Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-05-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 54 KJAK 15. mai 2018 eru 40 ár liðin síðan, at fyrsti dysturin varð floyta­ður í gongd á núverandi fótbólts­vølli­ num á Skála. Stóri dagurin fyri nýtslutøku av vølli­num var 2. hvítusunnudag, hin 15. mei 1978. Heiðurin at seta dystin í gongd fekk Sidonius Joensen, við fyrsta sparki, eftir at dómarin floytaði fyri dystarbyrjan. Dysturin var ein steypadystur millum piltaliðini hjá Skála og B68, sum Skála annars vann við málunum 6 móti 1. Fótbólturin áðrenn vøllin Í tíðini áðrenn skálamenn fingu vøll varð fótbóltur spældur inn á Oyru­ni í Skálafirði, á Skála á kei­ øki­num, í skúlagarðinum, eins og í gras­vøllum í urtagørðum og á teig­ um. Eftir at felagið varð stovnað í 1965, við Sigvald Kristiansen, ið tá var lækni á Skála, sum fyrsta formanni, var tað rættiliga skjótt, at avtala varð gjørd við gøtumenn um, at Skála kundi spæla sínar heima­ dystir á vøllinum í Sarpu­gerði, sum tá var nýggjur. Fyrstu árini varð bert luttikið í Eysturoyar kappingini, men so við og við mentist felagið og fór at luttaka í landskappingum. Gøtufólk vóru lagalig , tí avtalan um at nýta vøllin har sum heimavøll vardi í fleiri ár, meðan Skála Ítróttarfelag alsamt arbeiddi við ætlanunum at skapa betri karmar rundan um ítróttina á staðnum og soleiðis m.a. byggja egnan vøll. Arbeiddu við vøllinum í tvey ár Havi biðið faðir mín, Petur Paula Mikkelsen, ið var formaður í ítróttar­felagnum, tá ið vøllurin var í gerð, um at seta nøkur orð á, nú tað eru fjøruti ár síðani, at vøllurin varð tikin í nýtslu. Pápi greiðir soleiðis frá: Tað tók drúgva tíð at koma har til, at vit í Skála Ítróttarfelag kundu fara undir at gera vøllin. Sum kunn­ ugt er felagið stovnað í 1965. Eitt av endamálunum frá byrjan av var at fáa til vega ein fótbóltsvøll. Kommunan vildi stuðla nýgerð av vølli, tá ið ætlanirnar gjørdust meira ítøkiligar. Í fyrstu atløgu varð loyvi givið til vøll nærindis, har vøllurin nú liggur, men nakað longri niðri í bønum. Farið varð undir at gera ein grúsvøll har, sum kom so langt sum, at hann var á stødd við ein hondbóltsvøll. Onkur stutt­leikadystur varð leiktur har. Men so hevði kommunan aðrar ætlanir við tí lendinum, og so skuldi annað lendi finnast. Í 1976 var so skjøtul settur á vøllin, har hann nú liggur. Vøllurin varð projekteraður av Henning Jacobsen úr Skálafirði og Ronald Poul­sen, ættaður úr Miðvági og bú­ sit­andi í Havn. Petur Pauli hevur hug at fáa til skjals, at systkinini Christian Carl David­sen og Sára Maria Joensen lótu ókeypis umleið 600 fermetrar til undirlendi av vøllinum, tí, sum hann sigur, at tey, ið hava fingið løn fyri sítt arbeiði ella pening fyri sína sølu, tey koma til skjals, meðan tey, ið lata gávur, ella arbeiða fyri einki – ofta ikki koma til skjals. Eins og gjørt við øðrum væl eydnaðum verkætlanum á Skála, so bygdi henda verkætlanin á sjálv­ boðið arbeiði. Ein byggiroknskapur, sum er sett­ur upp av Magnus Joensen og Andrass Danielsen, dagfestur 24. oktober 1979, sýnir væl, hvørj­ar útreiðslur eru rindaðar fyri verk­ ætlanina. Samlaði kost­naðu­rin av vøllinum (eftir tátíðarpeningi) bleiv 3.169.090,70 kr. Harav er 1.354.856,22 kr sjálvboðið arbeiði ella gávur. Restin varð fíggjað við egin­fígging og stuðli frá landsstýri og kommunu. Aftast í hesum roknskapi , sum er undirskrivaður av Andrass Danielsen, stendur hetta pettið: Hesi niðanfyri nevndu hava á ein ella annan hátt verið við til at stýrt arbeiðnum í samband við gerð av fótbóltsvøllinum á Skála: Roknskapur: Magnus Joensen og Andrass Danielsen Eftirlit: Dánjal Jákup Joensen og Andrass Danielsen Vallarnevnd: Petur Pauli Mikkel­sen, Dánjal Jákup Joensen og Andrass Danielsen. Nevndin, sum stýrir Skála Ítróttar­felag: Petur Pauli Mikkel­ sen, formaður, Dánjal Jákup Joen­sen, næstformaður, As­bjørn Mikkel­sen, skrivari og nevnd­ar­ limirnir Lis Kallsoy, Sigurlaug