týsdagur 15. mai 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ungir
lærarar
løgdust
aftr
at starvsliðnum í Nonnuskúl
anum miðskeiðis í sjeytiáru
num. Lærarar við fortreytum og
avbjóðingum av ymiskum slag.
Skúlin var so nógv øðrvísi enn
tann, vit hava í dag.
Vit høvdu árligar fimleika- og
handarbeiðsframsýningar, tón
leikaframførslur, sjónleik, kvøld
setur, útferðir og helst okkurt
annað við.
Tað var hesi árini, at vit purr
aðu hvønn annan út á rundum
føðingardøgum við morgunsangi
í túninum hjá hvør øðrum eina
løtu áðrenn kl. 7 á morgni. Vit
yrktu sangir og røddu um føðing
ardagsbarnið. Kortini stóðu vit
í fimleikarhøllini kl. 8 og sungu
okkara siðvanda morgunsang
saman við 300 morgunfrískum
skúlabørnum. Okkara skúli varð
ikki settur í skipanir og toymir.
Tað var so nógv, ið kom av sær
sjálvum.
Tað var eitt slag av idéalismu.
Pengar fylgdu ikki við. Vit gjørdu
tað bara. Og tað riggaði. Jørleif
fylgdi meldrinum.
Nógv skemt varð skrivað hesi
árini. Hjá Jørleif var so stutt
millum hugskot og handling.
Hann dugdi at seta saman og fáa
tað stuttliga burturúr. Eisini tað
tónleikaliga sat - í rútmi, rími og
stevi. Mangan tosaði hann um
tónleikalívið í býnum hjá teimum
á Kamarinum.
Vit fingu ein part við av tí, - tú
hevði dansað teg inn í hjørtuni á
teimum á Kamarinum sum losju-
og kyndlamaður. Ítróttamaður
um ein háls var Jørleif eisini.
Spældi hond- og fótbólt á høg
um støði og róði kapp við bátum
hjá Havnar Róðrarfelag. Jørleif
var ein av undangongumonn
unum
í
hondbóltsfelagnum
Kyndli, ið varð stovnað í 1956.
Jørleif vandi eitt nú NSÍ, sum
hondbóltsfelagið æt í Runavík
tá og somuleiðis vandi hann
EB norðuri á Eiði. Hann hevði
verið á ítróttarháskúla í Vejle,
har hondbóltur var greinin hjá
honum burturav.
Ein brandur til alt frítíð
arítriv var Jørleif. Vit nevndu
ítróttin, men tað at fiska, skjóta
haru,
fjálga
um
lundalond,
havahestaveiðu, grind, fjallgonga
og fletting, har var Jørleif í
fremstu røð. Hann dugdi sum fáur
at gera mat og dámdi so væl at
matgera. Hann hevði eisini tímar í
skúlakøkinum, har tey skrædlaðu
fisk og eltu knettir. At yrkja lá væl
fyri og at festa tekning á veitslu
sangir. Søgufróður og góður við
heimstaðin var hesin B36'arin.
Fremmandu ferðafólkini, hann
var ferðaleiðari hjá í býnum, fingu
nógvar góðar søgur og tað segðist,
at var Jørleif í front sum guide,
var altíð ein látur at hoyra á ferð
afólkunum.
Felagstúrurin í 1982 úti í Svíni
var heilt serligur. Eingin dugdi
sum Jørleif at gera útferðina til
eina norðoyastevnu og serliga
uppliving? Meðan tey í Klaksvík
hildu norðoyastevnu, kókaðu vit
ræst kjøt á útoyggj. Jørleif átti
sín part av stuttligu útferðini.
Myndir, tiknar á ferðini, tala sítt
týðiliga mál. Vit høvdu sangbók
við, ið varð gjørd til útferðina, og
tá var ikki alt so snilt, sum tað er
nú á grafiska økinum.
Jørleif Kúrberg var lærari í
Sankta Frans skúla í 32 ár. Hann
kom á skúlan í 1965 eftir at hava
lært til faklærara í Danmark.
Jørleif undirvísti nógv í søgu,
enskum og ítrótti.
Í 1997 fór Jørleif úr lærara
starvinum saman við Bjarna
Skaalum.
Beinraknu
tekning
arnar av tykkum báðum, ið Óli
Petersen teknaði, eru myndaliga
sæð so góðar. Tit vóru alt hatta, -
skemtiligir, stuttligir, skynsamir
og skilagóðir. Og vit gleddust um
at vera ein partur av skúla- og ger
andisdegnum hjá tykkum báðum.
Úr Sankta Frans skúla fór
Jørleif í lærarastarv á Tekniska
skúla. Vit saknaðu teg fyrstu
tíðina, - í skúlagarði sum á
lærarastovu, sum søguforteljara
og til felags tiltøk. Tú vart eisini
ein góður røðari. Og hvussu
illa, tú kanska fórst við okkum í
skemti, so búði einki ilt undir.
Fyri tveimum árum síðani
varð Jørleif heiðraður sum árs
ins borgari. Tað komst av, at
Lions Club Tórshavn ásannaði
stóra týdningin av, at hesin erka
havnamaður hevði tikið stig til
at fáa skelti sett á elligomul hús
í býlingunum um alt Reynið. Í
grundgevingini segði felagsskap
urin, at heiðurskjalið var latið
Jørleif Kúrberg sum tøkk fyri at
hava kunnað um elsta partin av
høvuðsstaði og tess býarsøgu.
Onkrir fyrrverandi næmingar
lýsa Jørleif við hesum super
lativum:
Stuttligur,
skemtiligur,
av
gjørdur, søgufróður, góða tendr
ing, dugdi serliga væl at tekna
og so fittur. Ein segði, at Jørleif
visti alt, man spurdi hann um og
ein annar, at Jørleif var strangur
uppá tann góða mátan. At Jørleif
við sínum frálíka góða minni,
mintist nøvn á fyrrv. næmingum,
hevur man skilt, at tey frøddust
um.
Thora og Jørleif hildu gull
brúdleyp 4. nov. í fjør. Gestaboð
var á skúlaheiminum, og gestir
vóru komnir alla staðni frá
at heiðra gullbrúðarparið. Vit
harmast um, at Jørleif fór so
brádliga og vóna, at Thora fær
allan linna, ið hugsast kann. Hon
gjørdist illa sjúk fyri nøkrum
árum síðani. Vit minnast tykkara
dugnaskap í skúlahøpi og øðrum
felags tiltøkum.
Við hesum lýsa vit frið um
havnamannin, læraran Jørleif
Kúrberg.
Starvsfelagar í Sankta Frans
STÓRAR HVÍTUSUNNUKONSERTIR Í KLAKSVÍK OG Í HAVN
Áleið 100 fólk fara á pall tá Havnarkórið, orkestur og solistar um hvítusunnuna framføra undurvøkru og stórbæru mess
una í As-dur hjá Franz Schubert. Havnarkórið hevur aftur í vár sett eina av stóru messunum á skránna, hesaferð eina messu
hjá gitna tónaskaldinum Franz Schubert (1797-1828). Messan, sum er lítlan tíma til longdar, er ikki framførd í Føroyum
fyrr, og vónin er, at áhoyrarar fáa eina góða og minniliga tónleikauppliving í Christianskirkjuni hvítusunnuaftan kl. 19.30
og í Vesturkirkjuni í Hvítusunnudag kl 17.00. Solistar: Catlen Gjøl, sopran. Elsa Súsanna Dalsgaard, alt. Ernst Sondum
Dalsgarð, Tenor. Hans Lawaetz, bass. Dirigentur: Leif Hansen. Teir umleið 30 tónleikarnir eru úr Føroyum og Danmark.
Vit minnast Jørleif Kúrberg
Føddur í Havn 5. september í 1941 – deyður 22. apríl 2018
Jørleif ein góðveðursdag í Vágsbotni
Og Jørleif í eyðkenda leiklutinum sum ferðaleiðari á
Tinganesi. Her við Góðan Morgun Føroyar
Jørleif seinasta skúladag í Sankta Frans skúla í 1997