Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55 NAVNAKAPPING UM UNGDÓMSTILBOÐ Á ARGJAHAMRI Mikudagin 16. mai verður Jo­ hanna Jac­obsen í Tórshavn 100 ár. Jo­hanna Jacobsen er ætt­að av Sandi. Sum 15 ára gom­ul fór hon til Havnar at tæna, men tá hon var einans 17 ár vóru boð eftir henni at koma suður til Ørðavíkar at passa systir sína, sum var vorð­in sjúk. Seinni fór Jo­ hanna at arbeiða hjá ar­beið­ ar­a­fyr­i­tøkuni A. T. Í Suðuroy hitti Johanna Dánj­al Johann Olsen. Tey fingu 6 børn og búsettu seg á Tvør­oyri. Børnini, Jens Åge, sáli, Elisa­beth, Martin, Ennibjørg, Ev­ita og Stanley, hava givið Johonnu 23 ommubørn og eina langa røð av lang- og old­ur­ommu­børn­um, sum eru bú­sitandi í Føroyum, Dan­ mark og Skotlandi. Á Tvøroyri arbeiddi Jo­ hanna í fiski, og Dánjal Jo­ hann var sjómaður. Í 1971 gjørd­ist Johanna einkja, 53 ára gomul. Tá í tíðini var lítil stuðul til einkjur, og lít­ið arbeiði var at fáa á Tvør­oyri um tað mundið. Johanna flutti tí til Havnar, har hon eitt nú gjørdi reint á Lands­ sjúkr­a­húsinum og síðani hjá Franc­isk­an­a­rsystrunum og á Ein­ars Prent. Johanna giftist seinni upp­aftur við Jens Arna Jac­ obsen úr Hvalvík. Tey fingu 17 ár saman, áðrenn hon gjørd­ist einkja fyri aðru ferð. Johanna Jacobsen er eitt kon­u­brot, sum dámdi at ar­ beiða og dugdi væl til hend­ ur­nar. Hon hevur arbeitt hart alt sítt lív - í fiski, við at gera reint og sum heimahjálp. Tá hon hevði frí, plagdi hon at fara til Skotlands at hjálpa dóttrini, sum hevði eina café har. Johanna arbeiddi, til hon var 71 ár. At Johanna var sera væl umtókt sum heimahjálp, kenna vit frá egnum roynd­ um, har hon var um mammu okk­ara í fleiri ár. Johonnu dámdi væl at taka sær av teim­um gomlu, sum í ger­and­ is­degnum høvdu stóra gleði av samveru við eitt fróð­ar­ fólk, sum hon er. Jo­hanna fekk við síni róligu og fyr­i­ kom­andi medferð tey gomlu at kenna seg vird, trygg og glað. Tað, sum hevur eyðkent Jo­honnu Jacobsen alt henn­ ara lív, er arbeiðsemi, trú­ festi til síni næstu og har­ til trúfesti í sínum ar­beiði. Hartil hevur hon gott minni og dugir sera væl at siga frá, og tað var tí sera á­hug­a­vert at arbeiða saman við henni, sum eitt av teim­um mongu søgufróðu heim­ild­ar­fólk­u­ num til bókina um Fylking á Tvør­oyri. Johanna dugir sera væl at mál­bera seg, og tað er ein frægd at lýða á hennara mergj­aða Sandsmál. Hesin eg­in­leiki gongur eitt nú fram av parti úr bókini Fylk­ing, har hon lýsir tann til­tikn­a stríðsmannin Rudolf Nicl­a­ ssen og arbeiðsfólkið í A.T. á Tvøroyri: Tað var Rudolf Niclasen, sum var formaður. Mær dámdi Rudolf so væl­sign­að gott. Fyri tað all­ar­fyrsta var hann so góð­ur við ar­beiðs­ fólk­ið. Hann var so hamp­i­ lig­ur og munn­pen­ur í­móti ar­beiðs­fólk­i­num, og so var hann so góð­ur við børn og so rein­ligur við fisk – øg­i­liga rein­ligur. Tað var ongantíð eitt øvugt orð millum Rud­ olf og ar­beiðs­fólkið – nei, nei Rud­olf var eitt vælsignilsi av ein­um menniskja. Tað var øgiliga góður stemm­ing­ur í AT – vit vóru sum vin­kon­ur allar – øll konufólkini og tey mann­fólk­ini, sum arbeiddu í turk­ar­í­num eisini, tað var virk­u­liga stuttligt, tí teir vóru so kommersutir og lív­ lig­ir. Hóast sín høga aldur fylg­ ir Jo­hanna væl við øllum, sum hend­ir í familjuni so væl sum úti í samfelagnum. Vit eru mong, sum eru takksom fyri at hava lært hesa megn­ ar­kvinnu at kenna og hava havt høvi at hoyra hana greiða frá lívskorum og ar­ beiðs­lívi her á landi fyri mong­um árum síðan. Vit ynskja hjartaliga til lukku! Hundrað ár er høgur ald­ ur, sum Johanna tignarliga ber við somu styrki, sum hon hev­ur sýnt í lívsins skiftandi um­støð­um. Vegna familjuna hjá Jo­ honnu skal verða boðað frá, at tey, ið ynskja at heilsa upp­ á Johonnu Jacobsen í sam­bandi við 100 ára dagin, eru væl­komin inn á gólvið á Suð­ur­oy­ar­vegi 13 í Havn, mik­u­dag­in tann 16. mai frá klok­k­an 14 til 19. Jóannes Dalsgaard Johanna Jacobsen 100 ár »Maria« er ein­ falda heitið á fløgu, ið nú á fyrsta sinni fæst til keyps í sølu­ búð­um kring landið Í føroyskum tónleikahøpi er talan um eina søguliga útgávu, sum í roynd og veru sá dagsins ljós í Norðuramerika. Landið er Kanada, árið er 1973, tá nýliga gifta føroyska havnarkvinnan Maria Anderssen (í dag Maria Andreassen Hentze) – eisini kend millum manna sum Maria í Ullvøruhúsinum – fer til Kanada at heilsa upp á verfamiljuna fyri fyrstu ferð. – Eg endaði við at syngja á einum møti í býnum Victoria í British Columbia á kanadisku vesturstrondini, har verforeldrini búðu. Ein maður, ið kallaðist Douglas Gill kom aftan á møtið og spurdi, um eg hevði gjørt nógvar plátur. Tá svarið var nei, segði hann, at hetta mátti tað gerast nakað við. Tað vísti seg, at hann hevði sítt egna plátufelag og soleiðis endaði tað við, at eg nakrar fáar dagar seinni sat í einum studio í Kanada við mínum spanska kassaguitara og spældi inn mína fyrstu plátu. Kona Douglas, Margaret Gill spældi somuleiðis orgul og klaver. Og soleiðis gjørdist søguliga føroyska útgávan »Maria« veruleiki. Talan er um kendar enskar sangir so sum Seek And Ye Shall Find og Day By Day, sum eru innspældir live í studio og íklæddir einfaldan búna við kassaguitara og ljósu sopranrøddini hjá Mariu. Tveir føroyskir sangir, »Sanna ungdómsgleði« og »Har við tínar hjartadyr«, fingu sum sagt eisini rúmd á útgávuni. Sjálv sigur Maria, at aftan á 45 ár sum LP pláta burturav, er loksins – eftir áheitan frá fleiri – gjørt av, at geva út hesa forkunnugu útgávu sum fløgu. Talan er um tíggju enskar sangir og tveir føroyskar sangir. Plátan varð í fyrstu syftu framleidd í Kanada. – Vit fingu eisini nakrar plátur við til Føroyar, sum blivu seldar hjá Marstein. Í 1973 var ikki so nógv av andaligum LP plátum og nógv vóru glað fyri hana her eisini, minnist Maria A. Hentze, sum í 1973 var 23 ára gomul og heilt frá barnaárum hevði sungið og spælt í samkomuhøpi í Føroyum. – Sangur hevur havt serligan týdning í mínum lívi heilt frá barnaárum. Eg komi úr einari familju, har sangur og tónleikur fylti nógv. Omma mín, Johanna Guttesen, sum búði á Tinghúsvegnum í Havn, plagdi at syngja fyri mær, tá eg vitjaði á gátt aftan á skúlatíð. Hon sang sangir, sum vit í dag kalla »Frem fra glemslen«, minnist Maria. – Eg sang somuleiðis duett við systkinabarninum Gunrið og eisini í trio høpi, men tá eg fór til Kanada, so mátti tað vera solo við guitarinum, sigur Maria, sum eisini hevur sungið í Ebenezer kórinum í áravís. Fløgan »Maria« fæst til keyps í Elding í Havn og Elding í Klakksvík, Føroya Møblasølu, Logos Bókhandli og somuleiðis Tutl búðini í Havn. Søgulig føroysk LP hjá Mariu frá 1973 nú á fløgu Sum 23 ára gomul gav Maria í Ullvøruhúsinum út hesi LP plátuna í Kanada, sum nú er komin sum fløga Skipað verður fyri navnakapping, nú Tórshavnar kommuna í næstum letur upp nýtt ungdómstilboð á Argjahamri. Uppskotini, sum koma inn, verða løgd fyri nevnd. Í nevndini eru umboð fyri nýggja stovnin, forkvinnan í næmingaráðnum í Skúlanum á Argjahamri og leiðarin á Barna- & ungdómsdeildini hjá kommunu. Nevndin tekur síðani støðu til uppskotini, sum komin eru inn. Latnar verða 1.000 krónur til vinnandi navnið. Treytirnar eru hesar: • Navnið skal vera lætt at siga • Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum av teimum uppskotum, sum koma inn. Freistin at senda inn uppskot er sunnudagin 27. mai 2018.