Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MARIA MONTELL Á OKKARA TÓRSFEST 2018 Fleiri spennandi útlendsk og føroysk nøvn fara á pall á Vaglinum í Havn leygarkvøldið 21. juli, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri fimtu ferð skipar fyri Tórsfest. Longu nú er greitt, at Icona Pop, Carpark North, Burhan G, Smokie, Burak Yeter, Jacob Dinesen, Danny & The Veetos og Signar í Homrum verða millum nøvnini. Og í gjár kunngjørdu fyriskipararnir, at danska songkvinnan Maria Montell eisini fer at luttaka. Minningarorð um Sverra Viderø 30.09.1944 - 09.12.2017 Góði babba Lítið vistu vit. At tú gekk við stórari 15 cm útposing í aorta í búkholuni sást ikki á tær, og ikki gramdi tú teg um ringa heilsu, tvørt­ur­ ímóti. »Tað er ringt at blíva gam­al«, segði tú stundum, men vit vóru skjót at sláa hetta upp í glens, tí høgur ald­ur var als ikki nakað, ið eyð­kendi teg, men kanska hev­ur tú kent okkurt á tær. Tað vita vit ikki. Lættur var tú á fótum og ikki sást á baki tínum, at tú var 73 ára gam­al. Hóast holdið á tær var ríkt, gekk tú sum ungur mað­ur. Upp í stigan at mála hús­ini var ikki nakað, ið fall tær trupult. Eftir sita vit, so ó­met­ a­liga skelkaði av, at tú so brádl­iga fór av hesari fold. Tað var so nógv, sum eg ætl­ aði at spyrja teg um, og tað var so nógv, sum eg ætlaði at gera saman við tær. Men tú ert ikki her longur. Eg eri tó glað fyri alt tað, ið tú hev­ ur lært meg. Tað er so nógv, ið eg ikki náddi at siga tær takk fyri. Lítið gjørdi tú burt­ur­ úr tær sjálvum. Góð­ ur var tú í ráðum, og al­tíð veitti tú okkum eina hjálp­ andi hond, tí tú hevði so av­ bera góðar hendur. Væl dámdi tær at greiða frá ym­isk­um, serliga um gaml­ar dagar á Viðareiði, og hørm eri eg um, at eg ikki lurt­aði betur eftir. Ofta for­ taldi tú tær somu stuttligu søg­ur­nar ferð aftan á ferð um gaml­ar løgnar menn av Við­ar­eiði, og ofta var tú tann, ið flenti mest, meðan vit onn­ur hildu hetta vera troytt­andi endurtøkur. Nú siti eg ofta sjálv og hugsi um hes­ar søgur og flenni hart. »Hvad skal en spurv i svan­e­dans«, segði tú stund­ um um teg sjálvan, tá tú kendi teg uttanfyri. Hetta havi eg ofta hugsað um, men nú tá tú ert farin her av fold, veit eg, hví tú orðaði teg so­leiðis. Sermerktur var tú á ein sera frí­geva­ndi hátt, ser­liga tá hugs­að verður um tín uppruna. Føddur á kvist­ i­num á Hoy­dals­vegi 34 í Gunda­dali undir 2. ver­ald­ar­ bar­daga inn í eina andaliga fam­ilju. Mamma tín var av sterka innustovuslagnum av Við­ar­eiði, og pápi tín var av gløgga mið­stov­u­slag­ num av Við­areiði, sum tú var van­ur at taka til. Pápi tín var ad­vent­ista­prest­ur. Hóast uppvøkstur í and­a­ lig­um umhvørvi, lat tú teg ong­an­tíð doypa ella »frelsa« av nøkr­um slagi, og fall hetta ikki í so góða jørð hjá summ­um fólkum. Tó havi eg ong­an­tíð upplivað størri anda­ligt menniskja enn júst teg. Tú var ikki fastur gest­ ur í and­aligum húsum, men tínir góðu gerningar, títt fyri­gev­andi og góða lyndi er nak­að, ið er fáum unt. Tú vildi vera teg sjálvur og onki ann­að; autentiskur á fín­um máli. Mangan havi eg undr­ ast á, hvussu lítið tú lat teg á­virkað av ymiskum á­gangi, men eg skilji nú, at tú ikki lat man­i­pulatión av nøkr­ um slagi um teg ganga. Av hes­um havi eg lært, hvussu týdn­ing­ar­mikið tað er at vera ærligur og trúgvur í móti sær sjálv­um. Takk fyri tað, babba. Gløggur var tú eisini, og tað var tú, sum hjálpti mær við skúl­atingum. Eg var »ein rigt­ig spørge Jør­g­en« sum smágenta, men ong­an­ tíð minnist eg, at tú troytt­ að­ist av mær og mínum spurn­ing­um av ymiskum slagi. Tú lærdi meg at skriva stíl, at mála, at sparka fótbólt, um onn­ur lond, um bókmentir, um fugl­ar, um tónleik, um veð­ur og vind, og væl dámdi tær at kjakast um politikk við meg. Seinni lærdi tú meg um plantur. Urtagarður tín var og er so avbera vakur við ser­ liga nógvum føroyskum plant­um. Nú summarið er í nánd, og tað sprettir á fold og spírar, eisini í mín­ um urtagarði, síggi eg allar av­legg­ir­nar frá tær, sum vaksa so væl. Tá verði eg tik­in av bóli av sorg og sakni. Tú segði altíð, at tú ætl­ aði tær at verða gartnari, men tíni foreldur høvdu ikki ráð at stuðla tær í hes­ um lesn­aði. Tí haldi eg, at tú gekk so høgt uppí, at tín­ar gent­ur skuldu hava út­búgv­ ing. Hóast tú sjálvur náddi langt á tíni yrkisleið utt­an langa útbúgving, var tú al­ tíð sannførdur um, at tú skuldu eggja tínum gent­um »at lesa til okkurt«. Tá vit gentur so høvdu fing­ið útbúgving, plagdi tú at reypa tær av, »at alla mín­ar gentur hava tikið út­búgv­ing og arbeiða við menn­iskj­um«. Eg trúgvi ikki, at eg var far­in niður at lesa uttan tín stuð­ul og tína hjálp. Takk fyri tað, babba. Sjálvur treivst tú als ikki í skúl­a­num. Nógvar søg­ur hevði tú frá Nonn­u­ skúl­a­num, og ofta hugsaði eg, hvussu illa tú og títt fría lyndi var fevnt í barna­skúl­ anum. Seinni varð tú »send­ ur nið­ur á eft­ir­skúla«, tí tú hevði koyrt skúla­task­una í skrell og ikki vildi í skúla. Men tá tú fór undir títt ar­beiðs­lív á Post­verk Før­ oya, slapp tú at spreiða tín­ ar lit­føgru veingir og náddi langt. Einki undur í, at tú bleiv leið­ari og hevði stóra á­byrgd á arbeiðsplássinum. Í so máta var tú als ikki spurv­ur­in har, og tað er helst or­søkin til, at tær dámdi so væl at arbeiða. Tú ar­beiddi nógv og tosaði nógv um títt arbeiði. Av hes­um lærdi eg gleðina av at ar­beiða. Takk fyri tað, babba. Tú fekk tríggjar døt­ur. Minn­ist fleiri ferðir sum sm­á­genta, at menn hava mælt fyri munni, hvussu ó­heppin tú var, at tú »bara« fekk tríggjar døt­ur. Minn­ist, hvussu óður tú bleiv, eisini tí hetta varð sagt framman fyri okkum gentum. Í tínari samveru havi eg ong­an­tíð kent meg at hava minni virði enn onnur, ella at finna meg í at hava minni virði enn t.d. mannfólk. Takk fyri tað, babba. Eftir siti eg og kenni á mær, at eg havi mist mín størsta fjeppara í lívinum. Ugg­in er míni børn. Tú legði mær eina við, at eg mátti fáa mær børn, tí tað at geva lív, gav meining í lívinum, eft­ir tínum tykki. Eg haldi, at tú var stúrin um, at hetta fór ikki at henda, tí eg var so gom­ul, áðrenn eg fekk míni børn. Eg haldi, at tú hev­ur rætt, og takk fyri tað, babba. Eg fari eisini at ger­ ast størsti fjeppari hjá mín­ um børnum. Glað eru vit, at vit fram­ veg­is hava mammu, og vit skulu so heilt vist taka okk­ um væl av henni, sum tú eis­ini gjørdi, tá tú var her hjá okkum. 9. desember 2017 and­að­ ist tú brádliga. Hetta var eitt leyg­ar­kvøld. Eg ringdi til tín kl 20.30 fyri at bjóða tær til døg­urða dag­in eft­ ir, sunnu­dag. Mamma var inn­løgd, tí hon hevði skift knæið. Lækn­in á skað­a­stov­ uni tók tele­fon­ina hjá tær. Hoyrdi bein­an­veg­in á mál­i­ num, at nú ráddi tað um at vera skjót­ur. Klokkan 23.30 and­að­ist tú, og rundan um teg stóð mamma, tíni børn, svig­ar­børn, og abbabørn. Eg eri glað fyri, at eg helt í hond tína, tá tú fór. Starvs­ fólk­ið á skaðastovuni vistu ikki at siga, hví tú andaðist, og ong­in journal var at finna um teg. Portøranir søgdu, at tú sjálv­ur hevði ging­ið inn í sjúkra­bil­in og hevði sagt, at tú ikki hevði ilt nakrastaðni og ong­an­tíð hevði verið sjúk­ur ella tikið nakran heil­i­vág. Kanska var hetta tín máti at fara her av fold, tí tú segði altíð, at tú als ikki ynskti at blíva sjúkur og gam­al, men saknurin hjá okk­um, ið eftir sita, er stór­ ur. Góði babba, takk fyri alt og hvíl í fríði. /Birita