Joen­ sen, Birgit Berg og Jóhan Lervig. Kassameistari var Magnus Joensen Eldsálir og samhaldsfesti bóru ætlanina Tað skulu eldsálir og samanhald til fyri at bera eina slíka verkætlan á mál. Petur Pauli sigur, at tað var ein fragd at arbeiða saman við tá­verandi nevnd, tí øll vóru 100 pro­sent við upp á verkætlanina. Kvinnurnar í nevndini gjørdu eitt stórt samskipandi arbeiði at savna inn pening (eydnuhjól , lutaseðlasølu, v.m) og at skipa fyri teim sjálvbodnu átøkunum, sum vóru partar av verkætlanini. Eitt nú at slætta allar skráar kring um vøllin. Jóhan Lervig gjørdi eitt megn­ ar­arbeiði, hann var góður í ráðum og var samstundis eitt gott bindi­ lið millum ítróttarfelag og kom­ mu­nu­stýrið, eftir sum hann sat í báðum nevndum. Eisini var hann formaður felagsins í setuni fram­ man­undan og var soleiðis á odda saman við vallarnevndini við til at fyrireika og leggja lunnar undir sjálva verkætlanina at gera vøllin. -Eg haldi (Asbjørn), at eg ‘for­ nermi’ ongan, tá ið eg sigi, at tríggjar tær størstu eldsálirnar til sjálvt byggjaríið av vøllinum vóru Dánjal Jákup Joensen, Andrass Danielsen og Petur Pauli Mikkelsen. Dag um dag, eftir vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftunum, ‘búðu’ teir á vøllinum, har teir leiddu ar­beiðið. Ungir dreingir í stórum tali og onk­ ur eldri við - Sighvat Sig­hvats­son – hjálptu sera væl til. Petur Pauli sigur, at entre­ prenørarnir Dánjal Jacobsen og Ed­vard Jacobsen læntu teirra tól (Caterpillar) ókeypis og rindaðu enn tá oljuna sjálvir. Jangrím Djurhuus á Selatrað lænti ókeypis felagnum borigreiðir (kompressara og borir). Og trúgvur og støðugur stóð John í Nesinum og boraði við teimum greiðunum. Petur í Króki bílegði mastrar og ljós og ‘innstalleraði’ hetta – sera bíligt. Poul Poulsen ‘monteraði’ rekk­verkið (stál-rørini) – eisini sera bíliga. Henning Jacobsen og Ronald Poul­sen leiddu projekteringina – sera bíliga. Kjartan Davidsen koyrdi sand til vøllin úr Funningsfirði – ókeypis. Aðr­ir koyrdu eisini, - fyri pening (nøvn kunnu fáast til vega úr nevnda byggiroknskapi). Skipasmiðjan fíggjaði mastrar og ljós (umleið 150.000 kr), og felagið fekk hetta til gávis móti, at skipasmiðjan hevði fría atgongd til vøllin, tá ið hann ikki var í nýtslu. Kommunan vísti vælvilja og fíggj­aði (og lat) áskoðaraplássini (trin­ini), her íroknað formar, beton, arbeiðs­løn (umleið 150.000 kr). Lions gav felagnum 40.000 kr. V4 gav felagnum 12.000 kr. Edvard og Dánjal Jacobsen gjørdu langa stuðlamúrin oman­ vert vøllin. Spurdur, um hann kundi minnast aftur á onkra stuttliga søgu, svarar Petur Pauli Mikkelsen: Sum kunnugt dró tað so út at koma í gongd við at byggja vøll, at tá ið Adolf Weihe fyri triðju ferð varð spurdur, um felagið kundi fáa ein jarðarpart til keyps - part av undirlendinum til vøllin - var svarið: “Ja, nú havi eg sagt JA tvær ferðir, og tað gongur eisini hesa ferð, men fáa tit ikki komið í gongd nú og avgreitt hetta, so sigi eg NEI næstu ferð, ið tit spyrja”. Ein onnur hugalig søga var: “Jangrímur, hvat skalt tú hava fyri leigu av borivogni?” Svarið var: “Tit eiga einki at ‘betala’ við, so eg skal einki hava !“ Hetta vóru so nøkur orð um, hvussu fótbóltsvøllurin á Skála gjørdist veruleiki. Seinni yvirtók kommunan so vøllin, tó soleiðis, at hetta er heimavøllurin hjá Skála Ítróttar­ felag, sum hevur brúksrættin. At enda sigur Petur Pauli, at tá ið hann lítur aftur um bak, so er hetta ein av teimum verkætlanunum, sum hann fegnast mest um, at hava verið ein partur av. Hann – eins og undirritaði ynskja Skála Ítróttarfelag hjarta­ liga til lukku við degnum 15. mai 2018 og blíðan byr framyvir. Við ítróttarkvøðu Asbjørn Mikkelsen Fótbóltsvøllur á Skála í fjøruti ár Asbjørn Mikkelsen, sum í síni tíð var kendur fótbóltsspælari, greiðir her frá saman við pápa sínum, ið var formaður í felagnum, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið skálamenn arbeiddu við at fáa fótbóltsvøll