mikudagur 5. januar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 2 - 5. januar 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 2 - 5. januar 2000
Góð nýggjársgáva frá foreldrum
til lesandi uttanlands...
Ella vilt tú vita hvat
hendir á pappírinum...
Tíðindablaðið
sosialurin
Box 76
110 Tórshavn
ÓKEYPIS
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Send lepan til Tíðindablaðið Sosialin
Móttakari:
Navn:
Búst.:
Postnr., bygd/býur:
Rokning skal sendast til:
Navn:
Búst.:
Postnr., bygd/ býur:
Undirskrift:
❑
Haldaragjaldi í Europa
❑
Haldaragjaldi til Internetið
Um talan er um eitt internethald, skal e-mailadressan hjá
móttakaranum skrivast her:
Skriva títt brúkaranavn og loyniorð.
Brúkaranavn:
Loyniorð:
Góðkenn meg....!
Prísur fyri haldaragjald í Europa kr. 490,-/ársf.
Ella eitt internethald fyri bert kr. 240,-/ársf.
Ymiskir prísir fyri lond uttanfyri Europa, ring og hoyr nærri.
Gerst
haldari
av
Sosialinum
Gerst
haldari
av
Sosialinum
Í hesum døgum skipa Før-
oya Sparikassi og Føroya
Lívstrygging, saman við
Ferðslutrygd, fyri einum
rættuligum “fólkaátaki” at
fáa fólk at nýta endurskin.
Átakið verður kallað “Vit
síggjast”. Endurskin eru
gjørd til allar næmingarnar
í fólkaskúlanum og harum-
framt til næmingarnar í mið-
námsútbúgvingunum. Barn-
agarðar og dagsstovnar sum
heild eru eisini íroknaðir.
Tilsamans eru endurskin
gjørd til fleiri enn 10.000
fólk. Tað eru tvey sløg av
endurskini til hvønn: eitt so-
kallað “jogging”-endurskin,
sum við karðalási verður
fest um bein ella arm og so
tvey smærri endurskin, sum
verða límað á skógvahælin.
Tað er Føroya Sparikassi
Endurskinsátakið: »Vit síggjast«
og Føroya Lívstrygging,
sum rinda framleiðsluna av
endurskinunum,
meðan
Ferðslutrygd stendur fyri at
fáa endurskinini út til skúl-
arnar. Vónað verður, at skúl-
aleiðslurnar taka væl í móti
og skipa fyri, at næmingar-
nir fáa endurskinini. Vónað
verður eisini, at lærarar gera
sítt til at fáa næmingarnir at
nýta endurskinini - og tað
serliga nú meðan myrkt og
hávetur er. Um so er at end-
urskin resta í, er bara at seta
seg í samband við Ferðslu-
trygd
Við vón um góða
undirtøku
Ráðið fyri Ferðslutrygd
— Føroya Sparikassi —
Føroya Lívstrygging
Sum hendan myndin sýnir, hevur liturin á klæðunum nógv at týða, hvussu vit verða sædd myrkri. Jú ljósari klæði tú
hevur, betri sæst tú. Best er tí at hava ljós vetrarklæði. Men hevur tú ikki tað, so mást tú nýta endurskin, tá ið tú
skalt út at ganga í myrkri
Spáfólkini fóru skeiv
Mangir hava spádómarnir gjøgnum øldir verið um framtíðina, men flestu
teirra hava verið skeivir
JOHN JOHANNESSEN
Høvdu svartskygdastu spá-
fólkini rætt, skuldi heim-
urin verið gingin undir fyri
fimm døgum síðani, tá árið
skiftið frá 1999 til 2000.
Men eins og so mangan,
so fóru spáfólkini skeiv.
Fyri at styrkja fólk í
trúnni á, at vit saktans
klára at liva hetta árið og
mong onnur út og fyri at
vísa á, hvussu ofta spáfólk
fara skeiv, kunnu vit taka
aftur í nakrar spádómar, ið
hava verið fullkomiliga
skeivir.
1830: Hetta árið spáddi
Dionysius Lardner, høv-
undurin av bók um damp-
maskinuna, at tað fór at
vera ómøguligt at ferðast
við skjóttgangandi tokum,
tí fólk fóru at doyggja av
andaneyð. Í dag hava vit
hópin av skjóttgangandi
tokum kring allan heim.
