teimum
smærru bygdunum í Føroy
um. Her er talan um tunlar
til smábygdir, har tað hevur
verið tosað um tunlar í eitt
mannaminni, men har einki
er hent, tí tað eru altíð teir
longru og størri tunlarnir,
sum vinna kappingina um
vælvildina hjá politkaranum.
Í hesum sambandi fóru
umboð fyri Landsverk til
Noregs á páskum at hyggja
at boriútgerð og Henrik Old
sigur, at úrslitið varð, at
Landsverk hevur nú keypt
útgerð at bora tunlar við.
Talan er um brúkta út
gerð, sum annars er í góðum
standi og sum kostaði góðar
4,5 milliónir krónur.
Nú skal útgerðin fáast til
Føroya og Henrik Old sigur,
at tað verður nú, áðrenn
summarið fer at halla.
Vil byrja í Fámjin
Men í politisku skipanini er
ósemja um, hvar hetta nýggja
tunlasjakkið skal leggja til
brots, tí Fíggjarnevndin hev
ur skrivað í álitið til fíggjar
lógini fyri í ár, at byrjast skal
við Dalstunlinum.
Men Henrik Old heldur, at
tað einasta rætta er at byrja
við
Fámjinstunlinum
og
tað hevur hann eisini givið
Landsverki boð um.
Hann vísir á, at Fámjins
tunnilin er 800 metrar lang
ur, men tunnilin til Dals
verður 1800 – 2000 metrar
langur.
– Tað er óforsvarligt at
leggja til brots við einum
so longum tunli sum Dals
tunnilin er, heldur Henrik
Old.
Tvørtur
ímóti
heldur
hann, at tað er eitt gylt høvi
at leggja fyri við Fámjins
tunlinum, tí so fáa teir
roynt boriútgerðina. Hann
vísir eisini á, at í Øravík,
har tunnilsmunnin er, hev
ur Landsverk bæði fólk og
smiðju, so riggar boriút
gerðin ikki sum hon skal, er
hjálpin beint við hondina,
samstundis sum at bori
sjakkið fær vant seg við ar
beiðið og boriútgerðina.
– Tað eigur eisini at vera
ein fyrimunur hjá dalbingum
at hava eina toluliga trygd
fyri, at útgerðin riggar sum
hon skal, tá ið farið verður
undir tunnilin, heldur Hen
rik Old.
Hann vísir eisini á, at
linjuføringin hjá Dalstunli
num er ikki heilt greið enn,
men í Fámjin vita tey, hvar
tunnilin skal liggja, og tí er
klárt at byrja har, heldur enn
at bíða eftir at sleppa í holt
við Dalstunnilin.
Tí er ætlanin hjá Henriki
Old at fara undir Fámjins
tunnilin í summar og at fara
undir Dalstunnilin næsta
summar.
Annars er ein millión
krónur játtaður til Dals
tunnilin og ætlanin er at
brúka teir at fyrireika Dals
tunnilin, so at tað er klárt at
byrja næsta summar.
Skulu vit leggja fyri í Dali,
koma vit í hvussu so er at
bíða í eina tíð, tí har er ikki
klárt at bora, men tað er
tað til Fámjins, leggur hann
afturat.
Staðiligt tilmæli
Kortini ásannar Henrik Old,
at politisk semja er ikki um
hesa mannagongdina, so enn
er tað ikki endaliga avgjørt.
Men hann sigur, at hetta er
so hansara staðiliga tilmæli.
Hann er ikki rættiliga við
upp á páhaldið hjá summum
politikarum um, at tað er
Løgtingsins vilji, at byrjast
skal í Dali.
Hann sigur, at Fíggjar
nevndin viðmerkti, at byrjast
skuldi í Dali, og hækkaði tí
skil játtanina eina millión.
Men tá ið fíggjarlógin var
til triðju viðgerð var millión
in tikin av aftur, so hann
dylir ikki fyri, at eftir hansara
tykki er mannagongdin eitt
sindur óvanlig.
Og Henrik Old sigur, at
tað bøtir ikki um støðuna,
at alt hetta fór fram uttan
at hann visti av tí. Annars er
vanlig mannagongd at slík
ar broytingar verða gjørdar
í samráð við landsstýris
mannin.
Arbeiðið
verður
boðið út
í heyst
HVALBIARTUNNIL Endamálið
er, at tíðliga næsta ár skal
tað verða klárt at bora fyri
nýggja Hvalbiartunlinum
Rættiliga nógv fólk, bæði ung og gomul, varð komið
saman at hyggja at, tá ið fyrsta flagið varð loyst og tað
er eitt tekin um, hvussu stóran týdning hetta hevur
Hava keypt
útgerð at
bora tunlar til
smábygdir við
HVALBIARTUNNIL Landsverk hevur nu keypt útgerð
at bora tunlar við, men Henrik Old heldur tað vera
óforsvarligt at leggja til brots við Dalstunlinum
Tað einasta rætta er at byrja í Fámjin, sigur Henrik Old, sum her heldur
røðu í Hvalba mánadagin, tá ið sjøtul varð settur á arbeiðsvegin til nýggja
Hvalbiartunnilin. Hin maðurin er Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki