Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 54 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Hetta er einki minni enn ein stórhending, tí hetta fer at draga Hvalba og Sandvík nærri restini av Suðuroynni. Tað staðfesti Janus Thom­ sen á hátíðarhaldi mána­dag­ in, tá ið sjøtul í roynd og veru varð sett á arbeiðið at gera nýggjan Hvalbiartunnil. Tað hendi, tá ið fyrsta flagið til arbeiðsvegin til tann nýggja tunnilin, varð loyst. Í summar verður so vegurin lagdur til tunnilsmunnan í dali­num í Hvalba, har esini eitt arbeiðspláss skal skipast, so at tað er klárt at bora næsta ár. Janus Thomsen sigur, at tað er einki minni enn ein stór­hending, at farið verð­ur undir ein nýggjan Hvalbiar­ tunnil nú. Hann staðfestur, at nú­ verandi Hvalbiartunnil var eitt risa frambrot tá ið hann kom í 1963, men nú er tíðin langt síðani farin frá tí, tí hann hann er so smalur og lágur, at hann tekur ikki teir stóru bilarnir, sum eru nú. Men tað eru ikki bara hjá vinnulívinum, at hann er ein forðing, tí hann er so klaustro­fobiskur at koyra ígjøgn­um, at fólk tora ikki ígjøgn­um teir. – Eg veit, at tað eru suður­ oy­ingar, sum aldrin hava verið í Hvalba, tí teir tora ikki at koyra ígjøgnum tunnilin, stað­festi hann. Men hann helt kortini, at tað er serliga fyri vinnulívið, at tunnilin hevur verið darv­ andi. – Men við einum nýggjum tunli flyta vit okkum inn í nú­tíðina, tí nú verður Hvalba og Sandvík drigin nógv nærri restini av Suðuroynni og tað fer at gera tað munandi lættari at samstarva í oynni, segði Janus Thomsen. Lættari at samstarva Anita Vibergsdóttir virkandi borgarstjóri á Tvøroyri, er eisini sannførd um, at nýggi Hvalbiar­tunnilin fer at uttan iva at gera tað munandi lætt­ ari hjá allari Suðuroynni at sam­starva. – Lat okkum brúka møgu­ leik­an, hesin nýggi tunnil­in gevur, til at styrkja sam­ starv­ið í Suðuroynni enn meiri, ljóðaði hennara áheit­ an. –  Stytta vit teinin at ferðast, styrkja vit møgu­ leikar­nar, legði hon afturat. Henrik Old, lands­stýris­ maður í samferðslumálum, vísir á, at nýggi Hvalbiar­ tunnil­in hevur verið ein tung­ur burður, tí hann hevur ver­ið til umrøðu í nógv ár. Men nú er tað so loksins veru­leiki og tíbetur fáa vit nú ein tunnel, sum hoyrir nú­tíð­ini til. Hann staðfestur eisini, at nú tunnilin er projekteraður, er lagt upp fyri at hann eisini skal klára ferðsluna, sum verður eina ferð í framtíðini, tá ið undirsjóvartunnil er gjørd­ur til Suðuroyar. Í hesum sambandi vísir hann á, at tunnilin er breiður og høgur, og hartil er hann lagd­ur nógv lægri í lendinum enn núverandi tunnilin er. Samstundis er er tunnils­ munnin nógv nærri Trongis­ vági enn núverandi tunnil­in er, og sostatt slepst und­an allari brekkuni úr Trongis­ vági, heilt niðan til nú­ver­ andi tunnel, og tað er ein stórur fyrimunur, tí tal­ an man vera um eina hina drúgvastu brekkuna í landi­ num. Áki Bertholdsen – Hetta er ein stórur heið­ ur fyri okkum báðar. Tað segði Danjal av Rana úr Trongisvági, tá ið hann, og, Allon Næs úr Nesi í Hvalba, seinnapartin mána­dagin, tóku fyrsta flagið oman av í sam­bandi við at nýggjur Hvalbiar­ tunnil skal gerast. Og í roynd og veru settur teir sostatt sjøtul á arbeiðið at gera ein nýggjan Hvalbiar­tunnil. Mánadagin varð fyrsti spakin settur í til arbeiðs­ vegin, sum skal leggjast inn ígjøgnum dalin í Hval­ba, inn til sjálvan tunnils­munnan, har eisini arbeiðsplássið í sambandi við boringina, skal riggast til. Arbeiðið at gera vegin skal vera liðigt í ár, so at tað verður klárt at fara undir at bora sjálvan tunnil­in beint eftir árs­ skiftið. Og tað vóru javn­aldr­ ar­nir báðir teir 92 ára gomlu, Danjal av Rana, sum býr stutt frá har, tunnilismunnin verð­ur í Trongisvági, og javn­ aldurin, Allon Næs í Nesi í Hvalba, sum býr stutt frá har tunnils­munn­in er hvalbiarmegin, sum fingu heiðurin at loysa fyrsta flagið til arbeiðsvegin. Danjal av Rana og Allon Næs hava altíð kenst og fyri 72 árum síða­ni stóðu teir lið um lið við lúnningina á West­ vard Ho til fiskiskap á Suðurlandinum. Teir báðir, sum fingu heiðurin at loysa fyrsta flagið, vóru ikki sørt kenslu­bornir. – Vit droymdu ikki um, at vit skuldu uppliva hesa løtuna, segði Danjal av Rana. Men hann heldur kort­ini, at nýggi tunnilin verður ein stórur fyri­ mun­ur fyri vinnulívið og fyri folk, sum heild, eins og tann gamli tunnilin eisini hevur verið tað. Danjal av Rana mintist aftur á gamlar dagar, tá ið hvalbingar máttu upp um Káragjógv, tá ið teir skuldu til Hvalbiar. Hann heldur, at nú á døgum undrast folk helst á, at hetta var Káragjógv var høvuðs samferðsluæðrin ímilllum Hvalba og Tvør­ oyri í fleiri ættarlið undan okkum. Hann var eisini við í arbeiðnum, tá ið nú­ver­ andi Hvalbiartunnil varð boraður, so fyri hann var tað ein heilt serlig løta at sleppa at seta sjøtul at arbeiðið at gera ein nýggj­ an tunnil, nú 55 ár eftir, at núverandi tunnil varð tikin í nýtslu. DREGUR HVALBA OG SANDVÍK NÆRRI RESTINI AV SUÐUROYNNI RISA FRAMBROT Tað eru suðuroyingar, sum aldrin hava verið í Hvalba og Sandvík tí at teir tora ikki at koyra ígjøgnum tunnilin Nú verða vit drigin nógv nærri restini av Suðuroy, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba Eisini Anita Vibergsdóttir, virkandi borgarstjóri á Tvøroyri, næst ytst høgrumegin, heldur, at hetta slóðar fyri betri samstarvi í Suðuroynni Hetta droymdu vit ikki um HVALBIARTUNNIL Hetta er ein stórur heiður, segði Danjal av Rana, tá ið hann, og Allon Næs, settu sjøtul á arbeiðið at gera nýggjan Hvalbiartunnil Henrik Old, landsstýrismaður, vinstrumegin, Allon Næs, í miðjuni, og Danjal av Rana, eftir at fyrsta flagið er loyst