1876: Hetta árið spáddi
stjórin í telegraffyritøkuni,
Western Union, at telefon-
in hevði so mikið fáar
vansar, at tað aldri fór at
bera til at fáa nakra serliga
nyttu burturúr henni mann-
aættini at frama.
1903: Hetta árið segði
presturin, Henry Adams, í
einari av prædikum sínum,
at um Guð vildi, at vit
skuldu flúgva, hevði hann
skapt okkum við veingj-
um.
Tríggjar
mánaðir
seinni flugu synir hansara,
Orwille og Wilbur, fyrsta
motordrivna flogtúrin í
Kitty Hawk í North Caro-
lina.
1921: Undangongumað-
urin innan útvarp, David
Sarnoff, segði hetta árið,
at tráðleysi tóinleikakassin
als ongan handilsligan á-
huga fór at hava millum
fólk. Hann trúi ikki uppá,
at nakar fór at hava áhuga
fyri boðum, ið ikki vóru
send til nakran ávísan per-
són.
1923: Hetta árið segði
nobellvinnandi alisfrøð-
ingurin, Robert Milliken,
at menniskjan aldri fór at
verða før fyri at vinna megi
úr einum atomi.
1943: Hetta árið segði
formaðurin fyri IMB, at
hann metti marknað vera
fyri umleið fimm teldum í
øllum heiminum.
1946:
Filmsmaðurin,
Darryl Zanuck, segði hetta
árið, at áhugin fyri sjón-
varpi fór ikki at halda. Or-
søkina segði hann vera, at
fólk ikki fóru at tíma at sita
og hyggja at einum træ-
kassa hvørt kvøld.
1954: Jim Denny, leiðari
av Grand Ole Olpry, segði
hetta árið, tá hann segði
Elvis Prestley úr starvi, at
hann aldri fór at gerast
nakað. Tí átti hann at fari
aftur at koyrt lastbil.
1962: Hetta árið segði
leiðarin av Decca Records,
at Betles einki nyttaðu og
vóru á veg út, tá hann av-
vísti teimum.
1977: Hetta árið segði
stjórin fyri Digital Elec-
tronic Corporation, at tað
als ikki fór at verða neyð-
ugt hjá nøkrum einstak-
lingi at fáa sær teldu
heima.
Hetta er alt prógv um, at
torført er at spáa um fram-
tíðina, og tí er ilt at siga,
hvussu heimurin sær út um
tíggju ár og uppaftur verri
at siga, hvussu hann sær
út um hundrað ár. Kanska
vit tá flúgva í staðin fyri at
koyra…
Nær fara løgmaður og
samgongan at leggja frá
sær orsaka av vánaligum
arbeiðslagi og stevi? Er
neyðugt við fleiri gølum
afturat?
Tað er so ikki neyðugt
at minka pensiónirnar fyrr-
enn fullveldi gerst veru-
leiki - og tá skal skerjast
nógv meira hjá øllum, enn
vit hava sæð nú.
Trivnaðarnevndin visti
at skeivleikar vóru!
Tørvandi viðgerðin og
manglandi upplýsingar til
nýggju pensións og áset-
ingarlógina gav tað útslit
ein kundi vænta: Eina gølu
og niðurgerð, ið okkara
pensionistar ikki hava upp-
iborið.
Teir skeivleikar, ið vóru
í lógini vórðu ikki rættaðir
av einum meiriluta av
trivnaðarnevndini, men í
skundi atkvøddir ígjøgn-
um.
Vit í trivnaðarnevndini
vistu at tað vóru skeivleik-
ar. Tess fleiri upplýsingar
komu fram undir nevndar-
viðgerðini,
tess
fleiri
skeivleikar komu til sjónd-
ar.
Tí undraði tað almikið,
at ein meiriluti í Trivnað-
arnevndini ynskti at av-
greiða og við lóg at stað-
festa skeivleikarnar, ið
pensionistar okkara skulu
liva við framyvir.
Tað er ongin orsøk at
seta í verk eina pensións-
lóg, ið ikki røkkur til knø-
ini á tí lóg, sum hevur verið
galdandi til nú.
Atkvøðuneyt?
Við slíkum framferðarhátti
undrar tað ikki, at landið
er farið av knóranum ein-
aferð, og at tað sama hend-
ir einaferð enn. Her er
snøgt sagt ov lítið skil á.
Arbeiðshátturin er ikki „vit
skulu gera tað betri“ men
„Hvad fatter (Landstýrið)
gør er altid det rigtige“ -
eisini tá ið tað er skeivt.
Soleiðis tykjast mangir
samgongulimir at hugsa.
Ella droyma teir bert um
forkolaða fullveldi, sum
flestu føroyingar tíbetur
ynskja har pipari grør!
Tað tykist meira umráð-
andi at verja samgonguna
enn at verja borgaran ein
er valdur at umboða! Við
hesum hugburði koma løg-
tingsmenn at verða „ikki
hugsandi atkvøðuneyt“ -
hvørki meira ella minni.
Einstakir kalla tað politikk,
kompromis og „at arbeiða
við ábyrgd“
Nevndararbeiði:
Men eiga løgtingsmenn
ikki at ávísa møguligar
skeivleikar og veikleikar í
løgtingsuppskotum og
bøta um teir í nevnd? Er
tað ikki tí at uppskot verða
viðgjørd í nevnd? Eitt sera
gott uppskot verður als
ikki broytt undir nevndar-
viðgerðini. Men eitt ván-
aligt uppskot má broytast
ella vera víst aftur til
landsstýrismannin at rætta
og bøta, um stórir skeiv-
leikar eru. Hetta uppskotið
átti ongantíð at verið lagt
fram á Føroya løgting.
Løgtingið átti í smb við
nevndarviðgerðina at víst
uppskotinum
aftur
til
Landsstýrismannin tá allir
skeivleikarnir komu fram.
Men tað varð ikki gjørt í
smb við hesa lóg - sjálvt
um trivnaðarnevndin var
vitandi um stórar skeiv-
leikar.
Til dømis fekk trivnað-
arnevndin at vita, at fleiri
pensiónsupphæddir mink-
aðu. Men onki var gjørt av
meirilutanum at bøta um
hesi viðurskiftir.
Tað verðu gjørdur mun-
ur á um ein er giftur ella
stakur, men onki varð gjørt
Tað
verður
gjørdur
munur á um ein pension-
istur er giftur við „pensio-
nisti“ ella „ikki pension-
isti“, men onki varð gjørt.
Vit fingu at vita, at skatt-
urin fór at eta hækkinga-
rnar upp - men onki varð
gjørt - stórt sæð - uttan at
samtykkja uppskotið.
Hví rennur ein partur av
Trivnaðarnevndini undan
ábyrgd?
Tí undrar tað stórliga, at
partar av meirilutanum í
trivnaðarnevndini
nú
royna at vaska hendur og
renna undan ábyrgd. Teir
vistu nevniliga so sára væl
hvat tað var teir royndu at
fáa samtykt, og fingu sam-
tykt!
Tvørturímóti má ein
meiriluti í trivnaðarnevnd-
ini
(íroknað
Finnur
Helmsdal og Páll á Reyn-
atúgvu) og samgongan
taka á sínar herðar konse-
kvensin av tí lóg teir sjálv-
ir hava samtykt. Og onki
við at renna undan ábyrgd,
sum serliga Tjóðveldis-
flokkurin hevur verið
kendur fyri. Vit hava nevn-
iliga ábyrgdina fyri teim-
um lógum, ið verða sam-
tyktar á Føroya Løgtingi,
ikki Helena Dam á Neyst-
abø, danir ella hini. Sjálv-
stýrisflokkurin hevur ong-
an lim í Trivnaðarnevndini
og tí onga beinleiðis ávirk-
an á nevndararbeiði.
Tað er nevniliga púra
greitt, at ein meiriluti á
Føroya Løgtingi (sam-
gongan Incl Tjóðveldis-
flokkurin) hevur samtykt
hesa lóg, íð kemur at for-
pesta mongum pensionisti
tilveruna.
Fyrrverandi pensións-
lógin var gjøgnumhugsað.
Tað tykist ikki vera so-
leiðis við tí nýggju.
Vinarliga
Marjus Dam,
løgtingsmaður
Pensiónsgølan (1):
Setið gomlu skip-
an aftur í gildi
V i ð m
e r k i n g :